Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 21 Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni, sigur, at av og á eru sjúklingarnir so vandamiklir, at einki annað er at gera, enn at spenna tey føst. ONKUNTÍÐ MUGU TEY SPENNAST FØST DANJAL AV RANA F r á g r e i ð i n g i n h j á Løgtingsins um­boðs­ manni nevnir, at fyrstu átta mánaðirnar í fjør vóru fólk fastspent 16 ferðir, úr fimm tímum upp í 43 dagar. Um­ boðs­maðurin skrivar, at í øllum før­un­um var tann grundgeving nýtt, at vandi var á ferð. Løgtingsins umboðsmaður skriv­ar, at hon hevur hvørki før­ leikar ella heimild til at meta um, hvørt nýtslan av tvings­ils­ fyri­skipanum hevur verið hósk­ andi og heimilað í einstøku før­ un­um. Føroya Kærustovnur er skrivari fyri Psykiatrisku Sjúkl­ingakærunevndina, og í ársfrágreiðingini hjá Før­oya Kærustovnur er at lesa, at Psyki­ atriska Sjúkl­inga­kæru­nevnd­in fekk fimm kærur um tvings­ins­ fast­spenningar í 2016. Onkrir av sjúkl­ingunum vóru fastspentir við maga-, hond- og fótreim í 8, 18 og 28 dagar. Tað er so staðfest, at fleiri før­ oy­ingar liggja fastspentir á aft­ur­ latnu deild á psykiatriska depl­in­ um í fleiri vikur. Sambært psykiatrilógini má fast­spenning einans nýtast at fyri­byrgja, at ein sjúklingur setir seg sjálvan ella onnur í ítøkiligan vanda, at ein sjúklingur jagstrar ella er øðrum sjúklingum til ampa ella ger herverk í ikki týdningarleysan mun. Tórmóður Stórá, leiðandi yvir­ lækni á psykiatriska deplinum sig­ ur, at í ávísum førum er neyðugt at halda fólk fastspent í longri tíð. – Vit síggja, at í mun til onnur lond, so hava vit lutfalsliga fáar og stuttar fastspenningar. Tó skal sig­ast, at júst í fjør vóru tveir sera sjúk­ir sjúklingar, sum gjørdu tað neyð­ugt at hava teir spentar fastar longri. Í øllum mínum 12 árum her á deild­ini havi eg ongantíð upplivað, at fólk hava ligið fastspent so leingi áður, sigur hann. Hann greiðir frá, at nakrir psykiatriskir sjúklingar eru sera ógv­us­ligir ­og vandamiklir, teir eru kanska sinnissjúkir og hava lítið samband við veruleikan. Tey kunnu tí gerast ógvuliga hóttandi mót­vegis starvsfólkunum. – Tey eru ofta klár til at loypa á, koma við hóttanum bæði móti starvs­fólkunum og móti familjuni hjá starvsfólkunum, sigur Tór­móð­ ur Stórá. Tað er í slíkum støðum, at starvs­ fólk­ini kunnu spenna fólk fast við magabelti, fót- ella hondreim. Eis­ini kunnu fólk ílatast serligar handskar, um tey klóra og skaða seg sjálvi. Tórmóður Stórá sigur, at hóast fólk verða spent fast, so liggja tey ikki í songini alt døgnið. Tey sleppa út á vesi ella at ganga ein túr, men skulu so í songina aftur. – Vit royna so av og á at loysa tey, fyri at vita, hvussu gongur. Vís­ ir tað seg, at tey so øsa seg aftur, so verða tey spent fast aftur, sigur Tór­móður Stórá. Yvirlæknin greiðir frá, at vit í Føroyum fylgja danskari lóg og nýta tey amboð, sum lógin til­ skilar. Í øðrum londum eru aðr­ar skip­an­ir. Ísland hevur tvings­ ils­fastspenning ikki verið nýtt síð­a­ni 1932 og í Onglandi hevur tvings­ilsfastspenning verið ólóg­lig síðani 1983. Har hava tey tí ment aðrar mannagongdir, sum