Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82 UNDIR FÝRA EYGUM Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? - Eg slappi best av, tá ið eg íðki ítrótti – renni, spæli innandura fótbólt ella rógvi. Mær dámar eisini væl at veiða, tað verði seg á sjónum ella á haruveiðu. Eisini er tað hugaligt, at fáast við okkurt handaligt í frítíðini. Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? - ”Tað er gott at elska”, sum Signar í Homrum hevur týtt til føroyskt og syngur, er ein sera góður og sigandi sangur. - Í politikki fært tú sjáldan júst tað ígjøgnum, sum tú ætlaði, tí politikarar og flokkar, sum tú samstarvar við, hava eisini meiningar og vilja hava ávirkan, men gjøgnum góðar semjur ber til at fáa gjøgnumført mál, sum tú brennir fyri, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum Mynd: Jens Kristian Vang bands­flokkinum sannførdur um, at hetta er besta skipanin. - Churchill gamli hevði so æv­ iga rætt, tá hann segði, at fólka­ræði er eitt hitt ringasta stýris­lagið, sum finst, burtursæð frá øll­um øðrum, sum stundum er roynt ymsastaðni. Fólka­ræði og ein sosialliberal hugsan hev­ur skapt stóran framburð í heim­ in­um og hevur lyft milliardir fólk úr fatækadømi. Her á okkara leið­um hava vit ment eitt gott og trygt væl­ferð­ar­ samfelag, og fram­burðurin byggir á fólka­ræði, har fólk eisini fáa umstøður og møgu­leikar at skapa sítt egna lív. Tað liggur í menniskjanum at vilja gera ting­ini betri, og júst tað er drív­megin í sam­felagnum, ið skap­ar framburð øll­ um borgarum at frama. Avbjóðingin Samfelagið og politiska um­hvørvið er nógv broytt, síðani Bárð­ur Nielsen í 2002 varð valdur í løg­tingið fyrstu ferð. - Vinstra-høgra-polariseringin, sum hevur verið dominerandi seinnu árini, er ikki í samsvari við politiska veruleikan. Fyri Sam­bands­flokks­ins við­komandi er talan um bland­ings­ polit­ikk við einari sera týðandi javnvág. Vit hava stórt fokus á liberalan polit­ ikk. Tað er okkara fiski­vinnu­upp­skot eitt dømi um. Men vit leggja sam­stund­ is stóran dent á sosialu dimen­sjónina. Veik­ir bólkar í sam­felagnum skulu loft­ ast og hjálp­ast, og væl­ferð­ar­sam­felagið skal alla­tíðina betrast. - Sambandsfloksins sosial-liberala stavnhald ger, at vinstra-høgra-polar­ is­ering er óneyðug og irrelevant, sigur Bárður Nielsen. Kunningartøkni og samskifti spæla eisini størri leiklut enn nakr­antíð, og tað skapar eisini stór­ar avbjóðingar fyri politiska ar­beiðið – ikki minst hjá ein­um floks­formanni, sum skal royna at halda disiplin í flokkinum. - At vit hava eitt valdømi, og so hetta, at vit hava fingið nýggjar og skjót­ar miðlar ger onkursvegna, at politik­arar vilja fram við onkrum, sum kann geva teimum umtalu, og stund­ um kann tað koma upp á tvørs hjá ein­um flokki ella einum samstarvi. Við einum valdømi hava politikarar størri tørv á fokus, tí nú kanst tú ikki á sama hátt konsentrera teg um títt val­dømi og arbeiða miðvíst har. Nú er landspolitiska dimensjónin ráðand, sig­ ur Bárður Nielsen. - Hetta gevur avbjóðingar og ger, at for­mansuppgávan í einum politiskum flokki er ein onnur avbjóðing nú, enn hon var fyri nøkrum árum síðani. Í Sam­bandsflokkinum er høgt til loftið , men tá ið tað kemur til grundleggjandi eyð­kenni hjá Sambandsflokkinum, so krevja vit floksdisiplin. Einstakir pol­ itikarar kunnu ikki fara út við mein­ing­ um, sum ikki hanga saman við floksins politisku grundsjónarmið, sigur hann. Bárður Nielsen hevur í sløk tvey ár verið formaður í Sambandsflokkinum, og maðurin, sum hann loysti av, var løgmaður í Føroyum. Bárður Nielsen fjalir heldur ikki út yvir, at hann hevur ambi­tiónir – ikki minst floksins vegna – um at koma so langt sum gjørligt í før­oyskum politikki. - Ambitiónirnar hjá Sam­bands­flokk­ inum og formanninum eru sjálvandi at vinna maksimala ávirkan á føroyskan politikk, at koma í samgongu og gjarna hava leiðsluna í samgonguni. Men tú gert onki einsamallur, og tú skal duga at flyta teg, bæði strategiskt og takt­ iskt, fyri at fáa ynsktu ávirkanina, sig­ ur Bárður á Steig Nielsen. UM Bárð á Steig Nielsen Bárður Nielsen er 45 ára gamal og úr Vestmanna. Hann er giftur Rakul Nielsen og eigur fýra børn. Hann er útbúgvin grannskoðari og starvast sum fíggjarstjóri. Bárður Nielsen varð valdur í løgtingið fyrstu ferð í 2002. Frá 2004 til 2007 var hann landsstýrismaður í fíggjarmálum. Í 2007 fór hann úr politikki og í privata vinnu, men stillaði upp aftur á valinum í 2011 og varð valdur. Hevur sitið í løgtinginum síðani og er nú formaður í Sambandsflokkinum. Hann er eisini kendur sum ítróttarmaður – sum hondbóltsspælari og rógvari.