hósdagur 13. juli 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
25
Hovmeistarin, sum var ein eldri
førur maður, lá á dúrkinum við
einum av týskarunum omanyvir
sær. Týskarin var deyður og illa
farin av løstinum, hann hevði
fingið, tá ið torpedoin rakti skipið.
Vit fingu flutt týskaran og fingu
hovmeistaran upp, hann var
óskaddur.
Donkeymaðurin var staddur
á fýrplássinum og 1. meistarin í
maskinrúminum, men teir komu
báðir upp í øllum góðum.
Komu á flakan
Alfa hevði tveir bjargingarflakar,
ein á afturlúkuni og ein á framlúk
uni. Eisini vóru tveir bátar, sum
hingu klárir í davidunum og ein
jolla, sum stóð á dekkinum.
Tá ið skipið varð rakt, fór ann
ar báturin og jollan í knús. Eg og
fýra aðrir menn komu upp á ann
an flakan. Teirra millum var 1.
stýrimaður, sum var ein sjómaður
í orðsins rætta týdningi.
Meðan vit sótu á flakanum
hoyra vit ein av matrósunum rópa
eftir hjálp. Hann hevði krøkt seg í
eitt stórt búur, sum hovmeistarin
hevði havt til kaninir og høsnar
ungar. Stýrimaðurin rópti á hans
ara og bað hann svimja til flakan.
Matrósurin svaraði, at tað fekk
hann ikki, tí hann var særdur.
Virgar leyp i havið
og bjargaði manni
Virgar leyp nú í havið við einum
bjargingarbelti og svam til
mannin. Tað var eitt knoss at fáa
hann í beltið, tí hann var blivin
nakað í ørviti av at halda í hetta
búrið, sum mól runt í sjónum við
honum.
Tað eydnaðist tó at fáa mannin
i beltið. Síðan svam Virgar við
matrósinum uppá sleip, og teir
komu í øllum góðum á flakan. Tá
kom hin bjargingarbáturin rekandi
við kjølinum uppi. Hann kom so
nær, at teir fingu fatur í honum og
fingu hann eisini á rættkjøl. Tá ið
teir høvdu oyst bátin tóman fóru
allir av flakanum í bátin. Tá fing
ust eisini hinir í bátin, sum enn
róku í sjónum.
Tveir av manningini komu ikki
aftur í aftur.
Blakaði revolvaran í havið
Tað fyrsta tann eini bjargaði týski
løgreglusoldáturin gjørdi, var at
taka revolvaran úr beltinum og at
blaka hann til sjós uttan eitt orð.
Menninir fóru so til árarnar,
men áralagið var so sum so. Fleiri
høvdu ikki hildið á ár fyrr. Teir
høvdu róð í 12 tímar, tá ein týskur
vaktarbátur tók teir upp og settu
teir inn í Hollandi. Í Amsterdam
fingu teir nýggj klæði. Fóru síðan
við toki til Berlin. Her var steðgað
í fimm dagar, so gekk leiðin til
Keypmannahavn við toki. Her tók
umboð fyri reiðaríið móti teim
um. Farið varð á skrivstovuna,
og manningin fekk útgoldið alt,
sum hon átti til góðar. Allir fingu
í boði at sleppa við øðrum skipum
hjá reiðarínum, men tað vóru bara
Virgar og Richard sum tóku av.
Bjóðaði Virgari útbúgving
Virgar var lítillátin maður. Tí vildi
hann treyðugt tosa um umrøddu
bjarging, og um viðurkenningina,
sum reiðaríið Lauritsen gav hon
um fyri hansara bjarging av særda
skipsfelagan.
Hann greiddi tó frá:
Eg bleiv kallaður inn á skriv
stovuna hjá stjóranum, Knud
Lauritsen. Hann spurdi meg, hvat
eg ætlaði at gera í framtíðini. Eg
segði sum var, at eg ætlaði mær at
gerast sjómaður. Lauritsen segði
tá, at hevði eg hug at fáa mær eina
nautiska útbúgving, skuldi eg bara
siga til. Reiðaríið vildi stuðla mær
peningaliga at fáa eina útbúgving.
Hetta skuldi vera samsýning fyri
umrøddu bjarging. Tað kom tó ikki
meira burtur úr tí.
Heiðraður av reiðarínum
Eitt sindur seinni fekk Virgar send
andi frá reiðarínum eitt sigaret
hylki úr silvuri við búmerkinum
hjá reiðarínum. Innan í var grav
erað:
Virgar Frýdal
Til minde om Alfa 21.6. 1940
J. Lauritsen
Eitt bræv fylgdi við, har tað varð
sagt:
Da Alfa krigsforliste, var De let
matros ombord. For Deres op
træden under forliset og Deres
indsats, hvormed de reddede
en kammerats liv, udtaler jeg
herved min fulde anerkendelse
og beder dem modtage vedlagte
erindringsgave.