mill­um annað umfata einarúm og bráð­ feing­is­toymi. – Í Onglandi verður nógv nýtt at halda sjúklinginum føstum og fylla hann við heilivági, inntil hann ikki longur fær rørt seg. Tað verður ofta kall­að ein kemisk spennitroyggja. Muskl­arnir verða stívir, tú fært ikki gjørt um teg, men ræðslan í sinn­inum er hin sama, sjúklingurin fær bara ikki gjørt vart við seg long­ur. So er spurningurin, um tað er nøkur betri loysn, sigur Tór­móð­ ur Stórá. Løgtingsins Umboðsmaður hart­a­r psykiatriska depilin fyri ikki at kunna skjalprógva, at sjúk­ ling­arnir verða eftirkannaðir tríggj­ar ferðir um døgnið, sum psyki­atrilógin sigur. Tórmóður Stórá sigur, at hetta merkir als ikki, at fast­spentu fólkini liggja fyri seg sjálvi, uttan uppsýn, í fleiri tímar. – Tá ein persónur verður spentur fast­ur, verður eitt starvsfólk sett av til at taka sær av viðkomandi. Tað merkir, at viðkomandi er inni í stovuni og hevur umsorgan við sjúkl­inginum. Hetta er 24 tímar um døgn­ið, meðan onkur liggur í belti, sig­ur hann. – Harumframt gera vit hvønn tíma eina kanning av sjúklinginum, har vit mála blóðtrýst og puls, um tað ber til, umframt at skráseta, um sjúklingurin er við vit, vakin og so fram­vegis. Sjúklingurin fær eisini ein sjúklingaráðgeva á vitjan innan 24 tímar eftir, at hann er spentur fastur, sigur yvirlæknin. Sjúklingaráðgevin er ein uttanveltaður persónur, sum skal stuðla sjúklinginum og gera eina met­ing um, hvørt fastspenningin er farin rætt fram ella ikki. Eftirkanningin, sum løgtingsins um­boðsmaður vísir til, er, at tríggjar ferð­ir um døgnið skal ein meting ger­ast av sjúklinginum, hvørt fast­ spenn­ingin skal halda fram ella ikki. Løgtingsins Umboðsmaður sig­ur, at psykiatriski depilin ikki kann skjalprógva, at hetta verður gjørt hvørja ferð. – Eg vil tó vera við, at hetta er nakað, sum verður gjørt hvørja ferð. Ein lækni eftirkannar um dagin, með­a­n sjúkrarøktarfrøðingar gera metingarnar um kvøldið og nátt­ina. Sjálvandi skulu vit syrgja fyri, at hetta verður skrásett hvørja ferð, sigur Tórmóður Stórá. Løgtingsins umboðsmaður ákær­ir psykiatriska depilin fyri brot á altjóða barnarættindini, tí at eitt 15 ára gamalt barn var inn­ lagt á deildini, tá hon var til eft­ir­ lits­vitjan. – Psykiatrilógin er jú galdandi fyri bæði børn og vaksin, men av­ bjóð­ingin hjá okkum er, at vit hava ikki egna deild til børn og ung. Ein­ asta alternativið hjá okkum í hes­ um førinum er at senda børnini til Danmarkar, og tað hava vit eis­ini onkuntíð gjørt. Tað tekur barna­ rætt­indasáttmálin ikki støðu til, men eg spyrji meg sjálvan, um tað er ein betri loysn, sigur leiðandi yv­ir­læknin á psykiatrisku deildini. DANJAL AV RANA Í frágreiðingini hjá løgtingsins Um­boðsmanni kemur undan kavi, at ein sjúklingur hevur verið fast­ spentur í 43 dagar á Psyki­atriska depl­inum. Sambært psykiatrilógini má fast­spenning einans nýtast at fyri­byrgja, at ein sjúklingur setir seg sjálvan ella onnur í ítøkiligan vanda, at ein sjúklingur jagstrar ella er øðrum sjúklingum til ampa ella ger herverk í ikki týdningarleysan mun. Løgtingsins Umboðsmaður skriv­ar, at