hósdagur 13. juli 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
30
HANUS KAMBAN
er 3/4 av leiðini til eina heila øld!
Tann 25. juni í ár fylti tann
littereri, journalistiski og
æstetiski slitmaðurin, Han
us Kamban 75 ár.
Fáur føroyskur menta
maður, um nakar, hevur lagt
so nógv og so fjøllbroytt in
tellektuelt tilfar úr hondum,
sum Hanus.
Hann hevur verið rit- og
blaðstjóri, hevur skrivað
kronikkar, ummæli, essays,
ævisøgur, stuttsøgur, skald
søgur og lesarabrøv um al
skyns evni.
Hartil hevur hann vid
beinraknum málbrúki týtt
nógv tilfar úr bædi donsk
um, svenskum, týskum,
fronskum, eingilskum og
forngriskum máli.
Hann røkkur so víða in
tellektuelt og so langt, at
tann kulturella slóðin eftir
hann, er fjøllbroytt at finna
í alskyns samfelagsmálum,
gerandisligum debattkulturi,
partapolitikki og upplýs
andi greinum um bæði kul
turella- og politiska søgu.
Hanus búði síni bestu ung
dómsár í Kjøpinhavn sum
sera aktivur lesandi útiseti.
Tá ið hann kom aftur til
Føroya, hevði og varðveitti
hann tað gløgga gestsins
eyga, sum útisetakulturur
in í Kjøpinhavn hevur givið
so mongum føroyingi eina
tíð. – Men Hanus tordi at
halda fast við ta kritisku
eygleiðararolluna og kundi
tí rættiliga fordómsfrítt lut
taka í føroyskari debatt, og
har var hann als ikki ørinda
leysur. Tað førdi í fyrstuni
til hvassar konfrontatiónir,
sum fingu nógv fólk til at
rakna við og sleppa Candide-
syndrominum eina tíð.
Á okkara parnassi lýsir
Hanus heilt burturúr. Hann
hevur ikki bara talent, men
hann hevur fyrst og fremst
eina gigantiska substantiella
vitan um litteratur, mál og
æstetikk, – hartil er hann so
húsvandur í kontinentalum
européiskum kulturi, ser
liga týskum og fronskum,
at hann førkar seg astron
omiskt burtur frá øðrum
provinsiellum føroyskum
skribentum.
Hann hevur risastóra
almenna vitan og ta solida
klassiska dannilsið, sum er
so sjáldsamt í dag.
Ein rithøvundur, sum
ikki hevur holla paratvitan
um søgu, filosofi, litteratur
ella mál, svíkir sín lesara,
gevur honum, sum frá líður,
steinar fyri breyð og fyrr
ella seinni keðir tað tann
gløgga lesaran.
Hanus hevur víðan hori
sont, – Hanus er ongantíð
keðiligur, – Hanus er sjálvur
arbeiðssamur og spillir ikki
tíðina hjá fólki!- Hartil hev
ur hann bæði stóra almenna
vitan, humor og forsónliga
sjálvironi.
Hanus Kamban hevur
fingið fleiri heiðursprísir
fyri sítt mentaarbeiði. Hann
er bæði komin á ta føroysku
og donsku fíggjarlógina fyri
síni littereru avrik.
Eftirsum vit hava so fá
fólk við víðum kulturellum
útsýni, er tað ófatuligt, at
tað ikki oftari er boð eftir
Hanusi í teimum føroysku
fjølmiðlunum.
Hann átti at verið sjálv
sagdur intellektuellur ment
or í kringvarpi; men hann
verður alt for ofta lopin um.
Man tað vera tí, at hann
er í útjaðaranum av okkara
heimføðisliga parnassi, har
tað klassiska dannilsið er ein
rættiliga stór mangulvøra.
Man eigur sjálvsagt at
brúka fólk, meðan tey enn
eru á lívi. -
Sleppur Hanus meira
framat milum orðafólk,
kann tað bara lyfta niveauið
munandi í okkara debatt-
kulturi, har tey intellektu
elt ørindaleysu oftast seta
dagsskránna..
Fyri okkara kulturella
og litterera BNP er Hanus
Kamban okkara allarstørsti
fongur.
Eg havi nevnt tað fyrr:
Tað eru bara trý fólk, sum
hava havt tilsvarandi univer
saltýdning fyri føroyskan
litteratur og annars almenna
føroyska mentan, sum Han
us, og tey eru øll undir grønu
torvu í dag.
