mánadagur 17. juli 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. juli 2017 · Nr. 82
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Súkklukappingin Volvo Kring Føroyar byrjar
komandi hósdag, og ein av luttakarunum, Torquil
Clyde, kemur til Føroya í egnum flogfari
Hevur egið flogfar:
Pætur Albinus
Ferðafólkini koma við skipi ella
flogfari – aloftast ferðafólkaskipum
og ferðafólkaflogførum, men so eru
tað tey heilt fáu, sum koma í egn
um fari. Seinni í vikuni kemur ein
súkklari til Føroya, sum frá hós
degnum av skal luttaka í Volvo
Kring Føroyar. Hann kemur av Ork
ney, og leiðina hendanvegin leggur
hann heldur merkisvert í egnum
flogfari.
Føroyavinur
Hann er ein sannur Føroyavinur,
súkklarin Torquil Clyde av Orkney,
sum hevur knýtt vinarbond við
føroyingar umvegis súkklukapping
ar á oyggjaleikum og mangan hevur
verið í Føroyum. Tað merkisverda
við honum er, at hann sjálvur flýgur
hagar hann fer – tað hevur hann
gjørt í egnum flogfari hvørjaferð
hann hevur verið í Føroyum, og tað
gjørdi hann eisini til oyggjaleikirnar
í Gotlandi í summar, har hann í práti
við føroyingar gjørdi avtalu um, at
hann kemur til Føroya at luttaka
í Volvo Kring Føroyar, sum byrjar
hósdagin.
Hann kemur sjálvsagt í egnum
flogfari. Á leiðini lendir hann eisini
í Hetlandi, har hann tekur tríggjar
hetlendskar súkklarar við sær, sum
eisini koma at luttaka í føroysku
súkklukappingini.
Apotekari
Torquil Clyde er 50 ára gamal og
úr Kirkwall á Orkney, har hann
starvast sum apotekari, men sum
frítíðarítriv hevur hann keypt sær
eitt lítið flogfar og tikið neyðugu
útbúgvingina til at vera førur fyri
at flúgva eitt slíkt.
Umframt tað, so er Torquil eisini
ein sera góður súkklari. Eisini hev
ur hann luttikið í triathlon. Honum
dámar væl at ferðast, og tað ger
hann í egnum flogfari.
Fyri útivið trimum árum síðani
var hann í Føroyum í egnum flog
fari eftir einari bátsmanning, sum
hevði róð úr Skotlandi til Føroya til
frama fyri at savna pening til børn
rakt av krabbameini.
Nú kemur hann higar einaferð
enn. Hesaferð hevur hann súkkluna
við sær og trý hetlendsk ferðafólk,
sum øll fýra fara at luttaka í Volvo
Kring Føroyar.
Kappingin
Volvo Kring Føroyar hevur verið
nærum á hvørjum ári síðani kapp
ingin varð sjósett í 1997. Í ár verður
tað 19. ferð, at kappingin verður
fyriskipað. Hon er í ár nakað stytt
– úr fimm teinum niður í tríggjar.
Prologur og einkultstartur eru
tikin av skránni, og súkklaðir
verða heldur tríggir teinar á
landavegi. Allir teinarnir byrja og
enda uttanfyri hjá P/F Wenzel, og
teinarnir, sum eru góðar 350 kilo
metrar tilsamans, leggja leiðina
framvið eitt nú Eiðisskarð, Vest
manna og Oyggjarvegin. Tískil
kunnu súkklararnir vænta sær
nógvar brekkur og hæddarmetrar.
Ein av fyriskiparunum, Gunnar
Dahl-Olsen, sigur, at tey hava eina
vón um at 25 súkklarar vera við í ár,
men at talið helst endar á umleið
20.
Tað var ikki víst, at kappingin
fór at verða fyriskipað í ár, men
eftir góð úrslit á oyggjaleikunum í
Gotlandi fingu tey aftur upp í lag,
og nú er kappingin so aftur fyri
skipað.
Fimmfaldaði vinnarin av kapp
ingini, Torkil Veyhe, er við í ár, og
hann er stórfavorittur at vinna.
Dávur Magnussen, sum eins og
Torkil súkklar í Danmark, verður
møguliga eisini við, og verður hann
í so fall besti avbjóðarin. Eisini eru
veteranar sum Guðmundur Joen
sen og Gunnar Dahl-Olsen við
umframt nýlingurin Jan Hjaltalin
Olsen.
Á kvinnusíðuni verður Birita
Poulsen, sum eisini luttók á oyggja
leikunum, við. Systirin, Svanna,
hevur júst brotið hondina, og verð
ur hon tískil neyvan við, men hin
vegin liggur í kortunum at Karina
Ottosen, Annlisa Jútsdóttir Møss,
Elsa Berg og Súsanna Skylv vera
við.
Fyrireikararnir bíða í løtuni
eftir endaligari góðkenning frá løg
regluni, so enn eru teinarnir ikki al
mannakunngjørdir.
Fyrsti teinur byrjar hóskvøldið
kl.18.00, og tilber at fylgja gongdini
í kappingini á in.fo.
albinus@sosialurin.fo
FLÝGUR TIL FØROYA AT SÚKKLA
Torquil Clyde við flogfari sínum á Jersey í 2015