mánadagur 17. juli 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
Kostnaðurin hevur higartil verið
mest eyðsýndur á bráðvøkrum
smáplássum sum Mykinesi og
Saksun, har ferðafólkini hava víst
seg at gerast ein plága fyri hesi
smáu og viðbreknu pláss.
Tó, fer vøksturin innan ferðavinn
una at halda fram ótálmaður, kann
hetta eisini fáa aðrar avleiðingar, ið
vit neyvan eru so fegin um.
Ein søga úr Riga
Eri í løtuni staddur í lettiska
høvuðsstaðnum Riga. Hetta er
sum vera man ein søgu- og ment
anarríkur býur, ið minnir meg
merkisvert nógv um Keypmanna
havn. Hesir býir hava eisini líkn
andi søgu og aldur.
Fyrsta dagin ein gongur gjøgnum
býin letur ein seg sum vera man
bergtaka av vøkru, søguligu bygn
ingunum, torgunum og kirkjunum.
Riga er av sonnum ein vakur og væl
røktur býur.
Annan dagin byrjar ein tó at hugsa
meiri samfelagskritiskt um støðuna í
býnum. Hyggur tú teg um, eru nær
um bert ferðafólk og eingir lettar í
miðbýnum, undantikið teir, ið arbeiða
í handlunum og matstovunum. Prís
støðið í miðbýnum er eisini avbera
høgt og neyvan nakað vanligir lettar
hava serliga væl ráð til.
Somuleiðis kann observerast,
at tað nærum einans eru ferða
fólkamatstovur og handlar, ið selja
lutir og pløgg til ferðafólk í miðbýn
um. Onkur Narvesen-kiosk kann
finnast, men annars er nærum alt
handilslívið rættað eksklusivt móti
ferðafólkunum.
Verður kannað nærri eftir, verða
eisini sera nógvir av bústøðunum í
miðbýnum leigaðir út til ferðafólk
gjøgnum tænastur sum t.d. Airbnb.
Rákið við at ferðafólk trýsta lokalu
íbúgvarnar út úr miðbýnunum og
trýsta bústaðarprísirnar upp er kent
kring um í Europa, og Riga er einki
undantak.
Ikki fyrr enn ein kemur út um
miðjuna av Riga kemur man út í eitt
samfelag við lokalum menniskjum,
handlum og tænastum. Her er fram
vegis møguleiki at uppliva nakað av
teirri fólkasál, ið annars er kliniskt
útruddað ella handilsgjørd inni í
miðbýnum.
Hesar eygleiðingar eru sjálvandi
gjørdar í hásesong, men ferðavinnan í
Riga er alt árið, tó at hon er væl størri
um summarið sum um veturin. Meiri
kann lesast á hagtalssíðuni ”Tourism
– Key Indicators” á http://www.csb.
gov.lv
Hvat vilja havnarfólk?
Tað eru ikki bert Mykines og
Saksun, ið líða undir ferðavinn
uni í Føroyum. Heldur ferðafólka
vøksturin fram, kemur tað sannlíkt
eisini at raka Tórshavnar miðbý
hart.
Tænastuvirksemið
kem
ur í alsamt størri mun at verða
ferðavinnuvent, bústaðirnir í mið
býnum koma í alsamt størri mun at
verða leigaðir út. Við øðrum orðum
kemur øll sálin, ið vit vanliga hava
havt í Tórshavnar miðbýi, at standa
fyri falli.
Hetta er sjálvandi longu í ávís
an mun hent, men trupulleikin fer
allarhelst bert at vaksa, um einki
aktivt val verður gjørt um Tórs
havnar miðbý. Sum heild átti at verið
skrivað eitt álit um positivar og negat
ivar avleiðingar av ferðavinnuni,
soleiðis at til ber at taka hond um
trupulleikarnar, áðrenn teir sleppa
at vaksa seg stórar. Hvussu stórar
avleiðingarnar verða, er tó sera ilt at
meta um.
Yvirskipað er trupulleikin, at
ferðavinnan førir við sær eina
rúgvu av tabu-evnum, ið fá tora
at kjakast um. Ferðavinnan gevur
sjálvandi inntøkur, men hesar inn
tøkur eru sanniliga ikki ókeypis – og
kostnaðirnir eru bæði av peninga
gjørdum og ikki-peningagjørdum
slagi.
Tíðargrein
Sámal Matras Kristiansen
Samfelagsfrøðingur
Tórshavn til
turistarnar
Føroyar hava hesi seinastu árini upplivað ein stóran vøkstur innan
ferðavinnu, og líkt er til, at hesin vøkstur fer at halda fram. Politikarar og
vinnulívsfólk fegnast sum vera man um øktu inntøkurnar, men gloymast
skal ikki, at ferðavinnan eisini hevur kostnaðir við sær.