í teimum 14 førunum var altíð nýtt sum grundgeving, at vandi var á ferð. Sambært hesum metir Psyki­atr­ iski depilin altso, at ein sjúklingur í 43 dagar á rað var til vanda fyri seg sjálvan ella onnur á deplinum. Løgtingsins umboðsmaður hev­ ur kannað 14 fastspenningar. Tær 14 kanningarnar vardu úr fimm tím­um upp í 43 dagar, skrivar Løg­ tings­ins Umboðsmaður. Kunnu ikki skjalprógva eftirkanningar Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at lógin ásetir, at fastspentir sjúkl­ ingar skulu eftirkannast minst tríggj­ar ferðir um døgnið, við jøvn­ um millumbilum, fyri at meta um, hvørt tvingsilsfastspenningin skal halda fram. Minst ein av hesum skal gerast av einum lækna. Sólja í Ólavsstovu sigur, at í níggju av teimum 14 førunum er greitt, at ein slík eftirkanning ikki skrá­sett at verða gjørd tríggjar ferð­ir um samdøgrið, eins og at í fleiri førum eru tær metingar, sum gjørd­ar eru, ikki javnt býttar yvir sam­døgrið. Fast­spenningarnar, sum Løg­ tings­ins Umboðsmaður hevur kann­að, vóru millum 1. januar og 31. august 2016. Onnur liggja eisini leingi Psykiatriska sjúkl­inga­kæru­ nevnd­in skrivar í síni ársfrá­ greið­ing, at hon hevur fingið 12 kær­ur um 20 tvingsilsinntriv í fjør. Fimm av kærunum vóru um tvingsilsfastspenning og skriv­ar psykiatriska sjúk­linga­ kærunevndin, at nakrir av sjúklingunum høvdu verið fast­ spent­ir við maga-, hond- og fót­ reim í 8, 18 og 28 samdøgur. Í yv­i­r­litinum hjá psykiatrisku sjúkl­ ingakærunevndini sæst, at tvings­ ils­fastspenning varð nýtt 17 ferðir í 2016, umfatandi 12 persónar. Av teimum 20 kærunum kom psykiatriska sjúkl­inga­kæru­nevnd­ in til ta niðurstøðu, at tvings­ils­inn­ trivini vóru góðkend í 13 førum, men ikki góðkend í trimum førum. Hin­ar kærurnar vórðu avvístar. Brot á altjóða barnarættindasáttmálan Tá løgtingins umboðsmaður í okt­ ob­ur í fjør var á eftirlitsvitjan á psyki­atr­iska deplinum á Lands­ sjúkra­húsinum, var eitt barn, 15 ára gam­alt, innskrivað á opnu eindina. Hetta er í stríð við altjóða barna­ rættindasáttmálan. Í honum stend­ ur, at barn, sum frælsið er tikið frá, og vaksin skulu haldast hvør sær, utt­an so at tað ikki verður mett at vera til gagns fyri tørv barnsins. Í frágreiðing síni skrivar Løg­ tings­ins umboðsmaður soleiðis: – Ásetingin hevur við sær, at sátt­mála­londini hava skyldu til at tryggja, at frælsistikin børn í út­ gangs­støðinum ikki eru innløgd á somu eind sum vaksin. Sambært upplýsingum á heimasíðuni hjá Lands­sjúkra­hús­ in­um tekur psykiatriski dep­il­in einans móti sjúklingum, sum eru 18 ár og eldri. Um børn og ung hava tørv á innlegging, sam­s­tarvar eindin við barna- og ung­dóms­ psyki­a­tri­ina. Løgtingsins umboðsmaður sig­ur, at í fyrstu atløgu ger hon ikki meiri við hetta málið, men at hon hevur tikið stig til at kanna viðurskifti, ið snúgva seg um innlegging av børnum á psyki­atr­ iska deplinum. Hon fer at viðgera hetta í eini frágreiðing fyri seg, sig­ ur Sólja í Ólavsstovu. SJÚKLINGUR LÁ FASTSPENTUR Í 43 DAGAR Hóast fastspenning einans skal nýtast, tá vandi er á ferð, liggja onkrir sjúklingar fastspentir í fleiri vikur