Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 22 Tíðargrein Vestnordisk Råd Inga Dóra Markussen, Aðalskrivari Gott samskifti millum Útnorðurráðið og ES-tingmenn Viðurskiftir í Arktis, elektronisk frámerki av kópaskinni á ES- marknaðinum og menningarætlanir hjá ES vóru nøkur av evnunum, tá Útnorðurráðið hitti ES-tingmenn í Brússel. Náttúruvannlukkan í Uummannaq - fjørðinum bleiv eisini viðgjørd. Á hvørjum ári hittast for­mans­skapurin í Út­ norð­urráðnum og ein sendi­nevnd mannað av ES-tingmonnum fyri at kjakast um við­urskiftir, sum viðvíkja lond­ unum í útnorði, Føroyum, Íslandi og Grønlandi og ES. Fundurin bleiv hildin 29. juni í Evropatinginum í Brússel. Hetta var níggjundi fundurin, síðani Út­norðurráðið og ES nevndin SINEEA(á donskum DEEA) gjørdu sína­millum avtalu í 2007. Viðurskiftir í Arktis, frá­ merkis­skipan av kópaskinni og rað­festingarnar hjá ES í sam­ bandi við økismenning fyri árini 2014-2020 vórðu sett á skrá. Fyri Út­norð­urráðið luttóku Bryndis Haralds­dóttir, formaður fyri Út­ norður­ráðið og limur í Altinginum, Kári Páll Højgaard, varaformaður í Útnorð­urráðnum og løgtingslimur og annar varaformaður í Útnorð­ur­ ráðnum og formaður í grønlendska landstinginum Lars Emil Johansen. Náttúruvannlukkan í Uammannaq Fundurin byrjaði øðrvísi enn und­ anfarin ár. Jørn Dohrmann, lim­ ur í ES-tinginum og formaður í SINNEA, vísti vegna nevndina Lars Emil Johansen samkenslu í sam­ bandi við náttúruvannlukkuna í Uummanaq-fjørðinum 17. juni. Lars Emil Johansen takkaði Jørn Dohrmann fyri heilsanina og lovaði at bera hana víðari. Hann segði, at Grønland sjálvandi er merkt av náttúru­vannlukkuni, sum hendi í Norður­grønlandi. Á fundinum bleiv sagt, at Grøn­ landi kundi kannað møguleikarnar fyri at søkja um stuðul frá ES til eina ávaringaskipan um skriðulop. Skip­anin er umfatandi, men Grøn­ land hevur atgongd til nakrar av stuðuls­skipanunum hjá ES, bleiv sagt á fundinum. Virksemið síðani seinast Formaðurin í Útnorðurráðnum takk­aði ES-sendinevndini fyri inn­bjóðingina. Hon greiddi frá, at árs­fundurin hjá ráðnum verður hild­in í Altinginum seinast í august mánað og bjóðaði formanninum í SINEEA at luttaka. Ársfundurin í ár byrjar við eini evnisráðstevnu, sum kallast “Út­ norður eitt máttmikið øki í Arktis”, har uttanríkisráðharrarnir í út­ norði eru bjóðaðir at luttaka. Sjálvur ársfundurin fer at verða merktur av eygeiðarastøðuni, sum Út­norðurráðið hevur fingið í Arkt­ iska Ráðnum. Varaformaðurin Kári P. Høj­ gaard greiddi frá seinastu evnis­ ráð­stevnuni, sum varð hildin í Havn í februar. Ráðstevnan snúði seg um, hvørjar avbjóðingar mann­ fólk hava. Kári P. Højgaard legði dent á, at ráðstevnan var serstakliga áhuga­ verd, og hon váttaði varhugan hjá ráðs­limunum, at livialdurin hjá monnum í útnorði er styttri enn aðra­staðni. Ráðstevnan staðfesti eisini, at menn ikki fara til lækna í nóg góð­ari tíð, og tí er deyðstíttleikin inn­an krabbasjúkur hægri. Eisini kom fram, at talið av dreingjum við diagnosum í skúlaaldri veksur, og at teir ikki nema sær víðari útbúgving í eins stóran mun og kvinn­ur. Kári P. Højgaard segði, at í Grøn­landi eru mannfólkabólkar sett­ir á stovn, har tosað verður um lívið, og hvørjar avbjóðingar menn­inir hava. Í Føroyum er tað van­liga undir neystavegginum, at menn møtast fyri at venda lívins við­urskiftum. Í februar hittust Útnorðurráðið og Ungdómsins Útnorðurráð, har tey ungu viðgjørdu spurningin: hvat krevst áðrenn útnorður verð­ ur eitt gott stað at búseta seg í. Hesum greiddi Lars Emil Jo­han­ sen frá. Tey ungu gjørdu fimm tilmæli, sum verða viðgjørd á ársfundinum. Tilmælini snúgva seg um sálarliga heilsu, útbúgving, íbúðarstøðu, nýggjan