mánadagur 17. juli 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBOLTUR
Kári Nielsen er gløggur venjari við
greiðum meiningum. Hann er eisini
greiður í síni útmelding, tá tað
gerst greitt, at hann heldur fram.
-Eg havi roynt at greitt teimum í
HSF frá, at A-landsliðið hevur hvat
øgiliga vánaligar umstøður í fleiri
ár, meðan teir á U21 landsliðnum
hava fingið nógv fram um øll
onnur. Nú hevur mann so spælt
seg til HM-endaspælið, og øll vit,
sum hava verið kring liðið haldam
at tað skal meiri orka til. Tað er
har okkara samstarv er steðgað.
Høvdu teir karmarnir, sum vit
halda eru neyðugir verið har, so
høvdu vit eisini hildið fram, segði
Kári Nielsen, og leggur afturat, at
tað er bitturt, men at hann ikki fer
avstað sum venjari hjá einum liðið,
um ikki umstøðurnar eru í lagi.
Hann ger ikki fleiri viðmerking
ar og vil millum annað ikki
gera samrøðu við aðrar miðl
ar. Málið er framvegis eitt sindur
torskilt, men avgerðin stendur við.
Sonni tekur við
Nýggjur venjari hjá U21 landslið
num verður Sonni Larsen. Danin
er venjari hjá H71 og er nærlagdur
í sínum arbeiði. Atfinningarsamar
røddir halda, at tað er skeivt at
geva størstu landsliðsuppgávan
nakrantíð til ein venjara uttanfyri
landoddarnar. Ingi Olsen verður
kolldømur sum møguligur venjari,
tí Hondbóltssambandið ynskir ikki,
at høvðusvenjarin er foreldur hjá
spælara. Sonni Larsen vissar hond
bóltsføroyum, at hann hevur ikki
í sinni, at taka royndirnar við av
landinum, men vil gjara geva meiri
aftur til Føroyar.
-Eg havi ongan ætlan um at fara
av landinum í næstum. Eg trúgvi
eisini upp á at deila uppgávur út,
og at ein organisatión ikki skal
standa á einum
beini. Tí koma øll
at fáa týdningarmiklar
royndir, segði Sonni Larsen fyrr
í ár um kritikkin.
Hann boðar eisini frá, at fyrr
verandi danski landsliðsspælarin,
Christina Krogshede, verður við
sum ráðgevi. Hon og Ingi Olsen
koma eitt nú at taka sær av at
hyggja nærri at mótstøðuliðunum.
Lutakast og úttøka
Tað er stórur spenningur um
lutakastið. Tað er ongin ivi um, at
Týskald er stóra liðið í bólkinum
hjá okkum. Saman við teimum
koma Noreg og Ungarn, meðan
Suðurkorea og serliga Kili vænt
andi eru til at tosa við.
Ein mánað undan fráferð er
landsliðsúttøka. Bara ein broyting
er í hópinum. Strikuspælarin hjá
Neistanum, Rune Olsen, er einasti
nýggi maður í hópinum. Annars
eru allir mans við og tøkir.
Mett verður at Føroyar hava
størst møguleika fyri at fáa stig í
tveimum teimum fyrstu dystunum,
sum eru í móti Kili og Suðurkorea.
trondur@sosialurin.fo
Fakta
Hópurin í Algeri:
Málverjar
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Útispælarar
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Áki Egilsnes, VÍF
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Fríði Hammer Weyhe, KÍF
Kjartan Johansen, StÍF
Jónas Gunnarson Djurhuus, H71
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Pætur Johansen, StÍF
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Pætur Thomsen, H71
Rune Olsen, Neistin
Rói Berg Hansen, Neistin
Sjúrður Olsen, VÍF
Fakta
Skráin fyri bólkaspælið:
18. juli: Føroyar – Kili (14.00)
20. juli: Suðurkorea – Føroyar (20.00)
21. juli: Noreg – Føroyar (18.00)
23. juli: Føroyar – Týskland (18.00)
24. juli: Føroyar – Ungarn (18.00)