hósdagur 13. juli 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
18
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
S
ama dag, sum Heidi Lava
Elgeirsdóttir og Bárður
Olsen siga siga ja hvør til
annan og ganga saman í
hjúnaband, hava tey verið par í 10
ár.
Ætlanirnar um at giftast eru
ikki nýiliga íkomnar. Tað eru fimm
ár liðin síðani Bárður fríggjaði til
Heidi, og hon segði ja, men ongar
ítøkiliga brúdleypsætlanir vórðu
tá lagdar. Eldri sonur teirra var tá
hálvtannað ára gamal, og síðani
ringurin kom á fingurin hjá Heidi,
hevur hon átt ein son afturat, sum
nú er ársgamal.
Hon greiðir frá, at tað kanska
ljóðar óromantiskt, men at hon og
Bárður hava verið saman so longi,
at tey veruliga kenna hvønn ann
an, og avgerðin um at giftast er
ikki tikin í einum nýggjum kær
leiksrúsi.
Fríggjaði jólaaftan
- Vit høvdu verið saman í fimm
ár tá, og vit høvdu eisini eitt barn
saman. Tí var tað onkursvegna ein
avgreiðsluspurningur, sigur Heidi
Lava Elgeirsdóttir.
Tað var ein rólig løta, tá Bárður
bað bønarorð síni. Tað var tíðliga
um morgunin jólaaftan 2012, og
Heidi var ikki ordiliga vaknað.
- Knappliga var hann vekk, og
so kom hann inn aftur í kamarið,
har eg lá og svav, lat eskjuna upp
har ringurin lá í, og spurdi síðani
um eg vildi gifta meg við honum.
Eg segði sjálvsagt ja, hóast nakað
nývaknað, sigur hon.
Áðrenn Bárður spurdi Heidi
stóra spurningin, hevði hann spurt
pápa Heidi um loyvi til at spyrja
hana.
- Hann er ikki so frambrúsandi
sum eg, og eg helt tað var ordiliga
kul, at hann hevði spurt babba
fyrst. Tí vistu foreldrur míni tað
eisini, áðrenn eg visti tað. Tá eg kom
upp tann morgunin, bleiv mamma
við at hyggja at ringfingrinum, sum
eg til stuttleika royndi at goyma, so
hon ikki visti um eg hevði sagt ja.
Ongin tordi at spyrja, flennir Heidi.
Tó, so skuldi nøkur ár ganga aft
urat áðrenn veruligar brúdleyps
ætlanir vórðu lagdar. Heidi greiðir
frá, at orsøkin í høvuðsheitinum
var hon, at hon varð við barn
aftur, og ikki hevði hug til at halda
brúdleyp sum barnakoma, ella júst
eftir, at hon hevði átt. Tá parið
keypti hús síni fyri hálvum øðrum
ári síðani, valdu tey, at nú skuldi
stigið takast. Tað var umráðandi
fyri bæði Heidi og Bárð, at dagurin
varð hildin í meðan tey bæði høvdu
foreldur síni á lívi.
- Eg mundi mist mammu mína
fyri tveimum árum síðani, og tá
hugsaði eg, at vit mugu halda
brúdleypið í meðan øll eru her. Tað
hevur nógv at siga fyri meg, at tey
eru við, sigur hon álvarsom.
Brúdleypið, sum varð sett á
kalendaran fyri hálvum øðrum
ári síðani er tó ikki lagt til rættis
á siðbundan hátt, , greiðir hon frá.
- Í grundini eru brúdleypið
komið upp at standa uppá 14 dagar,
hóast tað er hálvtannað ar síðani
vit tóku avgerðina, flennir hon.
Onki ljósareytt túll
Bergtórur Bjarkhamar prestur
vígir parið í Haldórsvíkar kirju
15. juli klokkan 14.00. Bárður er
úr Vík, og pápi hansara er degnur
í Haldórsvíkar kirkju. Hetta er
veruliga einasta avgerðin, sum
brúðgommurin hevur tikið, greiðir
Heidi skemtiliga frá.
- Hann hevur onga greiða mein
ing havt í ráðleggingini. Hann vil
giftast í Vík, og so vil hann, at øll
sum koma fáa ein góðan dag, legg
ur hon afturat.
Men Heidi hevur eina greiða
meining. Ikki eina greiða meining
um, hvat hon vil, men eina greiða
meining um, hvat hon ikki vil.
- Tað skal ikki verða eitt prins
essubrúdleyp við nógvum ljósa
reyðum og túlli. Tað er ikki tí, at eg
haldi, at tað er ljótt, men tað er ikki
eg, og tað verður falskt, um eg skal
gera tað, sigur hon.
