Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? - Mær dámar væl at síggja og uppliva aðrar mentanir. Eg havi verið á øllum oyggjum og flestu fjallatindum í Føroyum og royni nú at taka drangar og hólmar. Eg havi eisini ferðast víða uttanfyri Føroyar, men mangli lond sum Japan, Australia, Nýsæland og Russland. Av politiskum áhuga kundi Russland verið spennandi at vitja. Hvør er besti lutur, sum tú eigur? - Eg gangi ikki so høgt upp í tað materiella, men heimið við øllum tí góða, sum har er, hevur størstan týdning fyri meg. Eyðun Klakstein Fimtan ár eru liðin, síðani Bárður á Steig Nielsen fyrstu ferð varð valdur í løg­tingið, og harvið setti gongd á eina pol­itiska karrieru, sum fyribils hevur ført hann í fremstu røð í sínum egna flokki, Sambandsflokkinum, har hann er formaður. - Orsøkin til, at eg fór upp í politikk var, at eg hevði stór­an áhuga fyri sam­felags­viður­skift­ um, eg hevði meiningar og idealir og vildi virka við til at broyta sam­felagið til tað betra fyri land og fólk. Eg ivist ikki í, at soleiðis er tað hjá teim­um flestu, sum av fyrst­an tíð bjóða seg fram í polit­ ikki, sigur Bárður Nielsen. Hann ásannaði tó heilt skjótt tað, sum allir politikarar ásanna: ideal­isma eina før­ir ikki til ávirk­ an í politikki. - Í politikki mást tú smyrja teg við, at tú skalt hava ein meiriluta fyri at fáa ávirkan, og tað merkir, at allir pol­itikk­arar mugu lata fyri at fáa ávirkan. Held­ur tú fast um idealistisk sjónarmið og vilt tú ikki flyta teg í samráðingum og arbeiði við ítøkiligum málum, fært tú ikki gjøgnumført mál í ein­um fólkaræði. Real­politikkur er veru­leikin, man livir í. Hin­vegin mást tú eisini vera trúgvur móti tær sjálvum og floksins politikki, so hetta kann fara at líkjast einum polit­isk­um línudansi, sigur Bárður Nielsen við einum brosi. Stór avgerð Vestmenningurin Bárður á Steig Nielsen var 26 ára gamal, tá ið hann fyrstu ferð bjóð­aði seg fram í politikki. Tað var á løg­ tingsvalinum í 1998, har Bárð­ur fekk góða byrjan við 139 at­kvøð­ um. Á fólka­tingsvalinum í 2001 gjørdi hann eina roynd aftur­at, og so var slóðað fyri, at hann árið eftir kundi verða valdur á løg­ tings­valinum. Sam­bands­flokk­ur­ in gjørd­ist størsti flokkur í Norð­ streym­oy, og Bárður Nielsen var topp­skorari á list­an­um við 196 at­kvøðum. Bárður Nielsen gjørdi skjóta pol­it­iska karrieru, tí longu tvey ár seinni setti hann seg í ein av tyngstu polit­isku sess­unum, tá ið hann gjørdist lands­stýris­maður í fíggj­armálum, bert 31 ára gamal. Starvið røkti hann í gott trý ár, til hann tók eina avgerð, sum kom rætti­liga óvart á føroyska sam­felagið. Lands­stýris­mað­urin í fíggj­armálum valdi at taka seg úr politikki og fara at starvast í priv­ata vinnu­lívinum við verk­ ætl­anini Stóru­tjørn, sum hann skuldi leiða. - Tað var ein rættiliga stór av­gerð at taka. Eg fekk bjóðað starvið og hevði tvær vikur at um­ hugsa meg í. Eg var ung­ur maður og hevði verið nøkur ár í politikki, so eg vigaði fyrimunir og vans­ar. Eg var vísur í, at einaferð kundi eg rokna við at rúka úr politikki, og nú hevði eg møgu­leikan at fáa eitt sera spennandi starv í vinnu­ lívinum, og at enda valdi eg at taka av, greiðir Bárður Nielsen frá. Stutt eftir kom heimurin í stóra búskap­arkreppu, sum eisini rakti okkara part av heiminum meint. Ísland fór á heys­in, og eisini føroyski búskapurin fekk stór­ar trupulleikar. Hetta hevði við sær, at ætlanin í Stórutjørn varð av ong­um. - Eg angri