Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Stórur spenningur var um sætta FM-róðurin, sum var á vestan­ stevnu í Miðvági leygar­dag­in. Tá ið bátarnir róðu á Skálafjørðinum viku­skiftið frammanundan, vóru fleiri rættiliga óvæntað úrslit, og tí var spennandi at vita, um tað var nak­að, sum bert hendi einaferð í avbjóðandi róðrarumstøðum, ella um broytingar var ávegis í kapp­ ing­ini. Fyri onkrar av róðrunum var svarið, at teir bátarnir, sum óvæntað vórðu tiknir av øðr­ um bátum á Skálafjørðinum, svar­aðu aftur hesaferð, men í 10-mannafarsróðrinum vann Orm­urin Langi enn einaferð, og í 5-mannaførum hjá gentum hendi tað fyri fyrstu ferð í ár, at Firvaldur ikki var fremstur. Onkuntíð er tað hent, at bátar hava vunnið FM-heitið longu í næst­seinasta róðrinum, og hóast onkr­ir greiðir favorittar eru fyri sein­asta róðurin, lukkaðist ikki nøkr­um av bátunum at tryggja sær FM-heitið hetta vikuskiftið. Gentu­ manningin Firvaldur var nærm­ ast við at gera tað, men tær blivu numm­ar 2 í Miðvági. Umstøðurnar at rógva í Miðvági vóru góðar. Eftir hálvvánalig líkindi bæði seinast og næstseinast, høvdu bátar og manningar betri frið til at hugsa um sjálvan róðurin hesaferð. Fípan svaraði aftur Hjá 5-mannaførum við dreingjum svar­aði Fípan Fagra úr Klaksvík aft­ ur, eftir at hon endaði sum nummar 3 seinast, og eitt skifti í tí róðrinum var enn longri aftur í røðini. Fípan Fagra er á odda á stiga­ talvu­ni, og við einum góðum róðri í Miðvági vann Fípan tvídystin við Drekan. Drekin bjóðaði aftur av hesa­ferð, men tað var við ein góð­um endaspurti, at Fípan togaði seg fram um Drekan og fór fyrst um mál­ið. Gentumanningin umborð á Fir­valdi av Tvøroyri hevur verið suveren í ár, og spurningurin áðrenn vestanstevnu var, um tær kun­du tryggja sær FM-heitið við sætta sigrinum á rað. Soleiðis skuldi ikki ganga, tí Drek­in, sum alt ár hevur verið nærm­asti avbjóðarin, tók øll á bóli og vann ein greiðan sigur. Firvaldur og Drekin vóru væl frammanfyri hin­ar bátarnar og fylgdist inn móti málinum. Seinasta teinin av róðri­ num settu tær á Drekanum ordiliga á og fóru slakar tvær bátslongdir fram um Firvald. Hetta hevði við sær, at avgerðin um FM-heitið hjá gentum má bíða til ólavsøku, men tað skal ganga heilt illa hjá Firvaldi, um tær ikki í sein­asta róðrinum tryggja sær gull­ krón­urnar. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongs­dóttir úr Fuglafirði vunnu ein tættan róður ímóti Jallinum, sum annars liggur fremst á stiga­ talvu­ni hjá 5-mannaførum við kvinnum. Róðurin var sera tættur, og báð­ ir bátarnir vóru á odda inn móti málinum. Í endaspurtinum fór Erla Kongsdóttir fram um Jallin, og hóast Jallurin svaraði aftur dygst undir málinum, fór Erla Kongs­ dóttir fyrst um málið og vann. Øgilig kapping Róðurin hjá 6-mannaførum við kvinn­um var óvanliga spennandi, og videoupptøkur máttu avgera, hvør var fyrstur um málið. Kappingin millum Rádna og Søl­ mund var øgilig, bátarnir skiftust um at vera á odda, og lítil og eingin munur var á bátunum allan róður­ in. Niðurstøðan á málinum varð, at Rádni vann við tveimum hundrað­ pørtum framman fyri Sølmund. Tættari kundi tað ikki vera. Harvið liggur tað nú til Rádna at rógva FM-heitið heim á ólavsøku. Sundabáturin var aftur drúgvast hjá 6-mannaførum við