hósdagur 13. juli 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
23
“Tað hevur verið eitt torført mál,
serliga tí at kundin og tey sum hava
smásølu ikki kenna til undantakið,
og tí er tað torført at selja kópa
skinn til kundar í ES”, segði Lars
Emil Johansen.
Grønlendska landsstýrið hev
ur tikið stig til at seta íverk eyð
merking av kópaskinni, sum skal
góðkennast av ES-kommissiónini.
Grønlendski sendiharrin í
Brússel Mininnquaq Kleist kundi
greiða frá, at grønlendskir aktørar
hava borið fram eitt hugskot um,
hvussu tað skal blíva lættari at selja
kópaskinn. Ætlanin er at seta íverk
eina QR-eyðmerking, ein sokallað
“quick – response”, sum er ein tví
dimensional strikukoda, sum ein
kann skanna á fartelefonini. Eyð
merkingin sæst á heimasíðuni
hjá ES-kommissiónini. Her kann
ein lesa um kópaskinn og Inuit-
undantakið, men ynski hjá Grøn
landi er, at ES-kommissiónin ger
heimasíðuna meira brúkaravin
arliga.
Nýggja skipanin gevur keyp
aranum betri trygd fyri, at kópa
skinnið er veitt burðardygt.
Hvalaveiða minni umrøðu
Hesuferð var ikki nógv umrøða av
hvalaveiðu, men Christel Schalde
mose váttaði, at serliga handilslig
hvalaveiða elvir til kjak í ES-ting
inum, og væntandi verður sjóneyk
an sett á Noreg í næstum.
Kári P. Højgaard nýtti høvið at
vísa á merkisverdu hagtølini frá
grindadrápi, sum eru fleiri hundrað
ára gomul. Hann vísti á, at grinda
stovnurin er burðardyggur, og at
í Føroyum hevur man tryggað,
at drápið gongur skjótt fyri seg.
Einans fólk sum hava verið á skeið
og fingið prógv kunnu drepa hval
irnar.
Men ein av orsøkunum at
grindadráp í útnorði ikki vekir so
stóran ans, er Kate Sanderson, før
oysku sendikvinnuni í Brússel, at
takka. Hon og fólk hennara hava
kunnað ES-tingið og onnur áhugað.
Fleiri onnur áhugaverd mál
blivu tikin fram á tríggjar tíma
langa fundinum. Á einum millum
mála eftir fundin høvdu politikar
nir høvið at skifta orð um viður
skiftir í ES og í Arktis.
Næsti fundurin verður hildin í
Íslandi í 2018.
Frá vinstru: Ricardo SERRÃO SANTOS, limur í ES-tinginum frá Portugal, Jørn Dohrmann, limur í ES-tinginum og formaður í DEEA, Lars-Emil Johansen
2.varaformaður í Útnorðurráðnum og formaður í grønlendska tinginum, Inatsisartut, Christel Schaldemose, limur í ES-tinginum frá Danmark, Anna
Hedh, limur í ES-tinginum og næstformaður í DEEA frá Svøríki, Bryndís Haraldsdóttir, formaður í Útnorðurráðnum og limur í Altinginum, Kári
Páll Højgaard, varaformaður í Útnorðurráðnum og løgtingslimur. Julie Pitera, limur í ES-tinginum frá Polen er ikki við á myndini.