Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 32 BAKSÍÐAN ÁRNI GREGERSEN Vit sum arbeiða í tíðindaverðini vita væl, at tá ið komið er um 1.juli, so eru vit komin í tað, sum vit rópa agurkutið. Hetta er tíðin, tá ið almennir stovnar og vinnulívið so við og við fara í summarfrí og fáar avgerðir verða tiknar, sum hava almennan áhuga. Men soleiðis er ikki í ár. Tingformaðurin tók øll á bóli og sendi tingfólk til hús, hóast fleiri mál ikki vóru liðugt viðgjørd og sostatt fullu burtur. Sum vit hava hoyrt í óendaligheit, so er tað týdningarmesta málið, sum datt burtur, uppskotið til nýskipan av fiskivinnuni at koma í gildi á nýggjárinum. Hetta er størsta og mest kollveltandi mál, sum okkara politiska skipan hevur fingist við seinastu mongu árini, Ein skipan, sum eftir samgonguskjalinum, skal brúkast til at deila føroyska ríkidømi á annan hátt, enn gjørt hevur verið higartil. At halda, at politiska skipanin er før fyri at taka so stórar og slóðbrótandi avgerðir er bláoygt. Gamla samgonan undan hesari royndi, men tað gekk slett ikki. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu hvør sína fatan av, hvat skuldi gerast og so sleptu teir bara endanum og lótu vinstraflokkarnar koma framat at taka sær av býtinum av ríkidøminum í Føroyum. At teir flokkarnir heldur ikki eru samdir er eyðsýnt, hóast floksleiðararnir í samgonguflokkunum ferð eftir ferð royna at forsikra almenningin um, at teir tríggir eru samdir. Veruleikin er ikki so einfaldur, tí persónligu áhugamálini hjá tingfólkum viga tyngri enn floksdisiplinin hjá teimum. Hvørt einstakt tingfólk roynir at tryggja sær afturval og tí verja tey síni landafrøðiligu økir, so væl tey kunnu. Okkara skipan er sett saman, so tingfólk skujlu veljast av nýggjum – í hvussu so er fjórða hvørt ár.Ein stótur partur av Løgtinginum er í dag fólk, sum hava valt politikk, sum teirra livibreyð. Tí er fyrsta raðfestingin at tryggja, at tey verða afturvald. Fiskivinnunýskipanin er grundarsteinurin undir føroysku høvuðsvinnuni og tí kann sláast fast, at fyrr enn tað málið er avgreitt, kemst ikki á mál við øðrum stórmálum. Pensjónsskipanin og stjórnarskipanin standa fyri framman, umframt at ein fíggjarlóg fyri næsta ár skal gerast. Eg loyvi mær her at siga, heystið sum kemur nú verður torført politiskt. Fyrsta slagsmálið verður um fiskidagarnar, sum skulu samtykkjast í august, tí nýtt fiskiár byrjar 1.september. Tann spurningurin skal avgrediðast, samstundis sum uppskotið til nýskipan av fiskivinnuni verður lagt fram av nýggjum. Fyri at hesi málini kunnu loysast, so noyðist samgonguleiðarin at taka pískin fram og noyða flokslimirnar at hava áralag, tá ið rógvast skal. Tað verður ikki pláss til í heyst,a t summir flokslimir skjóta á, meðan aðrir royna at rógva. Tí eitt veit samgongan og Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, at andstøðan liggur klár. Missir samgongan áralagið, so er andstøðan klárí felag at rógva fram og ger tað uppaftur meira trupult hjá samgonguni. Tingini eru so spent nú, at sjálvt um politiska skipan liggur still og summi ganga í svimjiklæðum á suðurlendskum strondum, so bíða tey øll eftir, hvørjum løgmaður fer at borðarediða við í sínari ólavsøkurøðu. Tá fæst at vita, hvat skipanin ætla sær at gera. Løgmaður veit eisini, at andstøðan bíðar og er klár at greina hvønn einasta setning hann sigur frá tingsins røðarapalli ólavsøkudag. At andstøðan vil hava ein landsstýrismann og løgmann kannaðan av einum kanningarstjóra, ger ikki politiska veðurlagið betri. Eg ætli ikki at boða frá her, at eg vænti val, men vil heldur siga, at eg ikki verið yvirraskaður, um vit fáa eina øðrvísi samgongu, tað sum eftir er av hesum valskeiðnum Tað kann lættliga henda. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Føroyar hava eitt tónlistarligt vikuskifti fyri framman, nú ársins G! Festivalurin verður hildin hósdag, fríggjadag og leygardag í Syðrugøtu. Nøvn sum Kris Kristofferson, MØ og fleiri aðrir spennandi tónleikarar trína á ein av pallunum í Gøtu hetta vikuskiftið til eitt festligt, lívligt og tónlistarliga stórsligið vikuskifti. Góðan G! Festival. Fylg við á in.fo fyri at síggja myndir, samrøður og videobrot frá ársins G!. SO ER TAÐ G! FESTIVALUR