mánadagur 17. juli 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Teir 16 úttiknu U21 lands liðs spæl-
ar arnir fóru í gjár allan vegin úr
Før oyum til Algeria. Fyrst varð
flog ið til Kastrup og síðani víðari
til Barcelona, áðrenn leiðin gekk til
Algeria. Til samans vóru teir á ferð
í fleiri enn 12 tímar, so tað kemur
væl við, at liðið hevur ein dag at
fyri reika seg í, áðrenn dystin móti
Kili týsdagin.
Spælararnir hava seinastu tíð-
ina vant nógv seinastu tíðina og
spnningurin hevur eisini verið stór-
ur undan fráferðini.
-Eg havi bara sovið nakrar heilt
fáar tímar í nátt. Onkrir av hinum
hava slett ikki sovið, segði Áki Egils-
nes í gjár.
Kjartan brotið fingurin
Størsta ivamálið á U21 landsliðnum
er nýggi spælarin hjá Kyndli, Kjart-
an Johansen. Hann breyt fingurin
fyri trimum vikum síðani, tá hann
datt, meðan hann bar tungt. Hann
hevur tí ikki vant við seinastu
tríggjar vikurnar, men hevur vant
sjálvur. Hann gongur í løtuni við
skinnara á fingrinum, men tekur
hann av í dag. Tíbetur er talan
um fingur á høgru hond. Kjartan
Johansen skjýtur við vinstru.
Eitt annað ivamál er Pætur
Thom sen úr H71. Hann hevur
havt eina fibur, men er við á túri-
num og er meldaður klárur. Pætur
Thomsen er vongur, meðan Kjartan
johansen kann spæla bæði á
bakkinum og á vonginum.
Hugsa bara um Kili
Sonni Larsen, U21 landsliðsvenjari,
sigur at føroyska liðið í løtuni bara
hugsar um dystin móti Kili.
-Tað nyttar einki at hugsa fleiri
dystir fram. Nú hyggja vit bara
fram til dystin móti Kili og leggja
okkara orku í tann dystin, sigur
Sonni Larsen.
Sami boðskapur kemur frá
Jónasi G, Djurhuus, sum eftur
summar steðgin skal spæla í næst
bestu deildini í Danmark.
-Vit hugsa bara um dystin móti
Kili. Vit taka restina aftaná, sigur
Jónas G. Djurhuus.
Ingi Olsen, hjálparvenjari, hevur
hug lyta lokið eitt sindur. Hann
hev ur verið í hondbólti í nógv ár
og hevur nógvar royndir.
-Vit hava sett okkum nøkur deil-
mál í teimum ymisku dystunum. Í
summ um førum er tað kanska at
ein ávísur spælari skal gera nakað
ávíst. Vit vita at vit koma at møta
sterkari mótstøðu og kunnu tapa
onkr ar dystir, sigur Ingi Olsen.
Hann heldur eisini fyri, at vit
kunnu vinna nakrar dystir. Hann
leggur dent á, at hesir spælararnir
hava longu víst, at teir kunnu vinna
á sterkari tjóðum.
Vilja ikki kennast við
favoritt-leiklut
Fyri kortum kom fram, at Bet365
hevur Føroyar sum risa favorittar
til dystin móti Kili. So nógv, at
odds ini upp á ein sigur til Føroyar
vóru 1,05. Tað er óhuygnaliga lítið.
-Eg veit ikki heilt hvar vedd-
ingar fyritøkurnar fáa teirra tøl og
met ingar frá, men hatta samsvarar
ikki við okkara vitan, sigur Sonni
Lar sen. Hjálparvenjarin tekur eisini
undir við honum.
-Eg síggi hetta meiri sum ein
púra javnan dyst, sigur Ingi Olsen.
Tað er lítið, sum bendir á, at
vedd ingar fyritøkurnar í hesum
hava so rætt í metingini, men sam-
bært teimum, so eru Føroyar risa
favorittar at vinna í einum HM
enda spælið.
trondur@sosialurin.fo
Ferðalagið við føroyska U21 landsliðnum er komið vegin fram til Algeria í gjár.
Ferðast varð í ein heilan dag og nú er bara ein dagur til fyrsta dystin. Størsta ivamálið
í føroyska hópinum er Kjartan Johansen, sum hevur ein brotnan fingur
18. juli: Føroyar – Kili (14.00)
20. juli: Suðurkorea – Føroyar (20.00)
21. juli: Noreg – Føroyar (18.00)
23. juli: Føroyar – Týskland (18.00)
24. juli: Føroyar – Ungarn (18.00)
Skráin fyri
bólkaspælið:
BROTIN FINGUR ER
STØRSTA IVAMÁLIÐ
HM í Algeria:
FÓTBÓLTUR