Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD TÍÐINDI Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson og lið­felag­ar­ nir í Brann máttu leggja rygg til fyrsta tapi á heimavølli í ár, tá ið teir heima í Bergen í gjár taptu 1-0 ímóti Sarpsborg 08. Sigursmálið skeyt danski áleyparin Patrick Mortensen í yvirtíðini. Gill Rólantsson spældi til vinstru har frammi í hes­um dystinum, har Brann – sam­bært heimasíðu teirra – skapti ov fáar málmøguleikar. Um­framt at hetta var fyrsta heima­tapið í ár, so er Brann nú eisini dottið av øðrum plássi heilt niður á fjórða pláss, har teir hava 27 stig og nú eru heili átta stig aftanfyri oddaliðið Rosen­borg. Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við í einari heldur keðiligari mál­veitslu, tá ið teir og lið­ felag­arnir í íslendska ÍBV í gjár taptu stórt 6-3 ímóti KA Akureyri. ÍBV var á odda 2-0, men so skrædnaði og KA kom á odda heili 6-2 áðrenn ÍBV fekk pyntað um úrslitið í yvirtíðini. Jónas Tór Næs spældi allan dyst­ in, meðan Kaj Leo í Bartals­ stovu fekk seinasta hálva tíman á vøllinum. ÍBV er á níggjunda plássi við 11 stig­um, tvey stig omanfyri niður­flyting­ar­strikuna. Kom­andi sunnudag spælir ÍBV botndyst á útivølli ímóti Fjøl­n­ir. Danska Superligan fór av bakkastokki aftur um viku­skiftið, men eingin før­ oy­ingur var í dysti. Hallur Hans­son (AC Horsens) er skaddur, tað sama er Brand­ ur Hendriksson (Rand­ers), meðan Jóan Sím­un Ed­ munds­son og OB ikki spæla fyrr enn í kvøld. Hallur kundi fegnast um, at liðfelagar hansara vun­nu 2-1 á útivølli ímóti AGF og harvið fingu eina dreyma­byrjan upp á kappingarárið. Lið­felagarnir hjá Brandi í Randers fingu hinvegin bara 0-0-javnleik, tá ið teir vóru á vitjan hjá SønderjyskE. Brøndby fekk bestu byrjanina upp á kappingarárið, og við 4-0-stórsigri heima ímóti FC Midtjylland eru teir fyri­bils oddalið. OB og FC Nord­ sjælland spæla í Odense í kvøld kl.18.00. FORMIL 1 Tað var hendingarríkt, tá ið Grand Prix-kappkoyring var á Silverstone í Onglandi í gjár. Tað var heimamaðurin, Lewis Hamilton (Mercedes), sum fór fyrstur um málstrikuna frammanfyri finska Mercedes- lið­felagan, Valtteri Bottas. Sebastian Vettel (Ferrari), sum ligg­ur nummar eitt í samlaðu HM-kappingini, lá til at gerast numm­ar fýra, men hann punkteraði í síðsta umfari og mátti taka til takkar við at gerast nummar sjey. Hetta gjørd­ist kostnaðarmikið í samlaðu kappingini, har hann nú einans er eitt stig framman­ fyri Lewis Hamilton. Áðr­enn kappkoyringina í gjár var mun­urin 20 stig. Kapp­ingar­ árið er nú kom­ið í helvt – 10 út av 20 kapp­koyr­ingum eru koyrdar, og verður tann næsta í Ungarn um tvær vikur. SÚKKLING Nú verður stóra føroyska súkklu­kappingin, Volvo Kring Før­oyar, aftur fyriskipað. Í ár verða tríggir teinar súkklaðir, og verða teir súkklaðir hós­ dagin, fríggjadagin og leygar­ dagin. Opin bólkur, har onkr­ ir útlendingar verða við, súkklar tilsamans góðar 350 kilo­metrar, meðan unglingar, kvinn­ur og motionistar súkkla góðar 200 kilometrar. Teinar­nir eru lagdir tilrættis, men Tórshavnar Súkklufelag skrivar á heimasíðu sínari, at teir ikki verða kunngjørdir fyrr enn løgreglan hevur givið grønt ljós. Allir tríggir teinarnir eru á landavegi, og tann fyrsti byrjar hósdagin kl.18. Vinnarin av Tour