mánadagur 17. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TIL- OG FRÁGONGD SUMMARIÐ 2017
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
Verður hugt at stigatalvuni í Effo
deildini, so eru tað óivað HB og ÍF,
sum munnu vera minst nøgd við
fyrru hálvu av kappingini. HB er
nummar seks, meðan ÍF er langt
aftast.
Tað eru eisini hesi bæði liðini,
sum hava havt mest skifting í
hópinum, nú flytingargluggin í før
oyskum fótbólti hevur verið opin,
og liðini hava havt møguleikan at
styrkja sær um hópin til seinnu
hálvu umframt at onnur hava tikið
av møguleikanum at rudda út av
avlopsgoymsluni.
Sveiggjhurð í HB
Undan hesum kappingarárinum
legði HB á nýggja kós. Heldur enn
at dúva upp á teir yngri leikararnar
í felagnum, so skuldu fleiri profilar
fáast í hópin. Fyrst varð B36-topp
skjúttin, Sebastian Pingel, fisk
aður upp frá grannunum, og síða
ni vórðu sáttmálar gjørdir við
framherjarnar Daniel 'Elly' Peder
sen og Aleksandar Stankov um
framt navnframa danska miðvall
aran, Martin Bergvold, sum við eini
ørgrynnu av dystum í Seriu A man
hava tað besta CV, ið Effodeildin
enn hevur sæð.
Útlendingarnir hava tó ikki lyft
liðið so nógv, sum HB kundi ynskt
sær, og nú tað er summarsteðgur,
er HB nummar seks.
Daniel 'Elly' Pedersen gjørdi ikki
stórar skreytir áðrenn afturvend
andi skaðar oyðiløgdu føroyska
ævintýr hansara, og avgerð varð
tikin um at loysa hann úr sátt
málanum. Sebastian Pingel við
fýra málum og serliga Aleksandar
Stankov við sjey málum hava verið
fongir fyri HB í Effodeildini, men
søgan hevur verið ein onnur við
Martin Bergvold. Sambært CV og
løn skuldi hann verið á nógv hægri
støði enn føroysku leikararnir, men
tað var ikki sannleikin, og tískil
hevur HB roynt at sloppið sær av
við tann aldrandi og løntunga mið
vallaran. Hetta hevur nú eydnast.
Hóast kósirnar, ið HB hevur
sett sær, hava peikað í hvør sína
ætt, og hvørgin hevur víst seg sum
brakandi succés, so er HB komið
skilagott frá hesum flytingar
glugganum, har HB hevur skilt seg
av við skaðadarvaðar og løntungar
leikarar,
umframt
at
gamli
málrevurin Øssur Dalbúð er komin
heimaftur til felagið. Hópurin er
ikki styrktur, serliga ikki nú Heðin
Hansen leitaði heimaftur til Víking,
men alt íroknað má støðan, kanska
serliga tann fíggjarliga, metast
at síggja skilabetri út nú enn hon
gjørdi fyrru hálvu.
HB er framvegis væl við í stríð
num um evropeiskt pláss, men fyri
framtíðina hevði felagið havt gott
av einari greiðari kós og ikki minst
meiri tolsemi, so tað, ið sáað hevur
verið, kann heystast.
Nógvir koma heim
Málið hjá føroyskum fótbólti
man vera at fáa sent nógvar
spælarar av landinum í fót
bóltsørindum,
men
í
hesum
flytingar
glugganum eru tað
serliga
leikarar,
ið eru komnir
heimaftur
til
Føroya.
Tíbetur eru
teir tó flestu
komnir
upp
í árini og eru
vendir
heim
aftur
av
heilt
natúrligum orsøk
um heldur enn at
uttanlandsdreymurin er
uppgivin.
Tveir av teimum hava verið heilt
stór nøvn í føroyskum fótbólti –
nevniliga Christian Høgni Jacobsen
og Bogi A.
Løkin,
sum
báðir eru vendir heim til NSÍ.
Teir
báðir
hava
ikki
spælt
fótbólt
á
ovastu
rók
seinnu
árini, men hava teir hildið til
í útisetafelagnum ÍF Føroyum í
Keypmannahavn. NSÍ hevði ikki
beinleiðis í hyggju at styrkja seg í
summarsteðginum, men nú tveir av
teirra gomlu ynsktu at sleppa upp í
aftur føroyskan fótbólt, ynsktu teir
ikki at stilla seg í vegin. Teir báðir
HB STÓÐ FYRI
DRAMATIKKINUM
Flytingargluggin afturlatin: Sveiggjhurðin hevur ikki gingið eins dúgliga í føroysku
fótbóltsfeløgunum hesaferð í mun til aðrar summarsteðgir, men eitt sindur av
dramatikki var. Hann var at finna í HB, sum nú hevur avskipað nøkur stór nøvn
Effo-deildin
Víkingur
Tilgongd:
Heðin Hansen (HB)
Frágongd:
Magnus Jarnskor (ÍF – leiga)
KÍ
Tilgongd:
Jóhan Waag Høgnesen
(SønderjyskE)
NSÍ
Tilgongd:
Christian Høgni Jacobsen
(ÍF Føroyar) Bogi A.
Løkin (ÍF Føroyar)
Frágongd:
Tobias W. Olesen
(Danmark) Jann Martin
Mortensen (Skála)
B36
Tilgongd:
Meinhard E. Olsen
(Vendsyssel FF)
Frágongd:
Philip Lund (leysgivin)
Pætur Petersen (EB/
Streymur – leiga)
TB/FCS/Royn
Tilgongd:
David Müller (Vejle
U19) Teitur Justinussen
(heimkomin) Absalon
Eliasen (heimkomin) Anton
Holse (AB í Danmark)