hósdagur 13. juli 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
19
av náttini verður lagt upp til eitt
stórt ball, har fólk hugna sær sam
an, sigur hon.
Brúðarferðin útsett
Bæði vilja tey fegin á eina
brúðarferð, men av tí at
Bárður spælir fótbólt, er
tað torført, at fáa tað at
hanga saman í summ
ar. Eisini sigur Heidi,
at tey hugsaðu um, at
synirnir skuldu hava
summarfrí saman við
foreldrunum í summ
ar, og tí hava tey útsett
ferðina.
- Eftir brúdleypið
fara vit ein túr til Dan
markar, og síðani fara vit
aftur til arbeiðis. Vit hava
útsett ferðina, men skulu á
hana einaferð, sigur hon.
Hini stressast
Spurt um, hvat hevur verið tað
strævnasta við at leggja brúd
leypið til rættis, sigur Heidi, at tað
er, at øll rundan um hana stressast
um stóra dagin.
- Tað er strævið, tá onnur stress
ast um, at eg ikki havi ornað hetta
ella hatta. Tey hugsa um, hvat tey
høvdu gjørt, og ikki um tað, sum eg
vil gera, sigur hon.
Og tað sum Heidi vil gera er ikki
neyðturviliga tað, sum hon fer at
gera. Fleiri ferðir hevur Heidi verið
noydd til at geva seg, tí hugskotini
hava verið for vill.
- Eg ætlaði at kamoflera alt
B36-húsið við avíspappírum, men
logistikkurin var ikki til tað, flennir
hon.
Umráðandi at fólk
hugna sær
Tey, sum kenna Heidi vita, at hon
er útvend, og henni dámar at vera
saman við fólki. Til tíðir skrivar
hon á Facebook, at hon hevur opið
hús, og biður øll tey, sum hon ikki
kennur koma framvið. Onkuntíð
er tað til ein kaffimunn, onkuntíð
grilla tey og onkuntíð er orsøkin,
at ein spennandi fótbóltsdystur
verður vístur á stórskíggja. Hetta
er júst tað sermerkta, sum eisini
fer at eyðkenna brúðleypsdagin
hjá henni og Bárði.
- Tað skal verða eg, og tað er ikki
tað sama, sum hini gera, sigur hon.
Tað er umráðandi, at gestirnir,
ið koma til brúdleypið hugna sær,
koma hvørjum øðrum við, eru
opin og møguliga koma at kenna
onkran, sum tey ikki kendu áður.
Soleiðis vil eg, at fólk minnast
okkara brúdleyp, sigur hon.
ÐA
ÚDLEYP
“Tað er umráðandi, at gestirnir, ið koma til
brúdleypið hugna sær, koma hvørjum øðrum
við, eru opin og møguliga koma at kenna
onkran, sum tey ikki kendu áður. Soleiðis vil
eg, at fólk minnast okkara brúdleyp”