mánadagur 17. juli 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Hóast felagið er ungt og einans
hevur 10 ár á baki, so hevur Vík
ingur longu gjørt stórar skreytir í
evropeiskum fótbólti. Finska Inter
Turku, lettiska Daugava og norska
Tromsø hava øll fingið víkingarnar
at smakka – tá var tað í Europa
League, men nú umræður tað
Champions League.
Víkingur hevur longu í fyrsta
undanumfarinum lagt Trepca 89
afturum seg, og í fyrsta dystinum
í øðrum undanumfari á útivølli
ímótí íslendska FH eydnaðist tað
at fáa eitt gott útgangsstøði við
1-1-javnleiki.
Megnar Víkingur at spæla seg
víðari, gerst Víkingur fyrsta før
oyska felagið, sum hevur spælt seg
framvið tvey feløg í Champions
League. B36 er komið longst
higartil, nevniliga í annað umfar
– hetta var áðrenn undanumfør
vórðu viðtikin - eftir sigur ímóti
Birkirkara av Malta í 2006.
Sum er, so er Víkingur omaná
ímóti FH. Føroysku meistararnir
fingu eitt sera týdningarmikið úti
vallarmál í Hafnarfirði og kunnu
í grundini verja seg víðari við
0-0-javnleiki.
Hetta fer at síggjast á uppleggi
num hjá Víkingi á Tórsvølli í annað
kvøld, váttar Sámal Erik Hentze,
venjari.
- Vit fara at spæla upp á sama
máta sum í Íslandi, bara tað at nú
eru vit meira klókir upp á at taka
ímóti hvussu vit skulu gera tað.
Vit vera varnir í útgangsstøði og
leypa ikki framav. Tað eru jú teir,
sum skulu skora mál, so tað verður
nokk eitt verjukent útganggstøði
frá okkum og at koyra upp á um
stillingar, sigur Sámal Erik.
Umstillingar
er
als
ikki
fremmant hjá Víkingi, og tí burdi
uppleggið passað væl.
- Hetta er mátin vit spæla uppá,
og tað gjørdu vit eisini í fjør. Vit duga
tað, og tað riggar væl hjá okkum.
Hetta er ikki nakað, vit skulu finna
upp á – hetta er púra natúrligt hjá
okkum, sigur Víkinga-venjarin.
Hóast útgangsstøðið er gott og
uppleggið eisini passar væl til Vík
ing, so eru íslendsku gestirnir úr
FH favorittar til at spæla seg víðari.
Tað heldur Sámal Erik Hentze í øll
um førum.
- Tá dyturin byrjar er tað kanska
50/50, men hetta liðið er øgiliga
gott, og vit skulu vera tilstaðar fyri
at fáa eitt gott úrslit. Slakka vit, so
verða vit revsaðir. Eg haldi, at teir
eru favorittar, sigur Sámal Erik
Hentze, sum ikki stóð á odda fyri
Víkingi tá ið frálíku úrslitini vórðu
framd í 2014, men hóast tað hevur
eitt boð upp á hví Víkingur stendur
seg somikið væl í sokallaðum 'knald
eller fald'-dystum.
- Liðið er fysiskt væl fyri og
megnar at matcha útlendsk lið. Tað
er ein motivatión hjá leikarunum
at avrika og raka eitt høgt støði í
hasum dystunum, og tí tíma teir
tað væl. Tað hevur riggað fyrr, so
tað er ein svongd eftir meiri og
ein trúgv upp á at tað ber til, sigur
Sámal Erik.
Hini føroysku liðini hava havt
summarsteðg, men góðu úrslitini
hjá Víkingi hava havt við sær, at
summarsteðgurin
hjá
teimum
verður lítil og eingin. Víkinga-
venjarin óttast ikki møði
í seinnu hálvu av Effo
deildini – og tó.
- So leingi tað gongur
væl, so er tað ikki nakar
trupulleiki, men fer
tað ikki at ganga væl,
so kann tað blíva
strævið, sigur Sámal
Erik Hentze at enda.
albinus@sosialurin.fo
Víkingur í Champions League:
FÓTBOLTUR
UPPLEGG
TIL SØGU Á
TÓRSVØLLI
Víkingur hevur sett seg í eina støðu, sum kann skapa søgu. Tað ber til at verja seg víðari
til triðja undanumfar av Champions League, sum á sín hátt hevði verið søguligt avrik.
Uppleggið hjá venjaranum er greitt. - Tað verður verjukent, viðgongur Sámal Erik Hentze