íðna og tørvin á einum ung­dómsforumi í útnorði. Arktis í miðdeplinum Viðurskiftir í Arktis fingu nógva rúmd á fundinum. Vegna ráðið kundi Lars Emil Johansen gleðiliga greiða frá, at Útnorðurráðið hevur fingið eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum. “Tjóðartingini, tey fólkavaldu og millumtjóða tingfelagsskapir eiga at miða eftir at ávirka polit­ isku avgerðagongdina í Arktis. Út­ norð­urráðið fer nú at arbeiða fyri, at fólkið í Arktis fær eina rødd. Hetta skal gerast við at fylgja og geva okkara íkast til arbeiðsbólkin hjá Arktiska Ráðnum fyri burð­ar­ dyggari menning”, segði Lars Emil Johansen. Jørn Dohrmann ynskti Ráðnum til lukku við úrslitinum og ynskti, at Út­norðurráðið stuðlar umsøknini hjá ES um eygleiðarastøðu í Arkt­ iska Ráðnum. “ES er størsti fíggjarligi stuðuls­ veit­arin í Arktis, og trý av ES-lima­ londunum eru limir í Arktiska Ráðn­um. Vit eru greið yvir, at tað eru geopolitiskar ørsøkir sum forða fyri eygleiðarastøðuni, men vit stríðast fyri, at tað broytist”, segði Jørn Dohrmann. ES í Arktis og øvut Á fundinum luttóku tvey frá­søgu­ fólk hjá ES-tinginum um Arktis. Urmas Paet úr Estlandi helt ein fyri­lestur um langtíðarætlanina hjá ES, sum bleiv samtykt í mars í ár. Langtíðarætlanin er umfatandi, og yvirskipað snýr hon seg um veður­lagsbroytingar, vernd av arkt­iska umhvørvinum, burdar­ dygga menning í og rundan um Arktis og altjóða samstarv um arkt­isk evnir. Eisini bleiv greitt frá mongu stuðulsskipanunum hjá ES, sum serliga eru ætlaðar Arktis. Arctic Stakeholder Forum bleiv tikið framum aðrar. Her blíva mest umráðandi íløgurnar og rað­fest­ ingarnar av ES-ognum eyð­merkt­ar av regionalum og lokalum myndu­ leikum. Harumframt blivu rað­fest­ing­ arnar hjá ES fyri regionala menn­ ing lagdar fram. Tær fevna um veður­lagsbroytingar, tillag­ing­ar­ evnir, umhvørvi og burðar­dygg­an flutn­ing og samskiftiskervi. Bryndis Haraldsdóttir takkaði fyri upplýsandi framløgurnar og váttaði, at stuðulsskipaninar hjá ES hava stóran týðning fyri londini í útnorði, tá talan er um at fíggja gransking í arktiskum málum. Kópaskinn og frámerkið Eitt av málunum, sum áður hevur sett dagsskránna er málið um kópa­skinn. ES bannaði í 2008 inn­ fluttningi av kópaskinni, tó bleiv Inuit-undantakið sett í gildið. Síðani hevur málið um kópa­ skinn verið ein stórur part­ur av hvørjum fundi mill­um Útnorð­ur­ ráðið og ES-sendi­nevnd­ina. Tað hev­ur eisini verið neyðugt. Í ár høvdu báðir partar góð tíð­ indir at bera, tí framstig eru í mál­ in­um. Christel Schaldemose, limur í ES-tinginum, greiddi frá um inn­ flutningsbannið hjá ES og um gongdina í málinum. Mill­um annað segði hon, at heims­handils­felags­ skap­urin WTO hevur stevnt ES fyri at gera mismun. “Tað verður hildið fast um, at tal­an er um innflutningsbann, men tað eru kópaskinnsvørur, sum eru lógligar sambært Inuit- und­antakinum. Tað er her, at av­ bjóð­ingin liggur. Ein kunn­ingar­ her­ferð hevur ikki verið rikin, sum Út­norð­urráðið sóknaðist eftir á sein­asta fundi. Á heimasíðuni hjá ES-kommissiónini finnast upp­ lýs­ingar um Inuit-undantakið, men tollarar hava tørv á kunning sum hesi, tá ein kundi hevur keypt kópa­skinnsvørur”, segði Christel Schalde­mose. Julia Pitera, úr Póllandi og limur í ES-ting­inum, segði, at hon var glað fyri kunn­ingina, hon fekk í Nuuk í fjør. Kunningin gav henni gott innlit í, at kópastovnurin er burðar­dygg­ ur. Hon var serliga ovfarin av, at kópur etur eini 17 kilo av fiski um dagin. Tú kanst lesa meira um hetta á heimasíðu Útnorðurráðsins. Eftir hetta tók Lars Emil Johansen orðið og takkaði ser­liga teimum donsku ES-ting­monn­un­ um fyri at fáa í lag Inuit-undan­ takið.