Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 26 ENDAÐI Á SJÚKRAHÚSINUM Ein spælari hjá Víkingi endaði á sjúkrahúsinum dagin fyri dystin. Talan er um eykamálverjan, Bárður á Reynatrøð. Ungi málverjin var óheppin til seinastu venjingina undan dystinum, tá hann skuldi bjarga skotið. Hann gekk við gips og væntandi gongure in løta, áðrenn málverjin kann spæla aftur. Spurningurin er nú um felagið ger nakað við at fáa eykamálverja til seinna dystin? Víkingur er eitt familjufelag við sterkum bondum millum allar partar av felagnum. Frá spælarunum til viðhaldsfólkini. Men Víkingur er eisini eitt felag við einum sterkum vinnaravilja og enn eina ferð bera víkingar Merkið í Evropa-fótbólti TRÓNDUR ARGE – ÍSLAND Sangurin rungar í leigu­ flúgvaranum á veg heim úr Ís­landi. Tað er bara ein løta síðani, at kekkiski dómarin hevur bríks­lað fyri seinastu ferð í fyrra dystinum í 2. umfari av Champions League undan­ kappingini. Víkingar kunnu kenna seg hepnar við 1-1 javn­ leiki­num, men søgan sigur, at tað er ikki av tilvild at júst Víkingur fær úrslitini í Evropa. Viðhaldsfólkini hava leigað flúgvara til túrin. Heimferðin er stutt eftir dystarenda og lagið óført í flúgvaranum. Sangir og róp hoyrast gjøgnum allan flúgvaran. Tað ger held­ur ikki lagið verri, at røddin í hoytalaranum er flog­terna, sum øll kenna í Vík­ingi. Jenny Gregersen er kona liðskiparan í Víkingi, Atla Gregrsen. Tí var stórur fagnaður, tá hon ynskti øllum vælkomin umboð á flúgv­aran. Hendingin er bara ein av fleiri, sum vísa hvussu gott samanhaldið er í føroyska flagg­skipinum í Evropa. Vón­ andi er ferðin bara byrjað. Við leiguflogari til Íslands Viðhaldsfólkini hjá Víkingi settu sín dám á Reykjavík. Kvøldið fyri dystin varð skip­að fyri hugnaløtu í grøna herberginum, sum ligg­ur í miðbýnum. Tað er kendi sangarin, Jógvan Han­ sen, sum eigur ”Græna her­ bergið”. Har bleiv bæði spælt og sungið, og tú fær ein kenslu av hvat hetta er fyri eitt felag. Víkingur er eitt familjufelag, ið tykist at verða rikið á skinsaman hátt. Felagið hevur gingið á odda í Evropa og eigur fleiri før­oysk met og søgu­skriv­ ing­ar. Mikukvøldið vóru upp til 200 viðhaldsfólk hjá Víkingi til dystin í Íslandi. Tað bæði hoyrdist og gjørdi mun sambært spælarunum. Spældu illa Talan er um eitt lítið bragd, at Víkingur megnar at spæla 1-1 á útivølli, men tað er breið semja í leguni hjá Víkingi, at hetta var als ikki tann besti dyst­urin, ið liðið hevur spælt. -Hetta úrslitið kunnu vit av­gjørt brúka. Vit fóru eftir at halda lív í uppgerðini og tað hava vit klárað, sigur Sámal Erik Hentze, men leggur afturat: -Vit fingu teir at gera tað, sum vit ætlaðu, men vit høvdu trupulleikar við at spæla. Vit at royna, men tað riggaði als ikki. Eg veit ikki ordiliga hví, tí tað var pláss at spæla á og vit vóru ikki so trýstir, sigur venjarin hjá Vík­ingi. Atli Gregersen er samdur við venjarnum, tá prátið fellur inn á leikliga avrikið. -Vit raka ikki hæddirnar leikliga, sum vit annars hava gjørt onkrar av hinum dystunum í seinastuni. Vit eru nøgdir við javnleikin, tí vit eru trýstir ein stóran part av dystinum, sigur lið­ skiparin. Ein stóran part av dysti­ num megnar Víkingur ikki at spæla seg úr trýstinum. Tað sæst eisini aftur í trýstinum hjá FH, sum bara blívur størri og størri móti enda­num av fyrra hálvleiki, um­framt fyri ein part av seinna hálvleiki. Lyklastøðan 37 ára gamli Sorin Anghel fekk ein lyklaleiklut, tá hann vann víkingunum eitt brottspark. Eftir javnt og savnt trýst í seinna hálv­ leiki, var ilt at fáa eyga á hvar Víkingur skuldi fáa mál­ið frá. Í fyrra hálvleiki hevði Sorin Anghel ein risa møgu­leika, men stútarin fór beint framvið. Eitt stórt korter fyri tíð stútar Andreas Lava Olsen bóltin innfyri. Sorin Anghel er fystur á og verður eftirfylgjandi feld­ ur. Talan er helst um eitt bíligt brotsspark, men høvðus­per­sónurin er ikki í iva. -Eg renni í blindvinkulin hjá verjuspælaranum og tveiti meg fram eftir bólt­ in, so verjuspælarin hjá teim­um má tveita seg eisini. Hann rakar meg og tað er brotsspark, sigur Sorin Anghel, sum eisini er hjálparvenjari hjá Víkingi. Uppgávuna at skjóta fekk Adeshina Lawal úr Nigera. Hann hevur skotið brots­spørkini hjá Víkingi í ár, og er ein av teimum, sum ikki hevur spælt saman við Gunnari Nielsen á lands­lið­ num. -Tað er altíð ein vandi fyri at brenna, tá tú skjýtur brotsspark. Eg bíðaði so leingi sum eg kundi og mál­verjin fór hinvegin, sig­ur Adeshina Lawal um brots­sparkið. Hann helt eisini fyri, at tað var ein harður og tor­førur dystur at spæla móti FH. Víkingur á odda - men ikki favorittur Víkingur er nú á odda, tí teir hava eitt mál á útivølli. Tað ger teir ikki til favorittar, men tað merkir at FH skal skora á Tórsvølli týskvøldið, um teir skulu hava nakran møgu­leika at koma víðari. -Vit koma at spæla betri á Tórsvølli. Har kenna vit vøll­in og hava vónandi nógv­ar áskoðarar, sum stuðla okkum. Vit hava ein møgu­leika og honum fara vit eftir, sigur Sámal Erik Hentze, venj­ari hjá Víkingi. Víkingur er eitt sterkt familju­felag og tað sæst aftur á vøllinum, har spælar­ar­nir stríðast fyri hvørj­um øðrum. Víkingur er á odda, men teir eru enn ikki favorittar. Munurin kann blíva áskoðarafjøldin á Tórsvølli. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Champions League: FAMULJUFELAGIÐ BERIR MERKIÐ Í EVROPA