hósdagur 13. juli 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
17
hátt. Til endans bar tó til, og tey
funnu eitt hús, sum tey nú leiga,
greiða tær frá.
Tey seks ungfólkini eru øll flutt
heimanífrá og út á Hest, og skulu
nú læra seg at verða sjálvstøðug á
ein heilt annan hátt. Hetta vistu
tey eisini, áðrenn tey fluttu, og tí
tosaðu tey tingini væl í gjøgnum,
áðrenn endaliga avgerðin varð
tikin.
- Vit hava øll egið kamar, soleiðis
at vit kunnu fara hvør til sítt, um
tað gerst torført at búgva so tætt
at hvørjum øðrum. Eisini tosaðu
vit um avbjóðingarnar, sum vit
møguliga fóru at møta, og um, at
tað umráðandi at rúma kenslurnar
hjá hvørjum øðrum
- Vit skrivaðu leystliga nakrar
reglar niður tá. So sum, at tað er í
lagi at ein ikki altíð er glaður, at vit
skulu minnast til, at vit øll koma
frá ymiskum familjum, at vit skulu
gera okkara íkast og vísa ábyrgdar
kenslu heima, siga tær.
- Vit ansa eftir, at tað ikki altíð er
sami persónur, sum ger døgverða
og vaskar upp hvønn dag. Hóast
ein okkara ger tað av og á, so merk
ir tað ikki, at viðkomandi altíð skal
gera tað. Eisini hava vit lagt okkum
eftir at gera tað sum okkum dámar
at gera. Til dømis tekur Malena ofta
klæðini í meðan eg ofta dustsúgvi,
men tað merkir ikki, at vit altíð
gera tað, sigur Bjørg Niclasen.
Bygdalívið er avstressandi
- Størsta broytingin í gerandisdegn
um, síðani vit fluttu út á Hest, er at
vit ikki fáa verið líka spontan, sum
vit onkuntíð hava verið í Havn. Ein
fær ikki av sínum eintingum farið
til eitt eitthvørt tiltak, ella gjørt
eina skjóta avtalu um okkurt. Tað
krevur eisini nógv meir ráðlegging,
tá ein skal leggja innkeyp og annað
til rættis, siga tær báðar.
Tey ungu dáma væl broytingina
í gerandisdegnum, og leggja lítið í,
at tey ikki spontant fáa farið til alt,
sum Havnin hevur at bjóða.
- Vit hugna okkum simpulten so
væl saman í Hesti. Um kvøldarnar
spæla vit borðspæl í fleiri tímar,
svimja, leypa á sjógv, ganga túrar
og annað. Tað er annarleiðis har
úti, siga tær.
- Tað er so hugnaligt at vita, at tú
ikki knappliga skalt til eina konsert
og tú veitst, at tú veruliga hevur frí,
tá tú hevur frí. Hetta merkir ikki, at
vit ikki kunnu fara til tiltøk í Havn,
men fara vit, so mugu vit leggja tað
væl til rættis, siga tær.
Við nýggju tilflytarunum er
fólkatalið í Hesti økt umleið 28
prosent, og miðalaldurin er lækk
aður munandi. Hagtøl frá Hag
stovuni vístu, at 21. apríl 2017 var
fólkatalið í Hesti var 21. Eftir at
tey seks eru flutt út á oynna, er ein
talið økt við 28 prosentum.
Taka lut í bygdalívinum
Bygdarfelagið Randarsól í Hesti
gleðist um, at at fólkatalið er økt.
Tað er av alstórum týdningi at
fáa nýggjar, ungar kreftir í oynna.
Hetta økir trivnaðin í oynni og letur
upp fyri nýggjum møguleikum, so
sum at reka ferðavinnu. Longu nú
hava nøkur teirra bjóða sær til at
standa fyri útleiganini av hitapott
inum, ið Bygdarfelagið hevur keypt
fyri kortum, greiða tey í felagnum
frá.
- At ungfólk vilja flyta aftur á
smápláss, gevur eisini vón um ein
ar fjølbroyttari Føroyar, har virk
semi og trivnaður aftur kemur í
hvønn krók í landinum, siga tey í
bygdafelagnum.
Malena Johannesen og Bjørg
Niclasen er glaðar fyri stuðulin og
góðu undirtøkuna frá bygdafólk
unum. Tær leggja afturat, at bygda
fólkið á oynni í høvuðsheitunum
eru fegin um, at fleiri ung eru flutt
út á oynna.
Tær halda, at tað er umgdómur
in, sum hevur ábyrgd av, at Hestur
ikki doyr út. Tað eru tey ungu,
sum taka avgerðirnar um at velja
slík støð at búsetast í ,og seinni at
fáa familjur og vera verandi. Tær
ynskja veruliga, at tað verður lætt
ari hjá ungum fólki at taka avgerðir
um, at búseta seg í Hesti. Hetta
verður bert realistiskt, um fleiri
dagligir túrar verða til oynna.
Gleða seg til
komandi tíðina
Hóast bæði familja og vinfólk hava
verið skeptisk um hesa heldur ann
arleiðis avgerðina, so halda tær
báðar, at um onkur hevur ivast, so
hava tey brott hugsan sína, eftir at
hava vitjað hesi tey í oynni.
- Nú tá tey hava verið og vitjað
okkum, so skilja tey avgerðina. Tey
kenna seg heima saman við okkum
og hava hug at koma aftur. Hestur
er ein oyggj, sum man má síggja og
uppliva, siga tær
Tær stúra heldur ikki fyri myrk
ari tíðum á einum isoleraðum staði,
sum Hestoyggin kann verða.
- Vit geða okkum til komandi
tíðina, og hava valt at taka allar
avbjóðingar við veðri og slíkum
sum tað kemur, siga tær til endans.
Frá vinstru: Julia, Malena, Bjørg, Martin, Ingibjørg og Pætur.
“Bøn teirra er, at fleiri túrar verða lagdir
afturat teimum verandi. Tær hava hoyrt
grundgevingarnar frá mynduleikunum um,
hví tað ikki verður gjørt, men tær skilja ikki,
hví ongin roynir at arbeiða fyri hesum”
“Vit hugna okkum
simpulten so væl
saman í Hesti. Um
kvøldarnar spæla vit
borðspæl í fleiri tímar, vit svimja,
leypa á sjógv, ganga túrar og
annað. Tað er annarleiðis har úti”