Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 20 SAMRØÐA Løgtingsins Umboðsmaður hevur fleiri ferðir fingurin á lofti móti umstøðunum á psykiatriska deplinum. Á fleiri økjum eru hvørki umstøður ella mannagongdir eru nøktandi, heldur Sólja í Ólavsstovu PSYKIATRISKI DEPILIN FÆR ÁBREIÐSLUR FRÁ UMBOÐSMANNINUM DANJAL AV RANA – Í fleiri førum vóru eftirkanningar av fastspentum sjúklingum ikki framd­ar tríggjar ferðir um sam­ døgr­ið, sum ásett er, ella býttar javnt yvir samdøgrið. – Í fleiri førum var ikki skrásett, um sjúklingurin hevði givið sam­ tykki til viðgerðarætlanina. – Einki skipað eftirlit var við heili­vágs­goymsluni á Psykiatriska depl­inum, og at goymslan einans varð kannað, um illgruni var um óreglu­semi. – Baði- og vesiumstøðurnar á Psyki­atriska deplinum eru als ikki nøkt­andi. Hetta eru nakrar av við­merk­ ingunum hjá Løgtingsins Um­ boðs­manni, nú hon hevur verið á eftirlitsvitjan á Psykiatriska depl­ in­um. Eftirlitsvitjanin fevndi fyrst og fremst um stongda partin av psykiatrisku viðgerðareindini P40, og dentur varð lagdur á at kanna, um krøvini um tvingsil í psykia­tri­ lóg­ini verða hildin. Millum annað fýlist hon altso á, at í fleiri førum eru fastspentir sjúkl­ingar ikki eftirkannaðir tríggj­ ar ferðir um døgnið, sum lógin áset­ ur. Í øðrum førum eru tær tríggjar kann­ing­arnar ikki javnt býttar yvir sam­døgrið. Nógvar sjúkrameldingar Sjúkrafráveran á Psykiatriska depl­in­um er tvífalt so høg sum á Landssjúkrahúsinum annars, vís­ir frágreiðingin hjá Løgtingsins Um­ boðs­manni eftir eftirlitsvitjan sína á Psykiatriska Deplinum í oktobur í fjør. Á fundi við leiðsluna á Psyki­ atr­iska Deplinum upplýsti hon, at sjúkra­fráveran á P40, deildin, sum varð vitjað undir eftirlitsvitjanini, van­liga er nakað hægri enn á Lands­sjúkrahúsinum annars. Sjúkra­frá­veran fyrstu seks mán­ að­ir­nar í 2015 var 8,96 % í miðal og í 2016 var hon 6,21 % í miðal. Til sam­an­bering er var sjúkrafráveran á Lands­sjúkrahúsinum annars 4,52 % í meðal í 2016. P40 er ein psykiatrisk við­gerð­ ar­eind á psykiatriska deplinum og eftirlitsvitjanin fevndi fyrst og fremst um stongda partin av deildini. P40 er ein seingjadeild við 19 seingjarplássum, sum tekur ímóti sjúklingum, ið eru 18 ár og eldri. P40 er mannað við einum deild­ar­leið­ara og trimum vara­ leið­ar­um, einum til hvørja eind. Aft­ur­at hesum starvast eini 35 sjúkrarøktarfrøðingar og heilsu­ røkt­ar­ar á P40. Ein psykiatari er í føstum starvi og er eisini leið­ andi yvirlækni á deplinum. Ein psykiatari starvast á deildini í eini 10 dagar um mánaðin og fýra aðr­ ir yvirlæknar eru leyst knýttir at deild­ini. Harumframt starvast seks hjálp­ar­læknar á deildini. Fleiri harðskapsmál Í frágreiðingini hjá Sólju í Ól­avs­ stovu, verður eisini greitt frá, at tað kemur fyri, at starvsfólk á psyki­ atr­iska deplinum eru fyri harð­ skapi ella hóttanum. Frá novembur 2015 til novembur 2016 eru 12 skaðafráboðanir frá starvsfólkum á psyki­atrisku viðgerðareindini. Trígg­ir av hesum vórðu fráboðaðir løg­regluni. – Talan er um bæði hóttanir og lik­am­ligan harðskap, skrivar Sólja í Ólavsstovu. Stutt undan vitjanini hjá Løg­ tings­ins Umboðsmanni hevði Arb­eiðs­eft­ir­litið eisini verið á eft­ir­lits­vitjan viðvíkjandi harðskapsmálunum. Hetta varð gjørt, tí at frá 1. oktobur 2016 til Arbeiðs­eft­ir­litið kom á vitjan um heystið, høvdu tey fingið 10 frá­ boð­an­ir um harðskap ella hóttanir á deild­ini. DANJAL AV RANA Hóast løgtingsins umboðsmaður sig­ur, at bað- og vesiumstøðurnar hjá sjúklingunum á psykiatrisku við­gerðareindini P40 eru alt annað enn nøktandi, kunnu tey ikki vænta sær betri umstøður fyrr enn nýggi sjúkra­húsbygningurin er klárur at taka í nýtslu í 2021. Løgtingsins umboðsmaður skriv­ar í