Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Fyri tey flestu byrjaði ferðin til Algeria, og HM endaspælið hjá U21 landsliðnum, við sigrinum á Sveis. Óvæntað vinnur før­oyska liðið fyrsta dystin í undan­kapp­ ingarbólkinum og tað endar við, at Før­oyar vinna á Finnalandi í triðja og seinasta dystinum. Tað kókar í høllini á Hálsi og spælar­ar, venjarar, viðhaldsfólk og familja hálsfevnast. Hjá fleiri renna gleðistár niður eftir kjálkanum, með­an aðrir brøla upp í loft. Tað var ein samanrenning av høðr­um arbeiði í fleiri ár, sum lá aftan­fyri gleðina og tárini hjá fleiri av spælarunum, venjarunum og for­eldrunum. Einki kemur av sær sjálvum og tað gjørdi søguskrivingin hjá U21 lands­liðnum heldur ikki. Sjálvsama góður árgangur Hjá 1995, 1996 og 1997 árganginum eru tað serliga H71, VÍF og eisini StÍF sum ár um ár kappast um meistaraheitið. Heima hjá spæl­ skiparanum hjá H71, Jónasi Gunnarson Djurhuus, halda for­ eldr­ini, Gunnar Djurhuus og Anna Dam, at tað er ov lítil mótstøða fyri góðu spælararnar. Tað er undirtøka mill­um hini foreldrini, sum eisini fylgja børnunum væl. Tað endar við at tey byrja at skipa fyri talentvenjing. Skjótt gerst greitt, at talan er um serligan ár­gang við foreldum, sum hava ser­ stak­liga góðan áhuga fyri hond­ bólti. Her í millum kunnu nevnanst Ingi Olsen og Pole J. Hansen, sum eru pápar hjá Sjúrði Olsen og Kjart­ ani Johanssen. Teir hava báðir drúgv­ar royndir sum venjarar í før­ oysk­um hondbólti. Saman við Pæturi Joensen, Áka Egilsnes, Helga Hoydal og øðrum er talan um ein árgang, ið við tíðini blívur bulurin á føroyska U21 lands­ lið­num, sum fleiri ár seinni skrivar før­oyska hondbóltssøgu. Hondbóltsinnrás á Hálsi Hondbóltssambandið hevur úr at gera um ársskiftið. Tíðliga í des­ em­bur er kapping fyri kvinn­ur­ nar, men tað gongur einki serligt. Í fyrstu viku í januar 2017 er HM undankapping fyri U21 landslið. Før­oyar eru í bólki við Sveis, Finn­ landi og Ísrael. Størsti bitin er Sveis, sum er fyrst á skránni. Tey mundu verða fá, sum væntaðu ein føroyskan sig­ ur hetta fríggjakvøldið. Hóast liðið telur profilar í føroysku kappingini, so verður mett, at tað er langt upp til Sveis, sum stutt frammanundan hevur vunnið á Føroyum í aðrari kapp­ing. Teir hava stórar og sterkar spælar­ar, men longu tíðliga í dysti­ num sæst, at føroysku spælararnir eru eins sterkir og ikki minst væl samanspældir. Liðandin og stríðs­ viljin lýsir úr spælarunum og høllin á Hálsi kókar hvørja ferð føroyska liðið skorar. Tað endar við, at Pætur Thom­ sen skorar til 25-24 og Sveis knekk­ ar. Føroyar vinna 28-24. Í somu løtu klokkan ýlir í høllini byrja dreymarnir um HM. Ber tað veru­ liga til? Fjáltur Sigurin á Sveis hevur sent ein skelk gjøgnum hondbóltsføroyar. Leyg­ar­dagin er mót­støðu­ liðið Ísrael, sum hevur tapt fyri Finn­landi í fyrsta dystinum. Føroyar eru favorit­t­a­r og vónin er sigur. Tað tykist vera fjáltur á føroyska lið­num hendan leygardagin. Ísrael spælir ágangandi hondbóltin og eina løtu riggar tað. Tað er ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at styrkin á føroyska liðnum kemur til sjóndar. Saman­haldið og stríðsviljin vinnur á ágangandi hondbóltinum hjá Ísrael. Úrslitið er 31-25, eftir at bara eitt mál er á muni í hálvleikinum. Finnland tapur samstundis fyri Sveis og nú er lagt upp til eina san­ na finalu, har Føroyar enntá hava ráð at tapa tepurt ella spæla javn­ leik. Søguliga løtan Tað er ein stúgvandi full høll, tá Før­oyar sunnudagin 8. januar 2017 skriva hondbóltssøgu. Við 29-28 sigri á Finnlandi vinnur U21 landsliðið seg víðari til HM enda­ spælið. Afturgangandi fyri spælið á føroyska liðnum er, at spælararnir tykjast kenna hvønn annan. Teir spæla væl saman og verja sum eitt lið. Brølið frá áskoðarunum hvørja ferð liðið skorar, ella verjan og mál­verjin verja fyri, ber liðið fram. Størsta brølið kemur, tá sigurin enda­liga kemur í hús. Alt Føroyar er á gosi, tá U21 landsliðið sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð vinn­ur seg til eitt HM endaspæl. Tað er altíð ein søgan handan brøgd­ini. Og tað eru gjørdir filmar um sigurin hjá amatørunum í Ís­hoky hjá USA til vetrar OL á heima­vølli móti Russlandi (Mirac­ le), bobsledan hjá Jameika (Cool Runn­ings) og sigurin hjá rugby­ landsliðnum hjá Suðurafrika (Invictus). Her heima hava vit sigur­ un í Landskrona móti Eysturríki og Pál Vitalis Joensen. Felags fyri øll brøgdini er, at tað liggur meiri aftanfyri sigurin enn eygað sær. Soleiðis er eisini við U21 lands­liðnum í hondbólti. Kári leggur frá sær Tað er einki minni enn ein skelk­ ur, tá Kári Nielsen ein mánað seinni leggur frá sær. U21 lands­liðs­ venjarin hevur akkurát vunnið sín størsta sigur sum venjari, men legg­ ur púra óvæntað frá sær. Boðini eru at síggja á forsíðuni á ÍtróttarSosialinum 13. feburar. Vegurin til Algeria: FÓTBOLTUR RÁS2 Á STAÐNUM Rás2 og ÍtróttarSosialurin eru á staðnum, tá HM endaspælið fyri U21 landslið verður í Algeria. Rás2 fer at siga frá øllunum dystunum, meðan tað kemur at merkjast í bæði Sosialinum og á heimasíðuni – In.fo – at Miðlahúsið og Rás2 hava fólk á staðnum. Fyrsti dysturin verður í morgin klokkan 14. Rás2 sigur somuleiðis frá Champions League dystinum í fótbólti millum Víking og FH, sum byrjar klokkan 19. KJARTAN BROTIÐ FINGURIN Tað er tvey ivamál á føroyska liðnum. Kjartan Johansen hevur brotið fingurin fyri trimum vikum síðani, men tíbetur er tað á høgru hond, tí hann skjýtir við vinstru. Hann hevur í løtuni skinnara á, men hann verður tikin av í morgin. Hitt ivamálið er Pætur Thomsen, sum hevur havt fibur. MEIRA ENN BARA EITT U21 LANDSLIÐ Sjálv ferðin er áleið 3.000 kilometrar beint úr Føroyum til Algeria, men ferðin er eisini eitt fleiri ára skeið við sjálvbodnari venjing, ídnum foreldrum og einum heilt serligum árgangi av góðum hondbóltsspælarum