mánadagur 17. juli 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
G! FESTIVALURIN
Orð & myndir: Harriet
Olafsdóttir av Gørðum
Tjaldingarøkið -
Ein partur av at
vera á festival
Longu mikudagin klokkan
17.00 lat tjaldingarøkið upp
og harvið tjóðstartaði festi
valin. Føstu gestirnir úr
Skopunhagen komu longu
klokkan 7 á morgni, fyri at
tryggja sær fremstapláss í
bíðirøðini, síðan løgdust fólk
afturat so við og við. Tey
fingu bíðitíðina at ganga við
spølum, hugna, grill og tón
leiki – lagið var gott og tað
kendist sum bíðirøðin var
ein partur av at halda G!
Aftur
í
ár
gjørdist
tjaldingarøkið fult og var
tískil útselt áðrenn fríggja
dagurin var liðugur – so tað
vóru mong, ið máttu finna
sær annað stað at sova.
Hóskvøldið - Sum
ongantíð áður
Ongantíð áður hava so nógv
fólk verið á G! hóskvøld sum
í ár, fyriskipararnir meta at
eini 5000 fólk høvdu leitað
sær til Gøtu hóskvøldið.
Konsertin við Elinborg
Pálsdóttir hósdagin, við gest
um sum Allan Tausen, Hans
Marius Ziska og ikki minst
systrunum
báðum
Eivør
og Elisabet rakti beint inn í
hjartað hjá áhoyrarunum og
setti veruliga støðið á ársins
festivali.
- Meðan vit spæla hyggi
eg yvir á Knút, Per og Torleik
og síggi tríggjar av teimum
bestu vinunum, ein kann
ynskja sær, ráðhugna sær
við okkara tónleiki. Síðan
vendi eg mær við og síggi á
áhoyrararnar, sum gera tað
sama. Tað kendist bara púra
rætt, segði ein fegin Konni
Kass eftir framførsluna á
Sandinum. - Ein dreymur
sum gjørdist veruleiki, legði
hon aftrat
Íslendski rapp bólkurin
Reykjavíkurdætur, ið merkir
døtrarnar úr Reykjavík, setti
veruliga lív í spæliplássið við
sínum provokerandi klædna
stíli og songtekstum um eitt
nú kvinnurættindi og sex.
Høvuðsnavnið hóskvøld
ið var heimskenda MØ úr
Danmark. MØ fekk sandin at
kóka við heimshittum sum
”Nights With You” og ”Final
Song”, men eisini var tað
hennara framførsla í høgum
tempo og ikki minst nær
kontakt við áhoyrararnar,
í veruliga fullintu kvøldið.
Hettar var avgjørt ein fram
førsla í heimsklassa og MØ
prógvaði, hví hon er kend um
allan heim.
Fríggjakvøldið -
Suspekt fingu lív í
Fríggjakvøldið byrjaði heldur
róliga fólk sótu niðri á vølli
num meðan Hans Andrias,
sum tann fyrsti framførdi kl
17.20 – men áðrenn konsertin
var liðug, var næstan fullsett
á spæliplássinum. Við sínum
róligu tónum, fekk hann
fólkið at slappa av og njóta
løtuna. Honum har eftir tók
Frederik Elsner F sama støð
ið og fólk gjørdust verandi.
Samstundis
var
G!
Paradan av teltplássinum
yvir í fjósið har tónleikarar
nir Brothers Moving, ið fram
førdu nøkur løg frá lastini á
einum opnum vøruvogni,
og bleiv nógv gjørt fyri at
undirhalda fjøldina á vegn
um, umframt at bananir
blivu handaðar til tey forvit
nu, ið stóðu framvið vegnum.
Í fjósinum var skráin fult
pakkað við framførslum so
at siga alt fríggjakvøldið,
við nøvnum sum Kata, Lyon,
Holgar og Stanley Samuelsen
og fleiri.
Tað var tó ikki fyrr enn
Suspekt trein á pall kl 22.00
at tað kom lív í. Sandurin
fyltist enn einaferð og lív
kom í festivallutakararnar.
Her eftir áttu føroysku
bólkarnir náttina, um mid
náttarleiti byrjaði at regna
rættuliga illa, men hóast tað,
vóru tað mong, ið hugnaðu
sær til konsertirnar.
Leygardagurin - Fólk
spent at síggja Kris
Kristofferson
Sjálvt um skráin ikki byrjaði
fyrr enn kl 12.00 við barna
G!, vóru fólk á økinum frá
tíðliga á morgni. Veðri var
gott og fólk hugnaðu sær
óført í hitapottinum, sauna
og við at svimja á sjónum.
Barna G! var sera væl vitjað,
hóast summi fýltust inn á,
at tað var ov illa lýst at í ár
kostaði tað altso at koma inn
á økið allan dagin. Einans
børn undir 12 ár sluppu inn
ókeypis, við vaksnum, ið
høvdu atgongumerkið.
Eitt sindur út á seinna
partin byrjaði so at regna,
men hettar var eingin forð
ing – gestirnir blivu fleiri í
tali og høvdu latið seg í eftir
veðrinum.
Høvuðsnavnið
leygar
dagin Kris Kristofferson hál
aði nógv fólk oman á sandin
og eisini uttanfyri økið stóðu
fleiri bilar parkeraði uppi á
vegnum fyri at hoyra Kris.
Kanska serliga vóru tað teir
meira tilkomnu áhoyrarar
nir, ið høvdu glett seg til hesa
konsertina og vóru fólk sum
heild sera væl nøgd.
Hareftir koyrdi skráin
sum smurt og allar konsert
irnar vóru sera væl vitjaðar.
Tá Danny and The Veetos
trinu á pall eitt sindur yvir
klokkan 02.00 leygarnáttina,
var fjøldin í hopla líka frá
byrjan til enda. Eitt sindur
inn í konsertina byrjaði at
regna av grimd, men hettar
gjørdi konsertina bara upp
aftur stuttligari og endaði
konsertina við regndans
ið. Klaksvíkingar megnaðu
at enda festivalin á hægsta
støði og við stíli. Ein frálíkur
endi upp á ein frálíkan
festival.
Sum heild - ein
fantastiskur festivalur
Samanumtikið kann sigast
at G! festivalurin í ár man
vera ein av teimum bestu í
langa tíð, við hópin av góðum
nøvnum og tiltøkum annars.
Skráin í ár var sera spenn
andi, tað var okkurt til øll
– heilt frá Jensinu Olsen,
Frozen, Angelu og Hannibal
á barna G! Til Kris Kristoffer
son, Alphaville, MØ og Su
spekt. Ikki at gloyma øll tey
mongu føroysku nøvnini
eisini.
Høvuðsnøvnini á G! vóru
sum vera mann útlendsk,
men eg kann líka skjóta
upp í at fyri mong vóru tað
føroysku nøvnini og stemn
ingurin sum heild sum lokk
aði. Serliga vóru tað mong, ið
høvdu á orði, at tey gleddu
meg mest til at hoyra Teit
framføra løg úr Poetry &
Aeroplains og hettar gjørdi
hann til UG!
G! TIL UG!
Ársins G! festivalur hevur verið um vikuskiftið og Miðlahúsið hevði sjálvandi fólk á staðnum
allar dagarnar. Her er ein stuttur samandráttur og myndir frá festivalinum