Med megen agtelse
J. Lauritsen
Fitt fólk og góður matur
Virgar helt, at maturin umborð á
Alfa var góður og manningin var
stak fitt og fyrikomandi. Tað var
sum við brúdleypsborð. Ikki færri
enn fimm sløg av viðskera skuldi
vera á borðinum. Um hetta ikki var,
so góvu matrósar ilt av sær. Hetta
vóru føroyingarnir ikki vanir við
heimani frá, tí viðskeri fanst ikki
umborð á okkara skipum.
Virgar og Richard mynstraðu
báðir við skipinum Jenny hjá
sama reiðarí fimm dagar eftir, at
teir vóru komnir til Danmarkar.
Hetta var 31. juli 1940.
Skipið bleiv selt øðrum reiðarí
og fekk navnið Jørgen, men Virgar
og Richard blivu verandi umborð.
Siglingin var mest til Polen eftir
koli. Ein túr gjørdu teir til Finlands
eftir koli.
Slapp væl
Sjálvur slapp Virgar væl frá síni
krígssigling. Einasta mein var, at
hann í einum óhappi breyt nøsina
og skar seg í høkuna.
Virgar greiddi annars soleiðis frá:
Likamlig sár lekjast, men slíkar
hendingar, sum tær umrøddu, fara
ongantíð úr minninum. Ymiskt er
hvussu hetta tekur uppá fólk. Tú
tørnaði inn og legði teg, men tú
kundi altíð rokna við, at skipið
varð álopið. Men sjálvur hugsaði
eg ikki so nógv um hetta. Eg havi
altíð havt ta áskoðan, at lagnan er
avgjørd frammanundan.
Eg kom úr einum kristnum
heimi, har vit altíð bóðu Faðir Vár
og signaðu okkum, áðrenn vit
løgdu okkum. So eg kann ikki siga
annað, enn at eg eftir umstøðun
um kendi meg tryggan.
Men tað var ikki øll manningin,
sum hevði tað so gott. Tað vóru
nógvir, sum lógu í andvekri, tá ið
harðast leikaði á. Hovmeistarin,
sum var dani, gekk ofta uppi alla
náttina og drakk brennivín fyri at
stilla nervarnar.
Hitti Johan í Hoyvík
Í mars 1941 fór skipið i dokk í Fred
erikshavn, og tað var har, at Virgar
hitti Johan í Hoyvík.
Tá kom hann at rógva út sam
an við Johan, sum eisini var inni
brendur, tá ið týskarar tóku Dan
mark. Teir royndu við snurriváð
fyrst frá Frederikshavn og síðani
frá Esbjerg.
Johan vildi so fegin sleppa til
Føroya, hóast tað í veruleikanum
var ógjørligt undir krígnum.
Men Johan var snúðin. Hann
hevði ein bát, sum var ov lítil at
fara til Føroyar við. So hann bílegði
Hoyvík við tí endamáli at kunna
rýma til Føroyar við honum. Hetta
gjørdi hann so í desember 1943,
og Virgar var ein av teimum fýra
monnunum, sum vóru við. Í fyrsta
umfari gekk ikki væl í hond. Teir
vórðu av donsku vaktartænastuni
tiknir inn aftur til Esbjerg, tí teir
vóru undir illgruna um at hava
siglt við sabotørum.
Tá ið tað varð greitt, at einki var
í hesum, løgdu teir avstað aftur.
Og nú eydnaðist, og teir komu á
Havnina 11. desember.
Men at ein bátur skuldi koma til
Havnar úr Danmark skapti eisini
illgruna hjá bretsku myndugleik
unum í Føroyum. Men tá ið tað var
greitt, hvørjir menninir vóru, kom
hetta eisini í rættlag.
Hoyvík fór til fiskiskap við
snurriváð, men tá ið teir komu
til Bretlands at selja vóru aftur
trupulleikar við bretsku myndug
leikarnar. Teir visti um søguna hjá
Hoyvík, og øll manningin mátti
fara til London til forhoyr.
Men tá var sloppið við trupul
leikum av hesum slagi. Seinni
bygdi Johan Kúrberg og Virgar
keypti Hoyvík.
Komandi partur
Í komandi parti verður frásøgn um
sildaveiðu í 1960-árunum.
Rætting:
Eitt eftirnavn var komið skeivt fyri í frásøgnini
um Martu í seinasta parti. Rætta navnið var
Jacob Vágseið.
Henda myndin úr Rotterdam vísir úrslitið av
bumbingini. Alt er í sori men kirkjan er óskalað.
Hoyvík komin á Havnina minniligu ferðina
Umborð á Hoyvík. Virgar er í brúgvarútinum. Á dekkinum
aftast er Hans Mortensen, Argir, Dánjal Juul Danielsen,
Velbastað og fremst Poul Anker Hansen, Kollafirði