Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo TÍÐINDI SÍÐA 6 Sosialurin á sjáld­ sam­ari vitjan á Psykiatr­ iska depl­ inum SÍÐA 8-9 Ársins G! ein av teimum bestu Í farnu viku almannakunngjørdi Løgtingsins Umboðsmaður eina frá­greiðing, sum hon hevði gjørt eftir eina eftir­litsvitjan á Psykiatr­ iska Depl­inum á Lands­sjúkra­hús­ inum. Eftirlitsvitjanin fevndi fyrst og fremst um stongda partin av psykiatrisku viðgerðareindini P40, og dentur varð lagdur á at kanna, um krøvini um tvingsil í psykiatri­ lógini verða hildin. Løgtingsins Umboðsmaður fanst at fleiri viðurskiftum, og í nøkr­um førum var kritikk­urin rætti­liga kon­tantur. Umboðs­mað­urin fanst millum annað at manna­gongdum í sam­bandi við fast­spenning av sjúkl­ingum. Í fleiri førum vóru eftir­kanningar av fast­spent­um sjúkl­ingum ikki framdar tríggjar ferð­ir um sam­døgrið, sum ásett er, ella býttar javnt yvir samdøgrið. Um­boðs­maðurin fanst eisini at hølis­um­støð­unum og segði, at baði- og vesi­umstøðurnar als ikki eru nøktandi. Leiðslan á Psykiatriska Depl­ inum hevur síðani víst á, at eftir eftirlitsvitjanina hjá Løg­tings­ ins Umboðsmanni hava tey gjørt ymsar ábøtur á hølini á depl­in­um. Tey hava eisini lovað, at fram­ eftir skal skrásetingin á deild­ini styrkjast, so at tey kunnu doku­ ment­era tað, sum tey siga seg gera. Vit kunnu fegnast um, at Løg­ tings­ins Umboðsmaður ger eftirlit av hesum slagi og vísir á, hvørjar ábøtur skulu gerast. Tað er eisini alneyð­ugt, at stovnsleiðslan hevur ein konstruktivan hugburð til slík­ an kritikk og vil bøta um tey við­ urskifti, sum ikki eru nóg góð. Psykiatriski Depilin hevur víst, at tey hava bøtt um hølis­um­støð­ur­ nar, sum tað eisini ber til at síggja í dagsins blaði, men hetta er bert ein lítil bati, og neyðugt er við einari størri dagføring av deplinum. Hetta eiga tey, sum hava ábyrgd av øk­ inum, at syrgja fyri. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur dagligu ábyrgdina, men pol­ itiski myndugleikin má eisini verða við í hesum arbeiði, um tað skal gera veruligan mun. Heilsu- og innlendismálaráðið hevur sagt, at í 2021 fáa sjúklingar á Psykiatriska Deplinum einastovur við vesi og baði. Tað merkir, at sálarsjúk fólk í fýra ár afturat skulu liva við umstøðum, sum øll vita ikki eru nóg góðar. Og tí kunnu vit spyrja, um hetta er ein virðilig loysn? Um nakar møguleiki er at skunda undir hesa dagføring, eigur tað at verða gjørt, og leiðslan á Psykiatriska Deplinum eigur at styrkja sínar mannagongdir, so eing­in ivi er um viðgerðir og eitt nú fast­spenningar av sjúklingum. VIRÐILIGAR UMSTØÐUR TIL TEY SÁLARSJÚKU Eftir sjálvur at hava staðið á palli og undirhildið tús­ und­tals av føroyingum á Gøtusandi leygarkvøldi, tók Kris Kristofferson av møgu­ leikanum sjálvur at njóta tónleik sunnudagin, tá hann vitjaði í Miðvágs kirkju, har bólkurin Vága sound hevði konsert. Inga Poulsen Dam, sókn­ ar­prestur í Miðvágs kirkju, greiðir frá, at hon fekk at vita um vitjanina stutt áðrenn konsertin byrjaði. - Eg hevði júst sagt við bólkin, at tað hevði verið stuttligt, um tey sungu ein sang hjá Kris Kristofferson, tá Sámal Ravnsfjall kom inn og spurdi, um vit kundu goyma eitt pláss til Kris Krist­offerson, men at hann ynskti at vera anonymur, greið­ir Inga Poulsen Dam frá. Sóknarpresturin hevði eitt sindur ringt við at trúgva tí, men so var. Tá kon­sertin byrjaði kom Kris Kristoff­er­ son við fylgi og setti seg at lurta eftir konsertini. - Tað var ein góð konsert, og honum dámdi tað væl. Serliga rósti hann guitar­ spæl­inum hjá Holger Jacob­ sen. Hann er jú framúr góður til at spæla guitar, sigur Inga Poulsen Dam. Kirkjufólki var sum vera man tikin á bóli av kendu vitjanini, og brúktu nógv høvi at heilsa upp á Kris Krist­offerson. - Vit vóru øll glað fyri vitj­ anina og føldu tað sum ein stóran heiður, at hann var millum okkara. Konsertin var eisini ordiliga góð, so tað var ein serstakur dagur, sigur Inga Poulsen Dam. Kris Kristofferson í kirkju í Miðvági Eiga at skunda undir dagføring av hølum Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Airbnb er tað, sum hittar í fleiri av heimsins londum, nú privatfólk royna at vinna sær nøkur oyru við at leiga heim teirra út til ferða­fólk. Í Íslandi merkir tað, at prísurin fyri eina nátt er sera høgur, samstundis sum íslendarar sjálvir hava trup­ult við at finna tøkar leigu­íbúðir, tí tær verða nýtt­ar til Airbnb útleigan til ferðafólk. Í Føroyum er hetta eisini sera útbreitt og soleiðis er í mongum lond­ um kring okkum. Í Keypmannahavn hev­ ur tað leitt til, at komm­ unu­politikarar í danska høv­uðs­staðnum nú vilja seta mark fyri, hvat íbúgv­ar kunnu loyva sær, tá ið um­ ræð­ur at leiga út til ferða­ fólk. - Vit skulu fyribyrgja, at eitt nú Airbnb skapar ein marknað, har íbúð­ ir verða brúktar til reina spekul­atión og fíggj­ar­lig­an vinning - og verða brúkt­ ar til at trýsta ein íbúðar­ marknað, sum framm­an­ undan er und­ir trýsti, sig­ur Frank Jen­sen, yvir­borg­ar­ stjóri í Keyp­manna­havn við Politiken. Tað er breiður meiri­luti fyri hesum í Keyp­manna­ havnar komm­unu, men tað er framvegis óvist, hvussu nógvar dagar ella vikur fólk í Keypmannahavn fáa loyvi til at leiga út. Frank Jensen viðmælir at nýta somu ætl­an, sum verður brúkt í Amst­erdam. Her er tað so, at tá ið borg­arar leiga íbúð út til Airbnb, so kunnu tey í mesta lagi hava íbúðina sjón­liga á heimasíðuni í 60 dagar, og so verður hon heilt einfald tikin burtur. Ritzau Alsamt fleiri lond seta avmarkingar á Airbnb útleigu