mánadagur 17. juli 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
PSYKRIATRISKI DEPILIN
Umvælt kamar
Á myndini sæst eitt kamar, ið er umvælt og hevur nýggjar
møblar. Veggirnir eru málaðir við ymiskum litum, ein
náttúrumynd hongur á vegginum og ein nýggj song stendur
mitt í rúminum. Seingin er eitt nýtt modell, ið deildin roynir í
løtuni. Hon er bygd soleiðis, at eingir kantar ella annað hvast
er á seingini, ið sjúklingurin kann brúka at skaða seg sjálvan.
Ljóðbrúsa
Tormóður Stórá vísir eitt nýtt tól, ið letur sjúklingin velja
tónleik í stovuni. Yvir seingini er ein hátalari, ið virkar
sum eitt slag av ljóðbrúsi. Tað vil siga, at tónleikurin dalar
niður á persónin, ið liggur í songini. Talan er um eina
danska verkætlan, har ljóð, heldur enn heilivágur, skal sissa
sjúklingin og hjálpa viðkomandi at sova.
Sjúklingastova
Stova har sjúklingar kunna uppihalda seg. Náttúrumyndir
verða hongdar upp, ymisk er gjørt fyri at betra um ljóðið í
rúminum og nýggir møblar eru keyptir.
Vesini
Hetta eru nøkur av vesunum á P40. Tey verða umvæld so
líðandi, men tað sæst, at talan er um ein gamlan bygning.
Løgtingsins Umboðsmaður fanst millum annað á, at tað vóru
ov fá vesi og brúsur til sjúklingarnar.
Havin
Havin har sjúklingar hava møguleikan at fara út. Innari
veggurin er gjørdur fyri at forða sjúklingum at rýma. Vanliga
er tað tó ikki ein trupulleiki.
Vitjanarhøli
Løgtingsins Umboðsmaður fanst at vitjanarhølinum, ið hon
metti var merkt av, at innbúgvið ikki var skift út í fleiri ár.
Síðan hevur deldin keyp nýtt innbúgv til stovuna.
Móttøkuhøli
Her verða sjúklingar móttikin, tá tey koma inn á PI ella PAM.