ikki avgerðina, sum eg tók tá. At heimurin kollveltist fíggjarliga og búskaparliga beint aftaná, høvdu fá sæð fyri sær frammanundan. Soleiðis er lívið nú einaferð, men tíðin gongur, við­urskifti broytast, og vit skulu umstilla okkum. At hanga føst í for­tíðini er sjáldan skilagott, sigur Bárður Nielsen. Sløk fýra ár eftir at hann tók seg úr politikki, steig hann inn aftur á politiska pallin. - Politiska basillan er sterk og haldfør og tá ið valið í 2011 nærk­ aðist, fór eg av álvara at hugsa um at stilla uppaftur. Eg kendi tað, sum at politikkur dróg meg inn­ aftur, sigur Bárður Nielsen. Í 2011 vóru Føroyar blivnar eitt val­dømi, og veljarar tóku væl ímóti Bárði Niel­sen. Hann fekk 872 atkvøður, sum vóru nóg nógv­ar til at verða valdur á ting. Bárður Nielsen gjørdist formaður í fíggj­arnevndini í Løgtinginum og røkti hend­an álitissess, til borg­arliga sam­gong­an mátti frá vald­inum eftir løg­tingsvalið í 2015. Ávirkan Bárður Nielsen trívist væl í polit­ iska leiklutinum, og hann er sann­ førdur um, at tað er neyðugt. - Sum politikari kanst tú verða við til at broyta samfelagið og hava ávirkan á gongdina, men tað er ikki bara stuttligt at vera pol­it­ikari. Tú skalt tíma tað sera væl, tí tú ert eisini nógv í fokus, og tað er ikki altíð bert fyri tað góða. Um tú ikki trív­ist og tímir politikk væl, verður tú ikki verandi har, tí arbeiði krevur nógv av tí ein­ staka, sigur Bárður Nielsen. Samstundis sum hann vísir á, at flestu politikarar taka stigið inn í politikk, tí teir hava nakr­ar sannføringar og vilja broyta sam­ felagið, røkkur tann ideal­istiski hugs­unarhátturin ikki allan veg­in, um tú skalt hava veruliga ávirk­an á ítøkilig mál. - Á Fólkatingið verður stund­ um tikið til, at politikkur er ”det muliges kunst”. Ein ávísur sann­ leiki er í tí. Alt ov av­gjørd­ar mein­ ingar halda ikki í longd­ini, tí tað ræður um at telja upp í 17. Einsa­ mallur fært tú einki gjørt , og tess víð­gongdari ætlanir, politik­arar hava, tess minni kem­ur burturúr. Annahvørt siga sam­starvs­felag­ arnir ella veljarar nei, hetta er nakað av tí vit síggja í dagsins polit­ikki, sigur Bárður Nielsen. - Skalt tú hava eitt mál gjøgn­ umført, mást tú fyrst og fremst koma í eina støðu, har tú kanst gera nakað. Síðani mást tú hava eitt greitt mál fyri, hvat tú vilt, tú skalt duga væl at grundgeva og argu­mentera, og so mást tú eisini verða klár­ur at slaka upp á tína idealismu. Hin­vegin ræður um at vera avgjørdur um, hvussu nógv tú vilt slaka, og hvar markið gongur. Tú kanst ikki svíkja grund­leggj­andi sjónarmiðini hjá tær og tínum flokki, og øll hava eitt mark fyri, hvussu nógv tey vilja slaka, sigur Bárð­ur Nielsen. - Í politikki fært tú sjáldan júst tað ígjøgnum, sum tú ætlaði, tí politikarar og flokkar, sum tú sam­starvar við, hava eisini mein­ ingar og vilja hava ávirkan, men gjøgn­um góðar semjur ber til at fáa gjøgnumført mál, tú brennir fyri. Tað hevur eisini ávirkan og kann vera avgerandi, at tú hevur per­sónligar relatiónir við aðrar pol­itikarar, sigur hann. Hóast politiska spælið kann ljóða hugstoytt fyri ein rætt­an ideal­ist, er formaðurin í Sam­ - Í politikki ásannar tú heilt skjótt, at tú fært ikki gjøgnumført mál við idealistiskum hugburði eina. Tú mást smyrja teg við, at tú skalt hava ein meiriluta fyri at fáa ávirkan, og tað merkir, at allir politikkarar mugu lata fyri at fáa ávirkan, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum TÚ MÁST LATA FYRI AT FÁA ÁVIRKAN