Tey eru Rikard Long,
Mads Andreas Jacobsen og
Ebba Hentze. Øll vóru tey,
líka sum Hanus, útisetar í
mong ár.
Vit eru fleiri útisetar,
sum post festum ynskja
Hanusi hjartaliga tillukku
við teimum 75 árunum og
vónandi nógv komandi
kveikjandi virkisár í okkara
orða-media.
Virgar T. Dalsgaard
NØVN
SKIPANARÁBYRGDARI GRUNDARDÁTUR
Førleikar og útbúgving
o
Týdningarmikið er, at tú kennir til rakstur, menning og trygd av
KT-skipanum og til sáttmálar og avtalur sum fylgja við hesum.
o
Tú skalt duga væl at samskifta og samstarva í einum umhvørvi við
følbroyttum og siðbundnum fak-umhvørvum.
o
Tú skalt vera opin, lurta og samstundis hava greiðu stevnumiðini fyri
tær. Samskipan, organisatión og kunning eru lyklaorð.
o
Tú skalt hava kunnleika um og helst royndir í at brúka amboð og
háttaløg í verkætlanarleiðslu.
o
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving á í minsta lagi bachelor-stigi í t.d.
kunningartøkni, samskifti, organisatión e.l.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv til 31.12.2020, og kann verða longt. Starvið verður
sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og verður lønt eftir
teimum royndum og teirri útbúgving, umsøkjarin hevur. Starvssetanin og arbeiðsstaðið
verður á Umhvørvisstovuni, og tú vísir formliga til stjóran. Í sambandi við tær uppgávur, tú
hevur í grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum, vísir tú tó til verkætlanarleiðaran fyri
grundardátur.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Umhvørvisstovuni,
Traðagøta 38, Boks 2048, 165 Argir ella við teldubrævi til us@us.fo. Umsóknin skal hava
frámerkið “Skipanarábyrgdari”. Umsóknarfreistin er 15.08.2017. Meiri fæst at vita við at
venda sær til Umhvørvisstovuna, Petur Nielsen, stjóra, á peturn@us.fo/tlf. 234310 ella Jóanis
Erik Køtlum, verkætlanaleiðara fyri grundardátur, á joanis@talgildu.fo/tlf. 251350.
Umhvørvisstovan
er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis-
vernd, umhvørvisgransking, orkumál og el-veitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, adressur, kort og
geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan varðar av korttænastuni
kortal.fo.
Umhvørvisstovan er grundardátustovnurin í verkætlanini Talgildu Føroyar
Les um Talgildu Føroyar á www.talgildu.fo
Umhvørvisstovan søkir eftir skipanarábyrgdara
til grundardátuøkið.
Grundardátur er ein av fýra høvuðstáttum í verkætlanini Talgildu Føroyar, og
Umhvørvisstovan hevur fakligu og rakstrarligu ábyrgdina av hesum parti av verkætlanini.
Skipanarábyrgdarin skal í tøttum samstarvi við Talgildu Føroyar samskipa arbeiðið at
menna og reka grundardátuskráirnar á Umhvørvisstovuni. Talan er um nýtt starv, og
tann, ið settur verður fær møguleika at mynda starvið.
Starvið
Grundardátuøkið fevnir um landsfólkayvirlit, eina komandi virkisskrá, ognarskráirnar -
tinglýsing og matrikul - , adressur, kort og aðrar staðsettar dátur.
Hesi myndugleikaøki skulu mennast, so dáturnar beinanvegin vera tøkar hjá øllum
samfelagnum at gagnnýta. Eisini skal samskiftið við borgarar, kommunur, aðrar almennar
myndugleikar og vinnulív verða talgilt og sum mest sjálvvirkið.
Ábyrgdarøki og høvuðsuppgávur
o
Í samstarvi við leiðslu og starvsfólk á einstøku fakøkjunum at
samskipa menningar- og rakstrarátøk.
o
Vera samskiftislið við verkætlanarleiðaran fyri
grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum.
o
Skipa og menna tøkniliga rakstrarumhvørvið.
o
Samskifta við veitarar og m.a. gera og røkja rakstraravtalur og SLA.
o
Verkætlanarleiðsla.
o
Eggja almennum stovnum og privatum virkjum at gagnnýta
grundardátur.