mánadagur 17. juli 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
Psykriatriski depilin endaði
í síðu viku í brennideplinum,
tá Sólja í Ólavstovu, í sínum
yrki sum Løgtingsins Um
boðsmaður, fanst at fleiri
viðurskiftum eftir eina eftir
litsvitjan á psykiatrisku við
gerðareindini P40.
Í kjalarvørrinum av kri
tikkinum vardi millum annað
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna í heilsumálum, psykia
triska depilin og vísti á, at
nógvur broytingar eru framd
ar síðan Løgtingsins Umboðs
maður var á vitjan, nakað í
Løgtingsins Umboðsmaðurin
eisini skrivaði í frágreiðingini.
- Tað er soleiðis, at Um
boðsmaðurin hevur verið
á eftirlitsvitjan fyri eini tíð
síðan, og eftir ta vitjanini eru
rættiligar stórar umvælingar
farnar fram á psykriatiska
deplinum, segði Sirið Sten
berg við Rás2 hósdagin 13.
juli.
Fyri
flestu
føroyingar
kann tað tó vera trupult at
fyrihalda seg til umstøður
nar á psykiatriska deplinum,
tá tað eru tey fægstu, ið
nakrantíð hava verið har.
Fríggjadagin fekk Sosial
urin tó høvi at vitja P40 og
síggja nakrar av teimum
broytingum, ið eru framdar á
deplinum eftir, at Løgtingið í
fjør játtaðir tríggjar milliónir
krónur til umvælingar av
bygningunum, ið uppruna
liga vórðu bygdir í seksti- og
sjeytiárunum.
Ætlanin er, at psykiatriski
depilin fær nýggjan bygning
í 2021.
Á VITJAN HANDAN
LÆSTAR DYR
PSYKRIATRISKI DEPILIN
Sosialurin var á sjáldsamari vitjan á psykiatriska deplinum í síðstu viku
Inngongdin til Intensiva deild
Hendan hurðin skilur Intensiva deild frá restini av P40.
Hurðin er læst, so neyðugt er við lykli fyri at sleppa inn í
hendan partin av deildini.
Listaverk
Eitt listaverk hjá Ole Wich, ið sæst við inngongdina til
psykiatriska deildina P40. Ole Wich hevur verið knýttur
av verkætlanini at umvæla deildina, og hevur ráðført við
víkjandi brúk av litum, myndavali, ljóðviðurskiftum og
øðrum.
Á deildini verður dentur lagdur á, at listaverk ikki muga
vera ov abstrakt, tá tað kann órógva tey, ið eru innløgd.
Atkoma
Fyrsta stigið í umvælingunum var at seta eina rampu um, so
rørslutarnað fingu betri atgongd til deildina.
Á myndini sæst eisini nýggju mynstrini á vindeygunum,
ið skal tryggja privatlívið hjá teimum, ið búleikast har.
Mynstrini eru føroysk bindimynstur.
Kaffistova
Kaffistova og matarhøll har innløgd hava møguleikan at seta
seg. Mynstur eru klistrað á glasið, so tað ikki sæst eins væl inn
og veggirnir eru málaðir við ymiskum litum.
PI og PAM
Her sæst gongdin á PI, intensivu deild, og PAM, psykiatriska
akutta móttøka, og ymiskt av nýggja arbeiðinum.
Veggirnir eru málaðir gulir og hvítir, meðan tvær stórar
náttúrumyndir hjá Ole Wich og Inga Sørensen virka bæði
sum prýði, men eisini til at doyva ljóð á deildini, so hørð ljóð
ikki órógva sjúklingarnar.