Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 24 SIÐSØGA Óli Jacobsen FF -blaðið legði í síni tíð lunnar undir teirri søguskriving, sum hevur hildið fram í Sosial­inum seinastu 10 árini. Vil­ mund Jacobsen var blaðstjóri frá 1990- 2001. Hann dugdi eisini at lofta góðum søgum. Ein av hans­ ara keldum var Virgar Frýdal, sum í ár hevði verið 100 ár. Virgar var ættaður úr bónda­ húsi á Velbastað, men hevði allar sínar dagar hug til sjógvin. Fyrsta skip, hann var við, var Fossanes í Klaks­vík. Í 1939 var hann við Marité. Virgar var í Danmark, tá ið landið varð hersett í 1940 og var tískil ein av teimum føroyingum, sum ikki slapp heim aftur. Virgar greiddi frá ógvusligum hendingum, meðan hann sigldi við danska reiðarínum Lauritsen. Tað kann sigast, at hansara áhuga­ verda søga er “bjargað” av FF- blaðnum. Hon er neyvan komin á prent í okkara krígssøgu. Bumbingin av Rotterdam Síðst í oktober 1939 fór Virgar á sjómansskúla í Svendborg. Her hitti hann sørvingin Richard Joensen. Virgar greiddi frá: Vit gjørdu av at royna at fáa hýru við onkrum skipi. Tann 9. jan­uar 1940 mynstraðu vit í Keyp­manna­ havn sum matrósar við skip­inum Alfa hjá reiðarínum Laurit­sen. Manningin taldi 14 mans. Eftir at hava siglt millum havnir í Europa komu vit til Rotterdam 9. apríl, júst tann dagin Danmark varð hersett. Skipið skuldi í dokk í Rotterdam. Har lógu vit til 20. juni. Tí komu vit eisini at uppliva hendingarnar, tá ið býurin varð bumbaður í sor. Týskland legði á Holland tann 10. mai. Hollendarar royndi at gera mótstøðu men máttu geva skarvin yvir eftir fáum døgum. Hetta hendi tískil meðan vit lógu í Rotterdam. Richard og eg høvdu kamar saman. Hann var vaktarmaður, so hann skuldi ansa eftir, at eingin óviðkomandi kom umborð. Tann 14. mai, klokkan 2 um nátt­ ina kom Richard inn til mín og segði, at nú var kríggið komið til Rotterdam. Flogvøllurin í býnum lá beint yvirav har vit lógu. Tískil komu vit at uppliva, at týsk flogfør bumbaðu fløgvøllin, og oyðiløgdu øll tey hollendsku flogførini, áðr­ enn tey kundu sleppa á flog. Ikki eitt slapp undan. So her var nógv oyðilegging. Morgunin eftir vóru týsk flogfør aftur yvir Rotterdam. Eftir hálvum tíma lógu eini 1.000 ósek fólk eftir á, og um 80.000 gjørdust heimleys. Stórur partur av býnum varð lagdur fullkomiliga í oyði. Í Rotterdam var ein gøta, har tað lógu eini 80 vertshús. Tá ið vit seinni fóru niðan í ta gøtuna, var alt slættað við jørðina. Ikki so mikið sum ein veggur stóð eftir. Tann einasta sjónliga leivdin, var danska sjó­manskirkjan í býn­um. Danir gjørdu rætt Virgar fekk rættiliga andstygd fyri týskarum, tá ið hann sá teirra eirindaloysi í Rotterdam. Hann helt, at royndirnar hjá Hollandi gjørdu í hvussu er greitt, at danir gjørdu rætt, tá ið teir ikki settu seg til mótstøðu, tá ið Danmark var hertikið 9. apríl 1940. Virgar greiddi annars frá, at tað var friðarligt í dokkini, men tað var ein øgiligur gangur. Rotterdam var og er ein stórur býur, og hann var sum eitt stórt bál. Men eftir sum teir lógu í útjaðaranum, vóru teir ikki beinleiðis hóttir. Meðan Alfa lá í Rotterdam fekst manningin við vanligt skips­ar­beiði sum at banka rust og mála skipið. Virgar helt áfram: Vit høvdu fitt av peningi til góðar. Tá so skiparin steðgaði allari útgjalding, legði øll manningin arbeiðið niður. Vit søgdu skiparanum, at eingin maður fór aftur til arbeiðis, fyrr enn vit høvdu fingið tað vit áttu. Skiparin gjørdist í øðini og bað allar um at gera seg klárar at fara í land. Skiparin fór í land, men tá ið hann kom aftur var hann í betri hýri. Hann bjóðaði manningini 30 hollendskar gyllin, sum svaraði til 60 krónur. Hesum tók manningin av. Hýran var 100 kr um mánaðin. Umframt hetta fóru 12 kr. í ein eftirlønargrunn. Afturat hesum fingu vit eitt krígsískoyti uppá 35% og yvirtíðarløn, um vit arbeiddu útyvir vaktina. Hetta gav tilsamans um kr. 500 um mánaðin. Loksins úr Rotterdam Ikki fyrr enn 21. juni fór Alfa aftur úr Rotterdam. Tá bleiv kravt av manningini, at hon alla tíðina skuldi vera í bjargingarvesti, bæði undir arbeiði, og tá ið sovið varð. So vandafult var tað tá blivið at sigla. Men áðrenn vit loystu, komu tríggir týskarar umborð. Teir skuldu ansa eftir, at skipið ikki rýmdi til Bretlands. Hetta høvdu nógv donsk skip annars gjørt. Tá ið vit høvdu siglt í 12 tímar var aftur vandi á ferð. Klokkan var úti við 6 seinnapartin og vakt­ar­ skifti skuldi vera. Meðan vit bíð­ aðu eftir klokkuni, sum boðaði frá vaktarskifti, varð skotið eftir okk­um. Granatirnar regnaðu um skipið. Vit løgdu stilt beinanvegin og skjót­ingin steðgaði. Samstundis rópti útkiksmaðurin, at kavbátur var um stýriborð. Raktir av torpedo Skiparin bað beinanvegin allar menn­inar koma upp á brúnna, men beint eftir bleiv skipið rakt av eini torpedo. Tá ið vit runnu upp á brúnna, hoyrdu vit neyðarróp úr salongini hjá maskinmeistaranum. Eg og ein annar matrósur lupu so inn hagar, men tá var longu alt ein ruðuleiki. Virgar Frýdal var ein av mongu føroyingum, sum upplivdi heimsbardagan á vígvøllinum Virgar Frýdal: SÁ ROTTERDAM VERÐA BUMBAÐAN Í SOR Virgar Frýdal var eitt rættur sjómaður Teir lógu í Rotterdam við Alfa, tá ið býurin varð bumbaður