hósdagur 13. juli 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
16
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
yri tveimum mánaðum síð
ani varð fólkatalið í Hesti
økt við 28 prosentum, tá
seks ung fólk valdu at
flyta úr Havn út í oynna.
Bjørg Niclasen og Malena Jo
hannesen eru tvær av teimum, sum
hava valt at royna lívið á útoyggj.
Tær báðar hava altíð kent hvørja
aðra, men vórðu vinkonur fyri
einum tveimum árum síðani, og
umfarmt at vera vinkonur eru tær
nú eisini sambúgvar.
Tær greiða frá, at øll seks hava
tey verið nógv á Hesti sum børn,
og hava tilknýti til oynna. Tey hava
kent hvønn annan síðani tey vóru
børn og og eru í sama skúlaárgangi.
Tey hava dámað væl at vitjað í
Hesti, og tær báðar siga, at tær altíð
hava havt eitt ynski um at flyta út
í oynna.
Ein dagin tá tey seks sótu við
døgverða borðið úti í Hesti og enn
eina ferð tosaðu um, at tað hevði
verið stuttligt at flutt út, tóku tey
avgerðina.
- Tað var ein spontan avgerð við
døgverða borðið, men tá vit fóru
at leggja veruligar ætlanir, tók tað
nakrar mánaðir áðrenn alt kom í
rætt lag, og vit tóku endaliga stigið
og fluttu út, siga tær
Royna eitt ár
Tey seks vinfólkini, sum øll høvdu
serligan kærleika til oynna valdu
at royna lívið á útoyggini í eitt ár.
- Vit valdu at gera eitt royndarár,
og síðani at vita um tað riggar, siga
tær.
Bjørg Niclasen og Malena Jo
hannesen vita enn ikki, um tær
verða búgvandi í oynni, eftir, at
royndartíðin er uppi. Høvuðs
orsøkin til tað er, at sambandið
millum Hestoynna og Gomlurætt
er út av lagi vánaligt, greiða tær frá.
Vánaligt samband
til Havnina
Sum nú er siglur Teistin bert tvær
ferðir báðar vegir dagliga, og tríggj
ar ferðir um dagin fýra dagar um
vikuna.
- Hevði sambandið verið betur,
so høvdu tey flestu av okkum óvið
valt, at verði verandi úti í Hesti,
siga tær avgjørdar.
Bjørt leggur afturat, at hon júst
er liðug við miðnám, og tí leitar
eftir arbeiði í Havn. Hetta gongur
ikki sum ætlað, tí hóast hon hev
ur fingið bjóðað starv fýra ferðir,
so er onki sum passar til siglingar
tíðirnar hjá Teistanum. Hon fær
ikki komið til arbeiðis til tíðina,
ella sleppur hon ikki heim eftir ar
beiðstíð.
- Verður ongin broyting á hes
um økinum, so mugu vit flyta, tí vit
kunnu ikki rinda leigu, um vit ikki
fáa arbeitt ella gingið í skúla, um
vit ikki sleppa aftur og fram, sigur
Bjørg Niclasen.
Bøn teirra er, at fleiri túrar
verða lagdir afturat teimum ver
andi. Tær siga, at tær hava hoyrt
grundgevingarnar frá myndug
leikunum um, hví tað ikki verður
gjørt, men tær skilja ikki, hví ongin
roynir at arbeiða fyri hesum, ella í
minsta lagið, at fleiri túrar verða til
Hest, tá siglt verður til Skopunar.
- Tá eg eri liðug at arbeiða klokk
an 16, má eg bíða fleiri tímar áðrenn
eg endiliga eru heima kl. 19.30. Eis
ini er tað torført hjá teimum, sum
bert vilja vitja okkum, tí tey mugu
gista nátt skulu tey til Hest, sigur
Malena Johannesen .
Ongin handil er á Hesti, og tí er
eisini trupult tá ið bygdafólkið skal
keypa inn, tí tær skulu av oynni
tíðliga um morgunin og sleppa
ikki inn aftur fyrr enn um kvøldið,
um tað er ein av teim trimum døg
unum í vikuni, tá Teistin ger tríggj
ar túrar.
- Um bygdafólkið manglar mat
ein av teimum døgunum, so ganga
vit í havn í nógvar tímar og bíða,
siga tær ørkymlaðar.
- Tað er ongin politiskur vilji
á økinum. Landsstýrismaðurin í
samferðslumálum hevur roynt at
leggja ábyrgdina á kommununa,
men hetta verður ikki gjørt aðra
staðni, siga tær báðar.
- Vit hava droymt um, at búð
har úti. Tey eldru hava í fleiri ár
stríðst fyri, at fáa fleiri túrar, og
nú stríðast vit sama stríð, men
tað er ikki hepnast okkum. Tað
er mishugaligt, siga tær báðar av
gjørdar.
Ikki lætt at finna hús
Tá avgerðin varð tikin um at flyta
út á Hest, fóru tey seks at leita eftir
onkum at búgva í. Tey Malena,
Bjørg og Martin búgva í húsum,
sum pápi Malenu hevur arvað eftir
foreldur síni. Tað var eitt sindur
torførari hjá Ingibjørg, Pæturi og
Juliu at finna eitthvørt, tí fólk ikki
hava til vana at leiga út á handan
HETTA ER
EIN GAMAL
DREYMUR
Tey hava altíð vitjað nógv á Hesti og havt
eitt ynski um at flyta til oynna.
Ein dagin, tá tey sótu við døgverða borðið úti í
Hesti og enn eina ferð tosaðu um, at tað hevði
verið stuttligt at flutt út, tóku tey avgerðina
Seks ungfólk úr Havn flutt út á Hest:
Við nýggju tilflytarunum
er fólkatalið í Hesti økt
umleið 28 prosent, og
miðalaldurin er lækkaður
munandi. Hagtøl frá
Hagstovuni vístu, at 21.
apríl 2017 var fólkatalið í
Hesti var 21. Eftir at tey
seks eru flutt út á oynna,
er ein talið økt við 28
prosentum.
“Størsta broytingin
í gerandisdegnum,
síðani vit fluttu
út á Hest, er at vit
ikki fáa verið líka
spontan, sum vit onkuntíð hava
verið í Havn”
SAMRØÐA