monnum. Sundabáturin vann róðurin hjá 6-mannaførum við monnum í Mið­ vági í dag. Tað vóru Sundabáturin, sum ligg­ur fremst á stigatalvuni, og nærm­asti avbjóðarin Hvessingur, sum fóru fram um hinar bátarnar. Sunda­báturin helt seg tó framman KAPPRÓÐUR Eftir at Drekin tók Firvald í 5-mannaførum hjá gentum hevur eingin bátur nú vunnið allar sínar FM-róðrar, og eingin FM-vinnari er funnin fyri seinasta róðurin á ólavsøku FM-HEITINI BÍÐA TIL ÓLAVSØKU Bárður S. Guttesen Síðani 2015, tá røsku damurnar um­ borð á Firvaldi av Tvøroyri komu upp í 5-mannafør gentur aldurs­ bólk­in, hava tær mestsum verið eina­ráðandi. Av 19 møguligum hava tær vunnið 18 róðrar, og tær hava í flestu førum vunnið sann­ førandi sigur. Genturnar um­borð á Drekanum hava øll hesi árini ligið í skugganum av mann­ingini úr Suðuroynni, men á vestan­stevnu leygardagin bragdaði hjá havnar­ damunum, og tær kundu fyri fyrstu ferð síðani 2014 fara upp á heiðurspallin at heinta gullmerkini. - Tríggjar av okkum hava róð í skjótt 6 ár, og so eru nakrar komnar so leypandi. Í ár fingu vit so tvær nýggjar, har ein hevur róð í Róðrarfelagnum Knørri í nøkur ár, og hin einans hevur róð tvær stevnur áður. Vit eru tvær sum hava róð saman øll árini síðani 2012, síðani vit byrjaðu umborð á Tambar í barnaróðri, sigur Marjun Manuela Behrens sum er bátsforkvinna á Dreka­num. - Árið eftir róðu vit í Havnar Róðrar­felag og vóru vit eldri árgang­urin í barnaróðri og kláraðu okkum sjálvsagt betri. Vit vunnu norð­oyastevnu, og vóru í tættari kapp­ing við Fípuna Føgru hinar stevn­ur­nar. Men hinar stevnurnar vóru vit altíð akkurát ov stuttar og tað so endaði við einum øðrum pláss­ið í FM, sigur hon Onga hóming Marjun Manuela Behrens greiðir frá, at tær fluttu upp í genturóðurin í 2014. - Vit høvdu tá ikki serliga góðar vón­ir til heiðursmerki, men vildu allíka­væl royna okkum. Vit vunnu so tvær stevnur og lógu javnar við Silju úr Fuglafirði í FM áðrenn ólav­ søku, men vóru ov stuttar til fyrsta plássið, sigur hon. Í 2015, tá Firvaldur kom upp í genturóður, endaðu tær numm­ar fimm allar stevnurnar, ímeðan Fir­ vald­ur vann alt uttan ólav­søkuna. - Hetta árið løgdu vit tó ikki eins nógv fyri, og ætlaðu ikki tað heilt stóra. Í 2016 kappaðust vit mest við Fir­vald, Falk og Báruna. Tað árið byrjaði ikki væl, men tað gekk betur og betur og tað endaði við einum triðja plássið í FM, fortelur Marjun Manuela Behrens. Tá ið tær fóru undir hetta kapp­ ingar­árið, høvdu tær onga hóming av, hvussu úrslitið fór at verða. - Vit høvdu eisini ringt við at finna onkran at stýra, men vit fingu so Lindu Guttesen at stýra aft­ur. Hon stýrdi hjá okkum í 2014 og 2016, og vit vóru ordiliga glaðar fyri at fáa hana aftur. Hon fekk tó ikki stýrt á sundalagsstevnu og varma­keldu, tí hon var uttanlands, men tá fingu vit góða hjálp frá felag­num. Vit blivu nummar tvey á norð­oyastevnu, og at tað gekk so rúm tíð frá fyrstu stevnu til næstu, var til okkara fyrimun, tí so fingu vit vant nógv, og tað høvdu vit brúk fyri, sigur unga havnadaman, sig­ur Marjun Manuela Behrens. Fingu gull Á jóansøku var Drekin bert eitt hálvt sekund frá Firvaldi. Nú smakkaði Drekin gullið Firvaldur hevur seinastu árini verið einaráðandi í 5-mannaførum hjá gentum, men leygardagin vann Drekin umsíðir ein róður