- Eg havi ikki vitað, hvat eg vil,
men eg havi vitað, hvat eg ikki vil,
og av tí at eg onga greiða mein
ing havi havt, so hava fólk roynt
at lurta eftir mær og komið við
uppskotum. Eg havi brúkt útlukn
ingsmetoduna, sigur hon avgjørd.
Stóra dagin fer Heidi í nýggjan
bláan stakk og Bárður í Føroysk
klæði. Dreingirnir báðir fara í
klædning, greiðir hon frá,
Tað er ikki bert brúðarparið,
ið ber brá av føroysku mentanini,
men sama hugsan er handan pynt
ingina av veitsluhølinum, og Heidi
hevur valt, at litirnir blátt, reytt og
hvítt skulu verða gjøgnumgang
andi.
- Vit brúka litirnar úr Merkinum,
serviettarnir eru eitt flagg og ljósa
stakarnir eru úr malagróti, sigur
hon.
Hetta er heldur ikki nakað, sum
hon hevur hugsað væl og longi um,
tí hon hevur ongantíð havt deymin
um tað stóra brúdleypið og tí held
ur ongantíð havt nakra greiða
meining um, hvussu hennara stóri
dagur skuldi síggja út.
Eitt stórt ball
Upprunaliga tosaðu Heidi og Bárð
ur um gifta seg uttan nakað hóva
sták og síðani fara av landinum,
og í staðin fyri brúdleyp bert hava
brúðarhús á Ólavsøku. Ístaðin
valdu tey tó at halda brúdleyp, men
á teirra egna hátt.
- Vit hava droppað tey tingini,
sum gera tað ov stívt, sigur Heidi
Lava Elgreirsdóttir.
Tey hava ongar innbjóðingar
sent fólki, men í staðin hava tey
stovnað eitt tiltak á Facebook, har
fólk hava kunnað meldað seg til.
Orsøkin til tað er, at Heidi og
Bárður halda, at tað er torført at
velja, hvør skal og hvør ikki skal
bjóðast.
- Á hendan hátt hava vit fingið
nógvar stuttligar tilmeldingar.
Summi koma, sum vit ikki høvdu
væntað at sæð, og tað er frálíkt.
Onnur hava nevnt, at tey ivaðust, tí
tey ikki hildu seg kenna okkum nóg
væl. Tá hava vit lagt dent á, at tað
ikki snýr seg um at kenna okkum
nóg væl, men at vit skulu hava tað
stuttligt saman, sigur hon.
Tá parið hevði fingið 250 til
meldingar, máttu tey lukka fyri
møguleikanum at melda til, tí
B36-húsið har veitslan skal haldast
rúmar bert 180 fólkum.
Hon heldur tó ikki, at avbjóðing
in við fólki verður ein trupulleiki,
tí lagt er upp til, at fólk koma og
fara, tá tey sjálvi hava hug. Veitslan
byrjar klokkan 18, tá kokkarnir
fara at grilla grís og lamb á áskoð
arplássinum, síðani skera teir
matin niður og taka hann við inn
í gongina, har fólk síðani fáa sær
uppá tellerkin. Seinni kunnu gest
irnir fáa kaku.
- Maturin er frá klokkan 18 til 22,
og fólk kemur tá tá tey hava hug, og
fara avstað aftur tá tey hava hug.
Tað verður onki siðbundi borðhald
við eini ørgrynnu av talum, sigur
hon avgjørd.
Heidi og Bárður prenta tískil
heldur ikki 250 sanghefti til gest
inar. Hon hevur lagt eina fílu við
útvaldum sangum á síðuna á Face
book, og har kunnu gestinir taka
fíluna niður á telefonina, áðrenn
teir koma. Eisini verða sangirnr
uppvarpaðir á stórskíggja. Restina
TAÐ SKAL IKKI VERÐ
EITT PRINSESSUBRÚ
- Tað er ikki tí, at eg haldi, at tað er ljótt, men tað er ikki eg, og tað
verður falskt, um eg skal gera tað, sigur Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Heidi og Bárður:
BRÚDLEYP
“Maturin er frá
klokkan 18 til 22,
og fólk kemur tá
tá tey hava hug,
og fara avstað
aftur tá tey hava hug. Tað verður
onki siðbundi borðhald við eini
ørgrynnu av talum”
Heidi Lava Elgeirsdóttir
28 ár
Úr havn
Skrivar bachelor
uppgávu í politikki
og umsiting
Fríyrkisfólk
Bárður Olsen
31 ár
úr Haldórsvík
arbeiðir hjá Føroya Bjór
Spælir fótbólt við AB
Tey búgva í Hamrinum
á Argjum
Saman eiga tey seks
ára gamla Filip og eitt
ára gamla Paula
15. juli giftast Heidi
Lava Elgeirsdóttir
og Bárður Olsen.
Vígslan verður í
Haldórsvíkarkirkju
og veitslan verður
í B36-húsinum.