frágreiðing síni eftir eft­ ir­litsvitjanina í heyst, at av tí at hon veit, at nýggjur bygningur fer at standa klárur í 2021, hevur hon ikki lagt dent á at lýsa ver­andi hølisumstøðurnar í hesi frá­greið­ ing­ini. Kortini metir hon, at einstøk støð og øki hava tørv á ábøtum bein­an­vegin. Eitt av hesum økjum eru um­ støð­ur­nar hjá sjúklingunum at vaksa sær og at gera frá sær. Hon vísir á, at serliga á stongdu eindini eru viðurskiftini vánalig. Har er eitt vesi og eitt bað til tey fýra seingj­ar­plássini á intensivdeildini og eitt vesi á akuttdeildini, men einki bað. – Hetta merkir, at tá flest eru inn­løgd, eru sjey fólk ella fleiri um eina brúsu, og sjúklingarnar á akutt­deildini mugu yvir á eina aðra eind at vaska sær. Løgtingsins umboðsmaður vís­ir á, at persónliga reinføri hjá sjúkl­ing­u­m kann vera ein stór avbjóðing fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. – Tá so er, og tá sjúklingar kunnu vera spentir fastir í longri tíð, haldi eg als ikki verandi baði- og vesi­um­støður á intensivdeildini og akutt­deild­ini vera tíðarhóskandi. Hon hevur tí mælt Lands­sjúkra­ húsinum til, at bøta um hesi við­ ur­skiftini,­ so at sjúklingarnir á akutt­deildini fáa høvi at fara í bað á deild­ini og at fleiri vesi verða gjørd. Fyri einum mánaði síðani fekk løgtingsins umboðsmaður svar frá Lands­stýrinum. Leiðslan skrivar, at hetta hevur verið umrøtt fleiri ferð­ir, men at niðurstøðan hvørja ferð er, at tað er ov kostnaðarmikið. Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at umvælingar eru gjørdar, fyri at gera vesini meiri tíðarhóskandi, men at tey kortini ikki fara at gerast fleiri í tali. Tað má bíða til nýggi bygn­ing­u­rin er liðugur. Sum altso er um fýra ár. FÁA NØKTANDI VESI – UM FÝRA ÁR Tórmóður Stórá tekur viðmerkingarnar frá um­ boðs­manninum til sín, men er framvegis ósamdur við henni. DANJAL AV RANA Flestu av viðmerkingunum hjá Løgtingsins Um­boðs­ manni hava við manna­ gongdir og skrásetingar at gera. Hann viðgongur, at onkrar mannagongdir mugu gerast betri, men á onkrum økjum er hann ósamdur við umboðsmanninum. – Løgtingsins Um­boðs­ mað­ur vísir á, at vit einans nýta forbókstavir ella fornøvn, tá vit undirskriva skjøl og protokollir. Hennara atlit er, at til skal bera at eftirkanna, hvør var til staðar. Okkara atlit er, at starvsfólkini skulu kenna seg trygg. Tá fólk verða fastspent kunnu tey koma við hóttanum móti bæði starvfólkum og familjum teirra. Tá kann tað vera óbehagiligt, at skula seta sítt fulla navn á eitt skjal, sum sjúklingurin kann fáa eitt avrit av, tá hann fer heim, sigur Tórmóður Stórá. Hann heldur, at møguleikin fyri at eftirkanna, hvør var til staðar, framvegis er varðveittur, tí for­bók­stavir ella fornøvn kunnu sam­ anberast við vakt­ar­list­arnar, fyri at kanna, hvør var til arbeiðis júst hendan dagin. Hann er eisini ósamdur við løgtingsins umboðsmanni um, at heilivágsgoymslan ikki er nógv væl vard. – Vit skráseta, hvussu nógvan heilivág, hvør einstakur sjúklingur fær, men hava annars ikki eftirlit við, hvussu nógv hvør lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur tekur. Umboðsmaðurin vil hava okkum at telja heilivágsgoymsluna upp hvønn dag, men vit meta, at okkara eftirlit er gott nokk, sigur hann. Vesini og baðirúmini fær Landssjúkrahúsið ikki gjørt stórvegis við, sigur Tórmóður Stórá. – Hon fýlist á, at har eru ov fá vesi á deildunum, men sannleikin er, at í mun til fyri 20 árum síðani eru tað líka nógv vesi, men færri sjúklingar á hvørjari deild. Skuldu vit økt um talið á vesum, so mugu vit gera eina størri umlegging av allari kloakkskipanini hjá Landssjúkrahúsinum og tær milliónirnar metir leiðslan eru betri nýttar aðrastaðni, sigur Tórmóður Stórá. Eru ósamd um manna­ gongdirnar