mánadagur 17. juli 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
FH Hafnarfjørður var risa stór
ur favorittur, tá ið Víkingur
var á vitjan í fyrra dystinum í
Champions League-undankapp
ingini, men føroysku meistararnir
gjørdu metingarnar hjá vedd
ingarfyritøkum og øðrum til
skammar við at fáa 1-1-javnleik.
Sambært
veddingarfyritøk
unum var 72% møguleiki fyri
at FH fór at vinna dystin. Hetta
hendi tó ikki, og nú eru vedd
ingarfyritøkurnar meiri varn
ar við at tilluta FH so stórar
møguleikar í seinna Champions
League-dystinum, sum verður á
Tórsvølli í annaðkvøld kl.19.00.
Í fyrra dystinum fekst odds 14
upp á Víkinga-sigur, men í annað
kvøld fæst oddsið ikki hægri enn
3,40. Veddingarfyritøkurnar meta,
at Víkingur hevur umleið 26%
møguleika at vinna dystin. Sann
líkindini fyri javnleiki eru 28%,
meðan sannlíkindini fyri FH-sigri
eru 46%.
Fimm
veddingarfyritøkur
bjóða odds upp á hvør fer at spæla
seg víðari. Sambært hesum odd
sunum, so hevur Víkingur 40%
møguleika fyri at spæla seg víðari
til triðja undanumfar, har mót
støðuliðið í so fall verður annað
hvørt Zrinjski úr Bosnia-Herse
govina ella Maribor úr Slovenia.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Víkingur hevur so gott sum all
an hópin tøkan til dystin ímóti
FH. Fróði Benjaminsen er aftur
komin, tað er Hans Pauli Samuel
sen eisini, og so er Filip Djordjevic
eisini tilreiðar aftur eftir leikbann.
Einasta ivamálið er høgri
bakkurin, Gert Hansen, sum
hevur stríðst við ein skaða í lær
krikanum (lyskuni). Venjing er á
Tórsvølli í kvøld, og har verður
støða tikin til, um Gert er førur
fyri at spæla ella ikki.
Tað stendur nógv upp á spæl.
Liðið, sum spælir seg víðari, fær
nevniliga heili 2,4 milliónir krónur
í kassan frá UEFA.
- Vónandi koma nógv fólk at
stuðla okkum í hesum her, tí hetta
er ikki bara Víkingur, sum spælir
ein dyst í hesum føri. Eg haldi
hetta kann yvirførast eitt sindur –
bæði til at hetta er ein dystur fyri
føroyskan fótbólt, og eitt sindur
av einum landsdysti liggur í hes
um eisini, nevniliga Føroyar ímóti
Íslandi, sigur Brandur Jacobsen,
formaður í Víkingi.
Dysturin verður spældur á
Tórsvølli í annaðkvøld, týskvøldið
18. juni klokkan 19. Børn og ung
upp til 16 ár sleppa ókeypis inn,
meðan kostnaðurin fyri vaksin er
100 krónur.
albinus@sosialurin.fo
FÓTBOLTUR
Víkingur hevur
40% møguleika
Allir eru við:
Spæla um
2,4 milliónir
Nú hevur Víkingur heimavøll, og
veddingarfyritøkur tora neyvan at
undirmeta føroyska liðið einaferð enn
Nógv er upp á spæl, og mest sannlíkt
hevur Víkingur allar mans tøkar til dystin
ímóti FH. Einasta ivamálið er Gert Hansen