Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 31 SamferðSlumálaráðið Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru løgd saman í ein stovn, og søkt verður við hesum eftir stjóra til stovnin. Arbeiðsuppgávurnar hjá stjóranum Arbeiðs- og brunaeftirlitið er ein vitanartungur stovnur, har arbeiðs- økið og rættargrundarlagið eru um fat andi. Stovnurin arbeiðir fyri einum sunnum og tryggum arbeiðsumhvørvi á øllum før oysk- um arbeiðsplássum. Harumframt virkar stovnurin fyri brunatrygd. Stjórin hevur dagligu leiðsluna av stovninum og samskipar alt arbeiðið hjá Arbeiðs- og bruna eft- ir litinum. Viðkomandi skal tryggja eitt vælskipað og munagott eftir- lits virk semi, nøktandi tænastustøði og høgt vitanarstøði, soleiðis at stovn ur in røkir sínar skyldur til fulnar. Hetta inniber m.a. - At leggja til rættis og raðfesta uppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum - Saman við Sam ferðslu mála ráð- num at tilevna og dagføra lógir og kunngerðir innan arbeiðs- umhvørvið og brunatrygd - Ráðgeva landsstýrismanninum í málum innan arbeiðsumhvørvið og brunatrygd - Leggja ætlanir og mannagongdir fyri arbeiðið hjá stovninum - at mynda stovnin úteftir Umsøkjarin Um tú metir teg lúka niðan fyri- stand andi treytir, ert tú vælkomin at søkja starvið. - Tað er neyðugt, at stjórin hevur góð samstarvsevnir, tí starvsfólkahópurin á stovninum er breitt samansettur við fólkum úr ymiskum fakbólkum - Stjórin skal vera álitisvekjandi, málrættaður og kunna fremja góð úrslit, samstundis sum við- kom andi megnar at leiða og skapa eldhuga hjá starvs fólk- unum - Stjórin skal megna at hava gott yvirlit yvir ymisk økir í senn og skal duga at samskipa og raðfesta hesi - Stjórin skal eisini vera árvakin og kunna meta um, hvar sam felagið hevur tørv á, at eftir lits mynd ug- leikin fremur fyribyrgjandi átøk og setur inn við meira eftirliti - Tað er ein greiður fyrimunur, um stjórin hevur leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir innan almenna ella privata arbeiðsmarknaðin - Tað er somuleiðis ein fyrimunur, um stjórin hevur vitan og royndir innan arbeiðsøkini hjá stovninum - Stjórin skal harumframt hava viðkomandi útbúgving Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært av talu. Starvið er lønt ájavnt 37 løn ar flokki sambært sáttmálanum mill um Fíggj armálaráðið og Tæn astu- manna felag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Umsókn Umsóknir saman við prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til Samferðslumálaráðið Tinganes Postrúm 64 110 Tórshavn ella smr@smr.fo Umsóknin skal vera Samferðslu- mála ráðnum í hendi í seinasta lagi tann 18. august 2017. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Rúna Joensen, aðalstjóra, á telefon 558070. STJÓRI TIL ARBEIÐS- OG BRUNAEFTIRLITIÐ Um stovnin: Arbeiðs- og brunaeftirlitið er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur 6.239.000 kr. á fíggjarlógini til rakstur. Umframt stjóran starvast 11 fólk á Arbeiðs- og bruna eft- ir litinum, sum heldur til á Eirargarði í Havn. Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er støðugt at betra arbeiðsumhvørvið á øllum føroyskum arbeiðsplássum umframt at virka fyri brunatrygd. Arbeiðs- og brunaeftirlitið fremur eftirlitsvitjanir, leiðbeinir pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, stovnum, feløgum og per- són um, skrásetur og granskar vanlukkutilburðir og ráðgevur landsstýrismanninum viðvíkjandi arbeiðs um hvørvis málum. Sum brunamyndugleiki fremur stovnurin regluligt brunasýn av bygningum og mannaverkum annars og góðkennir og hevur eftirlit við eldfimum virkjum, oljugoymslum, brennievnissølum, gassgoymslum og flutningi av vandamiklum evnum. Økta virksemið í samfelagnum, serliga innan byggivinnu og framleiðslu, merkir, at arbeiðs- byrðan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er økt munandi. Í 2017 er ætlanin at raðfesta sálarliga arbeiðs umhvørvið, fyribyrgja arbeiðsvanlukkur, fremja regluligt brunasýn og at dagføra rættar- regl ur innan arbeiðsumhvørvismál. Sí annars heimasíðuna, www.arb.fo Ebenezer Sunnumorgun kl. 11: Minnismáltíð Harrans. kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnu­ dags­skúl­in er í summarfrí. Ungdómsmøtið er byrjað uppá summarskránna. Lýst verður á facebook, nær møtini verða. Meinigheitshúsið í Havn Sunnudagin, kl. 17.30 Bøn, kl. 18. Vitnimøti. www.meinigheit.fo Soli Deo Gloria Sunnudagin kl. 17 bøn. Kl. 18 møti bøn/lovsangur og GuitarFriends framføra. Eftir møti fara vit at grilla. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin: Kl. 17.30 bøn-& lovsangur. Kl. 18 møti v/ Klæmint og Anni Sólsker. Ebenezer Sunnudag kl. 11: Minn­ is­máltíð Harrans. Sunnu­ dags­skúlin er í summ­ar­frí. Kl. 18: Evan­gel­iskt møti. Ung­dóms­møtið er byrja uppá summarskránna, ið verður lýst á facebook. Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30, kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Frelsunarherurin Sunnudagur kl. 11. Halg­an­armøti við barnavælsignilsi Konsert í Miðvágs kirkju Sunnudagin kl. 16 verður kon­sert í Miðvágs kirkju við Vága sound. Tey luttakandi eru: Holgar Jacobsen, Sámal Ravnsfjall, Magnus á Stong­um, Jørgen Niclasen, Dorthea Dam, Jensia Dam, Óluva Dam. Adventistakirkjan Leygardagin Kl. 10 Sabbats­skúli: Edvard Andersen Kl. 11 Gudstænasta: Aase Bømler Olsen Gudstænastur sunnudagin 16. juli Talvan gongur fyri Sjó­ mans­missi­ónina hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Gjógv: kl. 11 messa Emil Olsen. Funningur: kl. 12.30 messa Emil Olsen. Viðareiðis kirkja kl. 11 Jóannes Purkhús. Altargongd. Hvannasunds kirkja kl. 12 lestur. Christianskirkjan kl.11 Hanus á Gørðum. Altarg. Vesturkirkjan kl. 11 Heri J. Jo­en­sen. Altargongd. Argja kirkja kl. 11 Bergur Debes Joensen. Altargongd. Gøtu kirkja. kl. 11 vid altargongd. Ovi Brim. Gøtu kirkja. Hósdagin 13. juli kl. 18.00. Gudstænasta. Martin í Grund syngur. Ovi Brim prædikar. Ábit verður eftir gudstænastuna. Fríðrikskirkjan. kl. 11 Lestur. Havnar kirkja kl. 11 Sonja Klein Hoyvíkar kirkja, Bjarni Bæk Miđvágs kirkja kl. 11 Marjun í Kálvalíđ Kaldbak kl. 12, Theodor Eli Dam Olsen Hov kl.12.30 Patrick Neer­ gaard Vági, Hamragarður kl.16 Patrick Neergaard TILTØK Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29.06-2017 hevur samtykt broyt- ingar í Býarplaninum og Almennu byggi sam- tyktini fyri Runavíkar kommunu. Broytingin í byggisamtyktini umfatar: • At býráðið kann geva loyvi til at innrætta frítíðarbústað omaná neystum við ávísum treytum. Broytingin í Býarplaninum umfatar: • At C8-økið við Grannatún og Líknargøtu verður broytt til B-øki Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Bý ráðs skrivstovuni/Kunningarstovuni í Salt- angará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 17. juli 2017 til 7. august 2017. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 28. august 2017. Runavíkar býráð