mánadagur 17. juli 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Bill McLeod Jacobsen hevur
eygleitt flytingargluggan í før
oyskum fótbólti, sum hann ikki
metir kann vera við til at hava
kollveltandi broytingar.
- Nú er flytingarvindeygað
bara ein justering, har ein kann
broyta hóp í mun til hvørji mál
ein hevur sett sær, og leikara
flytingarnar í Føroyum eru eisini
meira tilvildarligar enn aðra
staðni, sigur Bill og peikar á lestur
og bústað uttanlands.
- Hesin flytingargluggin hevur
verið sera friðarligur, staðfestir
hann.
- Sterkaru liðini hava breið
kað um sínar hópar og styrkt
eykaliðini. Víkingur, suðuroy
ingarnir, 07 Vestur og ÍF hava
beinleiðis styrkt um Effoliðið,
meðan KÍ, B36 og EB/streymur
hava fingið ungar spenanndi
leikarar inn, har allir kunnu sláa
til, heldur hann.
- Skála hevur mist Hákun og
fingið Jann Martin, so her er tað
ein út ein inn. NSÍ hevur mist
Tobias Olesen og Jann Martin
Mortensen, men spurningurin er
so um Bárður Hansen kemur betur
til sín rætt nú, og spurningurin
er eisini um Christian Høgni
Jacobsen og Bogi Løkin koma
at spæla ella breiðka um hópin,
leggur Bill afturat.
Hann heldur, at tað eru trý
feløg, sum ikki eru komin styrkt
burturúr hesum flytingarglugga
num.
- HB hevur við Øssuri Dalbúð
fingið ein profil aftur, men missir
tríggjar leikarar, sum roknað
varð við skuldu vera í byrjunar
uppstillingini. Tað er ilt at siga,
men eg meti at øll liðini uttan HB,
NSÍ og Skála eru vorðin sterkari í
flytingarglugganum. Hesi trý eiga
at hava áleið somu styrki, men
eg trúgvi ikki at ársins flyting
argluggi kemur at hava stóra
ávirkan á endaspælið í heyst,
er niðurstøðan hjá Bill McLeod
Jacobsen.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Ein av avgjørdu profilunum hjá
HB í fyrru hálvu hevur verið topp
skjúttin, Aleksandar Stankov,
sum við sjey málum í 10 dystum í
Effodeildini er HB-toppskjútti og
er á einum deildum triðja plássi á
toppskoraralistanum í Effodeild
ini.
Tað hevur verið ógvuliga av
gerandi fyri HB, at teir framhald
andi skulu sleppa at leiga mak
edonska framherjan úr danska
felagnum Viborg FF.
Hetta hevur nú eydnast. HB-
venjarin, Sigfríður S. Clementsen,
váttar fyri Sosialinum, at 26 ára
gamli Aleksandar Stankov heldur
fram í HB restina av kappingar
árinum.
Ungi framherjin, Ari Mohr Ol
sen, er útleigaður til EB/Streym,
men hinvegin er Øssur Dalbúð
komin heimaftur til HB og myndar
nú eitt nýsamansett og øðrvísi
álopspar saman við Stankov.
albinus@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Bill um flytingar:
Fáa onga ávirkan
Stankov heldur fram
Fótbóltsvenjari metir ikki, at
flytingargluggin hesaferð hevði nóg
nógvar stórar flytingar til at tað skal
fáa ávirkan á endaspælið í heyst
Tað hevur eydnast HB at halda
fast í toppskjúttanum, Aleksandar
Stankov, sum heldur fram í felagnum
restina av kappingarárinum
HB
Tilgongd:
Øssur Dalbúð (BK Frem)
Frágongd:
Martin Bergvold (leysgivin)
Daniel 'Elly' Pedersen
(BK Frem) Heðin Hansen
(Víkingur) Ari Mohr Olsen
(EB/Streymur – leiga)
Skála
Tilgongd:
Jann Martin Mortensen (NSÍ)
Frágongd:
Hákun Edmundsson
(Vendsyssel FF – leiga liðug)
EB/Streymur
Tilgongd:
Pætur Petersen (B36 – leiga)
Ari Mohr Olsen (HB – leiga)
07 Vestur
Tilgongd:
Pål Fjelde (St. Mirren) John
Frederiksen (Frederiksberg)
Frágongd:
Petter Bjørlund (Svøríki)
ÍF
Tilgongd:
Frederik Selch Poulsen
(Vejgaard) Pedro Tarancon
Anton (B68) Magnus
Jarnskor (Víkingur –
leiga) Andrias Højgaard
(heimkomin)
hava ikki fingið sáttmála, men teir
venja við Effo-hópinum.
Frederik Selch Poulsen (ÍF) Pål
Fjelde (07 Vestur), John Frederiksen
(07 Vestur) og Anton Holse (TB/
FCS/Royn) eru øll spildurnýggj
nøvn í Effodeildini, men so eru tað
eisini fleiri yngri føroyskir leikarar,
ið nú koma til Føroya at royna seg
– eitt nú Meinhard E. Olsen (B36),
Jóhan Waag Høgnesen (KÍ) og
David Müller (TB/FCS/Royn).
At enda eru tað eisini nakrir
leikarar, ið hava leitað sær til ann
að felag fyri at fáa leiktíð. Ein
íløga, sum kann vísa seg at gerast
góð fyri allar partar. Leikarar, sum
kunnu bólkast at vera í hesi støðu,
eru Jann Martin Mortensen (NSÍ til
Skála), Pætur Petersen (B36 til EB/
Streym), Ari Mohr Olsen (HB til EB/
Streym) og Magnus Jarnskor (Vík
ing til ÍF).