Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 27 GUNNAR LÍTIÐ AT GERA Føroyski landsliðsmálverjin hevði ikki so nógv at gera í dystinum móti Víkingi. Hann hevði eina størri bjarging, tá Sølvi Vatnhamar royndi seg við skoti eftir hornaspark. Annars tóktist Gunnar Nielsen ikki hava stórvegis trupulleikar, men kundi verið hetjan um hann bjargaði. Gunnar Nielsen skal nú spæla móti Víkingi á sínum landsliðsheimavølli, sum er Tórsvøllur. Í spælarametingunum úr Íslandi gongur eitt aftur. Spælararnir avrika á einum jøvnum høgum stigi. FH er ein væl torførari mótstøðu enn Trepca 89, umframt at dysturin er á útivølli. Tí eru spælarametingarnar á sama stigi, sum tá Víkingur vann 4-1 á Terpca 89 í Kosovo. Tað er breið semja um, at Víkingur ikki spælt væl í Íslandi. Liðið gjørdi óvanlig mistøk, sum kundu havt kostað dýrt, men hesa ferð var eydnan við føroyska liðnum. Tað, sum verður høgu spælarametingarnar er, at Víkingur tekur av, tá teir skulu. Tað hevur verið ein avbjóðing hjá føroyskum feløgum í Evropa, men Víkingur hevur megnað tað upp til fleiri ferðir. Víkingur fekk tveir møguleikar og kanska tvær góðar støður afturat. Tað gav eitt mál og ein javnleik. Víkingur spælir dystin akkurát, sum teir skulu. Verja væl og leypa á, tá teir hava møguleikan. Tað telur tó niður fyri flestu spælararnar, at tað gekk so illa at halda upp á bóltin. Onkrir spælarar mundu hava munin á hinum. Eitt nú Erling Jacobsen og Gunnar Vatnhamar, sum tóktust stand asterkir í myndini. Ongin spældi undir miðal, sum er eitt góðkent avrik. Tað tykist sum 5-talið er ein undirmett meting, tí hon merkir, at spælarin hevur røkt sína upp á til lýtar. Enn eitt liðavrik frá Víkingi GERT HANSEN Champions league 2. umfar FH (ÍSLANDI) 0 1 VÍKINGUR 0 1 12. juli 2017 á Kaplakrikavöllur. Hafnarfjörður, Ísland. 6 7 SØLVI VATNHAMAR 6 HANUS JACOBSEN 7 ATLI GREGERSEN 7 SORIN ANGHEL 8 ERLING JACOBSEN 8 GUNNAR VATNHAMAR 7 HANS J. DJURHUUS 7 ELIAS RASMUSSEN 7 FRÓÐI BENJAMINSEN 6 ADESHINA LAWAL Venjari: Sámal Erik Hentze 8 Andreas Lava Olsen, 63 (Gert Hansen út) Heðin Hansen, 85 (Sorin Anghel út) 7 6 Dómari: Petr Ardeleanu (Kekkia) Sæð við føroyskum brillum dømdi kekkiski dómarin í løtuni nakað nógv til heimaliðið, men við brotssparki- num í huga, so varð talan um eitt balansera avrik. Á góðari leið. 7 Enn eitt liðavrik FH – Víkingur 1-1 (0-0) 1-0 Emil Pálsson, 49 1-1 Adeshina Lawal, 73 br Dómari: Petr Ardeleanu (Kekkia) Gul kort: FH: Pétur Viðarsson, Emil Pálsson Víkingur: Adeshina Lawal, Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen og Erling Jacobsen Spælarametingar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin!