leygardagur 16. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 198 - 16. oktober 2004
Nr. 198 - 16. oktober 2004
7
Tórshavnar Skipa-
smiðja eigur sátt-
málarnar um trolbát-
arnar, sum tíðliga
komandi summar
koma í flotan fyri
Hansu Mariu av Toft-
um og Dúgvuberg,
sum eitt felag í Vest-
manna nú eigur
NÝBYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri komu tveir nýbygd-
ir skrokkar á Havnina.
Skrokkarnir eru komnir úr
pólska býnum, Gdansk, har
teir eru bygdir.
Ein danskur sleipibátur
sleipaði báðar skrokkarnar
til landið. Undir sleipinum
longu leiðina heim úr Pó-
landi hekk annar skrokkur-
in einar 300 metrar afturút
og hin aðrar 300 metrar
afturúr tí fyrra.
Sáttmálin føroyskur
Tað er Tórshavnar Skipa-
smiðja, sum eigur sáttmál-
an við reiðaríini, ið hava
latið bátarnar byggja. Teir
eru projekteraðir og tekn-
aðir á skipasmiðjuni, og nú
skrokkarnir eru komnir til
landið,
verða
bátarnir
gjørdir lidnir í stóru byggi-
høllini, sum skipasmiðjan
hevur.
Annar báturin kemur í
flotan fyri trolbátin, Hansu
Mariu á Toftum og hin fyri
Dúgvuberg, sum vestmenn-
ingar nú eiga.
Sambært
sáttmálanum
verða teir lidnir og klárir at
fara til fiskiskap flaggdagin
komandi, 25. apríl.
Samlaði byggikostnaður-
in verður einar 9-10 miljón-
ir krónur fyri hvønn bátin –
alt eftir, hvussu teir verða
útgjørdir, og um útgerð
møguliga kemur úr gomlu
bátunum,
sum
feløgini
eiga.
Hansa Maria og Dúgvu-
berg hava loyvi at royna á
landleiðini um sumrarnar,
og nýggju bátarnir eru eis-
ini bygdir sambært teimum
treytum, sum her eru gald-
andi.
Snøggir bátar
Skrokkarnir, sum í dag
liggja við bryggjuna undir
Tórshavnar Skipasmiðju,
eru snøggir á at líta. Teir
líkjast teimum stóru skip-
unum í útsjónd og eru vakr-
ari enn bátarnir, sum eitt nú
leirvíkingar
hava
latið
byggja í Íslandi.
Manningarumstøðurnar
umborð verða góðar. Har
frammi í skipinum verða
tvey tvey-manskømur og
beint aftanfyri í bakborði
verður
skiparakamarið.
Messan verður yvirav skip-
arakamarinum og beint
aftanfyri manningarkømr-
ini.
Trolposin verður eins og
á teimum størru skipunum
tikin inn afturi á hekkuni,
og síðan fer fiskurin niður í
pavnar. Haðani eru lúkur at
lata upp, soleiðis at fiskurin
kemur inn á arbeiðsdekkið,
sum partvís er klatt við
rustfríum stáli.
Enn er ikki endaliga av-
gjørt, hvussu arbeiðsdekk-
ið, sum eisini er innilokað,
verður innrættað.
Lastin er eisini klødd við
rustfríum stáli.
Sosialurin var umborð á
bátunum fríggjadagin, har
ein maður hjá Tórshavnar
Skipasmiðju vísti okkum
runt.
Tveir snøggir skrokkar úr Pólandi
– Tað eru eini trý ár,
síðan vit seinast
bygdu ein nýbygning,
og tí er tað deiligt at
sleppa at byggja skip
aftur – ikki minst, nú
minni hevur verið at
gjørt í seinastuni, siga
tey á Tórshavnar
Skipasmiðju
NÝBYGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skrokkarnir, ið Tórshavnar
Skipasmiðja vegna feløg-
ini, sum eiga Hansu Mariu
og Dúgvuberg, hevur latið
byggja í Pólandi, verða nú
gjørdir lidnir á skipasmiðj-
uni.
– Alt stál- og aluminiums-
arbeiði er gjørt í Pólandi,
men nú er so restin eftir
sum skal gerast, meðan bát-
arnir standa á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Á skipasmiðjuni siga tey,
at tann parturin, sum eftir
er, fevnir um ísetan av
høvuðsmotori,
spølum,
apeteringsarbeiði, rør, el og
annað, sum hoyrir einum
skipi til.
– Í peningi er hetta nógv
tann størri parturin av teim-
um umleið 9-10 miljón-
unum, sum hvør bátur kost-
ar at byggja.
Sum nevnt í greinini
omanfyri, hevur Tórshavn-
ar Skipasmiðja projekterað
og teknað bátarnar, og tað
er tískil skipasmiðjan, sum
hevur latið skrokkarnar
byggja í Pólandi.
Stóran týdning
Í slíkum arbeiði hevur
skipasmiðjan nakrar undir-
leverandørar og tann stør-
sti, sum nú kemur inn í
myndina, eru teir, sum
skulu gera apeteringsar-
beiði.
Á skipasmiðjuni fegnast
tey um aftur at sleppa at
byggja nýggj skip.
Tað eru eini trý ár, síðan
skipasmiðjan bygdi sein-
asta nýbygningin, sum var
alibáturin, Ruth, ið fór til
Klaksvíkar.
– Tað er deiligt aftur at
sleppa at byggja nýbygn-
ingar, hóast hetta eisini eru
lutfalsliga smáir bátar, siga
tey á skipasmiðjuni.
Á Tórshavnar Skipa-
smiðju vænta tey, at einir
10 mans meira at kalla
burtur av verða knýttir at
nýbygningunum fram til
endan av april mánaði, tá ið
báðir bátarnir skulu verða
lidnir.
– Tað verður ikki soleið-
is, at allir, sum arbeiða hjá
okkum, verða knýttir at
hesum arbeiði, men hetta
ger góðan mun, nú minni
hevur verið at gjørt í sein-
astuni, verður sagt á Tórs-
havnar Skipasmiðju.
Tað er deiligt at byggja aftur
- Tað verður ikki soleiðis, at allir, sum arbeiða hjá okkum, verða knýttir at
nýbygningunum, men hetta ger góðan mun, nú minni hevur verið at gjørt í seinastuni,
verður sagt á Tórshavnar Skipasmiðju. Á myndini síggja vit Vesturbúgvan, sum nú fær
nýggjan høvuðsmotor eftir, at gamli motorurin fór í knús
Mynd: Vilmund Jacobsen
Teir eru líkir teimum stóru skipunum í útsjónd og eru snøggir á at líta
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggi leikarin
á politiska
pallinum
Politisku ungmanna-
feløgini hava nú slig-
ið seg saman. Ùrslit-
ið er samtakið Pol-
ung, sum hevur til
endamáls at skipa
fyri politiskum til-
tøkum fyri ung og
birta kjak
UNGDÓMS-
POLITIKKUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Vit hava stovnað eitt
samtak, har øll tey polit-
isku ungmannafeløgini
eru limir, sigur Turid
Chrisophersen, formaður
í Polung.
– Vit hava sera góðar
royndir av at skipa fyri
tiltøkum saman, millum
annað høvdu við tabu-
ráðstevnuna á sinni, og tí
hildu vit nú, at vit tað
sama kundu skipa okkum
í eitt felag, greiðir hon frá.
Nógvir
felagsnevnarar
Turid sigur, at polung bert
kemur at skipa fyri tiltøk-
um, sum øll ungmannafel-
øgini kunnu semjast um.
– Hóast vit eru í hvør
sínum flokki, so hava vit
tó nógvar felagsnevnarar.
Til dømis vilja vit øll feg-
in hava eitt politiskt kjak í
lag ímillum ungdómin.
Tað er ikki torført at finna
evni, sum vit øll ynskja at
kjakast um, sigur hon.
Turid sigur, at samtakið
Polung ikki er nakað, sum
ungmannafeløgini hava
tosað um í serliga langa
tíð. Hinvegin er tað held-
ur ikki ein spildurnýggj
hugsan hjá teimum flestu.
– Tað vísir seg at vera
sera lætt hjá okkum at
skipa fyri tiltøkum sam-
an, tí vit ynskja jú øll
meiri ella minni tað sama.
Samtakið Polung fer bert
at gera tað lættari at fáa
politisk tiltøk fyri ung
upp á beinini, sigur Turid.
Hon sigur, at tað higartil
hevur
verið
rættiliga
strævið at fáa hesi ymisku
tiltøkini í lag.
– Tað verður so ógvu-
liga nógv arbeiði, tá ung-
mannafeløgini hvør sær
skulu skipa fyri tiltøkum.
Fyrst skulu tey finna okk-
urt aktuelt evni at kjakast
um. Síðani skulu tey
finna okkurt annað ung-
mannafelag at kjakast
við. Men hini ungmanna-
feløgini hava so kanska
hug at kjakast um onnur
evni o.s.fr. Nú fundast vit
um tiltøkini og evnini, og
so arbeiða vit øll saman,
greiðir Turid frá, og legg-
ur dent á, at tey bert fara
undir tiltøk, sum full
semja er um.
Turid vónar, at ung-
dómurin kemur at merkja
nýggja samtakið á tann
hátt, at tað framyvir koma
at vera fleiri politisk tiltøk
fyri ung á skránni.
Áhugin er har
Turid heldur avgjørt, at
tað er neyðugt at hava
politiskar fundir, eisini
fyri tey, ið enn ikki hava
valrætt.
– Ert tú 17 ár, er tað
bert eitt ár til tú hevur val-
rætt. Tað kann eisini vera
ein mánaður ella ein vika.
Tí er tað týdningarmikið
at vita hvat gongur fyri
seg. Tey kunnu eisini vera
15-16 ára gomul, tí jú fyrr
tú byrjar at tosa um
politikk við tey ungu, jú
betur eru tey fyri, tá
krossurin so einaferð skal
setast, staðfestir Turid.
Hon heldur avgjørt, at
tey ungu hava stóran
áhuga fyri politikki. Tað
er bara ikki altíð, at tey
vita, at tað er politikkur.
– Inni á Pop.fo var her-
fyri eitt stórt og drúgt
kjak, um eitt spælistað til
tónleikararnar í Havn. Tey
ungu høvdu nógvar og
sterkar meiningar um tað,
og tað er jú politikkur.
Men tá tey 15 ára gomlu
síggja
ein
politikara
standa í tinginum og tosa
um fiskivinnupolitikk, so
skilji eg væl, at tey halda,
at hatta ikki rakar tey,
heldur Turid.
Hon sigur, at áhugin
fyri politikki tí avgjørt er
til staðar, men at tað av-
hongur av, hvussu tað
verður lagt út.
– Um tey síggja, at tey
eru ein partur av politiska
kjakinum, t.d. um tað
snýr seg um eitt spælistað
til teirra ella skúlaviður-
skiftini, so eru tey við og
hava eina meining, stað-
festir Turid.
Tað er júst hetta, sum er
ætlanin við Polung. At fáa
í lag politiskt kjak um
evni, ið tey ungu hava
áhuga fyri. Og at geva
teimum ungu ein møgu-
leika at koma við í kjakið
og verða hoyrd.
Næsta
tiltakið,
ið
stendur á skránni hjá
Polung, verður í Margar-
infabrikkini hóskvøldið
21. oktober kl 19. Tá
verður politiskt kjak fyri
ungdómin.
– Alt ov lítið verður
gjørt fyri at skapa ein
politiskan áhuga
ímillum ungdómin.
Tey flestu ungu halda
politikararnar vera
gamlar og keðiligar,
og vit ætla at vísa
teimum nakað annað
við einum ung-
mannafelagsfundi,
sigur Guðrun Han-
sen, pedagogur á
Margarinfabrikkini
VALIÐ
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Hósdagin 21. oktober verð-
ur ein politiskur ung-
mannafundur hildin á
Margarinfabrikkini. Guðr-
un Hansen, fyriskipari, sig-
ur, at hetta verður ein fund-
ur við ungum og fyri ung,
fyri at kveikja politiska
áhugan ímillum ungdómin
í Havnini.
Kjak
– Vit ætla at hava trý evni,
sum hesi ymisku ung-
mannafeløgini skulu tosa
um. Tað fyrsta er eitt ung-
dómshús í Havnini, við
einum spælistaði til okkara
tónleikarar. Næsta evnið
verður búðstaðir til ung, og
seinasta
evnið,
kjakað
verður um, er galdandi ald-
ur til valrætt, greiðir Guðr-
un frá.
Hon sigur, at ætlanini
ikki er at hava ein fund, har
áhoyrararnir, bara skulu
lurta, men heldur, at øll
skulu fáa góðan møguleika
at vera við í kjakinum. Hon
leggur dent á, at nógv tíð er
sett av til kjak, heldur enn
til valevnini at tosa í.
– Vit fara at hava eitt um-
boð fyri hvørt ungmanna-
felag, sum ger eina stutta
framløgu um, hvat teirra
flokkur heldur um ymisku
evnini, og so verður góð tíð
at kjakast í, sigur hon og
leggur afturat, at Óluva
Zachariassen úr útvarpin-
um kenur at halda skil á
kjakinum.
Í steðginum spæla Terji
Rasmussen og Magnus
Johannesen, sum báðir eru
kendir tónleikarar í Føroy-
um, og sum kanska fara at
gera sítt til at draga fólk.
Guðrun leggur dent á, at
tey eldru valevnini skulu
vera so hjartaliga vælkomin,
men at tey ikki skulu vera
dominerandi á fundinum.
– Vit vilja ógvuliga fegin
bjóða teimum gomlu, garv-
aðu politikarunum at hoyra,
hvat ið rørir seg ímillum
ungdómin í Havn. Tey
kunnu koma at lurta, hvat
tey ungu siga, og so kanska
gera onkra viðmerking, sig-
ur hon. – Men tey skulu
ikki leggja hald á fundin,
staðfestir Guðrun.
Fundurin byrjar kl 19.00,
og eingin tíðarfreist er
ásett, nær fundurin skal
enda.
– Vit ætla at halda á so
leingi sum fólk hava hug at
kjakast, sigur Guðrun.
Ov lítið av
ungdómspolitikki
Grundin til, at tey á
Margarinfabrikkini
eru
farin undir hetta tiltakið, er
tí, at tey meta alt ov lítið
vera gjørt fyri tey ungu í
sambandi við politikk.
-– Tað er uppá tíðina, at vit
draga tey ungu við í
politiska kjakið. Tey eru ein
partur av demokratinum,
men tey verða alt ov ofta
yvirhoyrd. Tað líkist ong-
um, sigur Guðrun
– Tey verða als ikki tikin
við í samfelagskjakið, men
vit seta teimum hóast alt
stór krøv. Við hesum vilja
vit geva teimum ein smakk
av demokratinum, sigur
hon.
Guðrun leggur dent á, at
tey ungu heldur ikki koma í
samband við nakran polit-
ikk fyrr enn í miðnáms-
skúlunum. Tey, ið ikki hava
valrætt, hava tí sum oftast
onga meining um politikk
og flokkar. Og hava heldur
onga grund at hava tað.
– Tað er sera spell, tí tey
eru veruliga áhugað, og tey
halda tað vera spennandi,
um tað bert verður lagt
fram á ein positivan og
lættan hátt. Tey halda ofta,
at politikararnir eru gamlir
og keðiligir, og við hesum
fara vit at royna at skapa
eina aðra mynd av polit-
ikki, við at vísa teimum á
ungdómspolitikararnar,
greiðir Guðrun frá.
Hon sigur, at tey veruliga
ynskja, at tað koma so nógv
ymisk ung, bæði við og
uttan valrætt, sum gjørligt,
fyri at so nógvar meiningar
sum møguligt kunnu koma
fram.
– Teimum, ið júst hava
fingið valrætt, vilja vit vísa
eina aðra síðu av politiska
lívinum. Vit vilja vísa teim-
um á nakrar politiskar
møguleikar, við at seta tey í
samband við hesi ungu
fólkini, sum longu eru í
politikki. Og teimum, sum
ikki hava fingið vælrætt
enn, vilja vit vísa, at nakað
eitur politiskir fundir, og
tað nýtist ikki bert at vera
við gomlum og keðiligum
politikarum, sigur Guðrun.
Pallborðsfundurin við ung-
mannafeløgunum er eitt úr-
slit av einum samstarvið
ímillum Margarinfabrikk-
ina, Føroya Ungdómsráð
og Polung, sum er nýggja
samskipanin fyri politisku
ungmannafeløgini. Tey eru
øll samd um stóra tørvin,
sum er á politiskum fund-
um fyri ung.
– Hølini í Margarinfabr-
ikkini eru sera væl egnað til
tílík tiltøk, so eg vóni veru-
liga, at tað koma nógv ung
at lýða á og kjakast, sigur
Guðrun at enda.
Fundurin verður, sum
áður nevnt, hóskvøldið 21.
oktober kl 19.00.
Politikkur á Margarinfabrikkini:
Her sleppa tey ungu framat
C
M
Y
K
7
6