de France seinastu tvey árini, Chris Froome (Team Sky), er fremstur í ársins útgávu av Tour de France, sum nú hevur lagt 15 teinar afturum. Italski Fabio Aru (Astana) hevði annars gulu troyggjuna, men leygardagin vann Chris Froome hana aftur og varðveitti hana eisini eftir teinin í gjár, sum hollendski Bauke Mol­ lema (Trek) vann. Tað er annars sera tætt í oddinum í samlaðu kappingini, har Fabio Aru (Astana) er 18 sekund aftanfyri, Romain Bar­det (AG2R) 23 sekund aftan­fyri og Rigoberto Urán (Cannondale-Drapac) 29 sekund aftanfyri. Í dag er hvíli­dagur, men í morgin verð­ur lagt til brots við 16. út av teimum 21. teinunum. TALV 20 ára gamli Høgni Egilstoft Niel­sen (2323) bjóðar av í talvkappingini Faroes Open í Kollafirði. Í gjár vann hann við svørtum móti Sjúrði Thorsteins­syni (2191). Við sigri­num hevur Høgni nú 4½ stig av 6 møguligum saman við tveim­um øðrum telvarum, og har er bert ein, sum er framm­an fyri á stigatalvuni. Tað er indiski IM Srinath Narayan­an (2505), sum aftur vann í dag ímóti GM Allan Stig Rasmussen (2540). Tað er eisini vert at nevna, at Høgni Egils­toft Nielsen hevur havt tor­føra mótstøðu á vegnum. Hann hevur eitt nú vunnið á GM Normunds Miezis (2447) og telvað javnt ímóti GM Helga Dam Ziska (2544), IM Srinath Narayanan (2505) og IM Martin Haubro (2365). Hetta eru alt telvarar, ið eru hægri rat­aðir enn Høgni Egilstoft Nielsen sjálvur. Ein annar ung­ur sandavágsmaður, Jón í Horni Nielsen (1557), hev­ur eisini havt eina sera góða kapping higartil. Hann hev­ur í løtuni 3½ stig, og í gjár vann hann ein flottan sigur móti Herluf Hansen (2048). Jón í Horni Nielsen hev­ur í dag svart ímóti dana­num Mikkel Manosri Jacob­sen (2247). Kappingin heldur áfram til mikudagin, og støðan er í løtuni tann, at Srinath Narayanan er á odda við 5,5 stigum, meðan Høgni Egilstoft Nielsen, Julio Granda og Jens Kristiansen allir hava 4,5 stig. Helgi Dam Ziska hevur 4,0 stig. TENNIS Roger Federer skrivaði søgu, tá ið hann í gjár vann finaluna í Wimbledon við 6-3, 6-1, 6-4 ímóti kroatiska Marin Cilic. Feder­er gjørdist harvið tann fyrsti spælarin, sum hevur vun­nið átta Wimbledon-kapp­ ing­ar. Ta fyrstu vann hann í 2003. Hetta var 19. Grand Slam-kappingarsigurin hjá 35 ára gamla sveisaranum, og samstundis tann annar Grand Slam-kappingarsigurin í ár eftir at hann eisini vann Australian Open í januar. Roger Federer er nú eisini tann elsti vinnarin av einmansleiki í Wimbledon síðani kappingin varð nýgjørd í 1968. Hjá kvinnunum var tað hesaferð Garbiñe Muguruza, sum fór avstað við sigrinum í Wimbledon eftir at hon vann finaluna 7-5, 6-0 ímóti 37 ára gomlu Venus Williams. Hetta var fyrsta Wimbledon- steyp­ið hjá 23 ára gomlu sponsku kvinnuni, meðan Venus Williams hinvegin mis­nýtti møguleikan at vinna Wimbledon fyri sættu ferð. Garbiñe Muguruza var styrkis­mett sum nummar 14 í kappingini, og ávegis til finaluna vann hon nakr­ ar frálíkar sigrar, eitt nú í 1/8-finaluni ímóti top- styrkis­mettu Angelique Ker­ ber úr Týsklandi. HØGNI ÍMILLUM TEIR STÓRU Ungi sandavágsmaðurin, Høgni Egilstoft Nielsen, gevur stórmeistarum og altjóða meistarum skarpan gang í talvkappinini Faroes Open. Tey stuttsøgdu hyggja eisini at øðrum føroyskum ítróttarfólkum og hvat hevur rørt seg úti í heimi hetta vikuskiftið