Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Nr. 198 - 16. oktober 2004 9 Í sambandi við at sølubúðin hjá Shell í Klaksvík er umvæld, verður skipað fyri tiltøkum leygardagin. Sølubúðin er vorðin nógv størri enn frammanundan, og málið er at fáa alt økið rundan um Shellstøðina meiri kundavinarlig, sigur Niclas Heri Jákups- son, leiðari UMVÆLING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Shellstøðin hev- ur ikki verið so sjónlig í bý- num, sum til dømis kapp- ingarneytin, Statoil, tá tað kemur til sølubúðina. Men nú er ætlanin hjá Shell, at tey skulu gerast meira sjón- lig í býnum. – Ja, tú kanst gott siga, at vit hava fingið eitt nýtt and- lit nú. Sølubúðin er vaksin við 30%, og framtíðar-mál- ið er somuleiðis at gera økið rundan um støðina meira kundavinarligt, greiðir Niclas Heri Jákups- son frá. Arbeiðið upp á sølubúð- ina hevur staðið upp á í góðar tveir mánaðir, men sølubúðin hevur kortini verið opin allatíðina. Niclas Heri sigur, at tey gjørdu av ikki at steingja, og heldur hann, at burtur- sæð frá døgunum, har kundarnir noyddust at ganga inn í sølubúðina aft- anfyri, hava tey ikki merkt tað so væl. Umsitingin flutt Ein onnur broyting, sum er framd, er, at umsitingin hjá Shell, sum higartil hevur húsast á Grótrætt, har stóru oljutangarnir standa, er flutt til støðina og sølubúð- ina. Hetta sær Niclas Heri sum eina stóra og týdning- armikla broyting. – So hava vit alt savnað á einum staði, ístaðin fyri at umsitingin var langt uttan fyri býin, sigur hann. Í sambandi við at fyrsta byggistigið á Shell støðini er liðugt, verða tiltøk á støðini leygardagin seinna- partin. Shell fer at skriva undir sponsoravtalu við Mjølnir, og eisini kemur Trølla- omman á vitjan. Børnini fáa okkurt leskiligt. – Hetta gera vit fyri at markera, at umvælingin er liðug, sigur Niclas Heri Jákupsson, leiðari á Shell- støðini í Klaksvík. Eitt av skeiðunum, sum skeiðstovan Kvasir bjóðar í november snýr seg um, hvussu vit skilja og handfara kon- fliktir á arbeiðspláss- inum SKEIÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tað verður ein donsk kvinna, sum eitur Lene Bilde Jacobsen, sum bæði er arbeiðs- og organisa- tiónssálarfrøðingur og sertifiseraður konfliktveg- leiðari, sum verður skeiðs- leiðari. Hon hevur fingist nógv við hetta, sum danir kalla "konflikthåndtering". Skeiðið snýr seg snøgt sagt um, at skilja konfliktir, at møta konfliktum, ikki- harðligt samskifti og sam- skiftis- og konfliktvenjing- ar. Og tað gevur møguleika til at fáa tosað um og ment, hvussu konfliktir verða handfarnar á arbeiðspláss- inum og skapa eitt trygt forum, har fólk kunnu venja eitt meira tilvitað samskifti. Lene Bilde Jacobsen greiðir frá, at skeiðið tekur støði í veruligum konflikt- um, sum luttakararnir hava verið í. – Á tann hátt fært tú eitt livandi kjak, har luttakarar- nir rættiliga kunnu vera við í skeiðinum, sigur Lene Bilde Jacobsen. Ymisk stig Tá tosað verður um kon- fliktir, er tað at samanbera við eina trappu. Lene greið- ir frá, at konfliktir kunnu vera á ymsum stigum. Og við støði í teimum ymsu stigunum verður kjakast um, hvør máti at handfara konfliktina uppá er tann rætti. Skeiðið tekur somuleiðis spurningar upp, sum til dømis, hvat ein konflikt er, hvørjum støði er hon á, hvørji eyðkenni eru fyri tær ymsu konfliktirnar og útfrá tí, kunnu luttakararnir kjak- ast og gera ymsar royndir. Eitt tílíkt skeið vendir sær fyrst og fremst til leið- arar og leiðslu, men Lene dylir ikki fyri, at tað so avgjørt eisini kundi verðið gott fyri starvsfólk. – Hetta kann eisini nýtast í privatlívinum hjá einum, tí har eru jú minst líka nógvar konfliktir, á ein øðrvísi hátt, men í prinsipp- inum er mátin at handfara tær uppá tann sami, sigur Lene Bilde Jacobsen. Tá ein konflikt kemur fyri millum tvey starvsfólk, er tað upp til leiðaran ella stjóran at virka sum sem- ingsfólk. Í hvønn mun veldst um, hvussu umfat- andi konfliktin er. – Eitt semingsfólk eigur ikki at vera í parti við nøkr- um, men heldur duga at síggja støðuna, sum hon er og virka útfrá tí. Og tað er tað, sum luttakararnir læra á einum tílíkum skeiði, sig- ur Lene Bilde Jacobsen. Skeiðið um konfliktir verður tann 9.november frá klokkan 9 til 16. Læra at handfara konfliktir Eitt skeið um hvussu ein konflikt á arbeiðsplássinum skal handfarast er eitt av skeiðunum undir felagsheitinum Trivn- aður á arbeiðsplássinum, sum skeiðstovan Kvasir skipar fyri Shell nýtt andlit í Klaksvík Shellstøðin í Klaksvík hevur nú fingið nýtt andlit. Umfat- andi umvælingar hava havt við sær, at sølubúðin nú er munandi størri, og er hetta bert byrjanin til at gera Shell meira sjónligt í Klaksvík, sigur leiðarin, Niclas Heri Jákupsson Frammanundan var sølubúðin hjá Shell lítil og ikki nýmótans. Nú eru hølini ljós og stór, og er tað heilt øðrvísi at koma inn í sølubúðina nú Gev okkum frælsi at vinna og virka – Vit ynskja frælsi at liva eitt sjálvstøðugt lív, har samfelagið er soleiðis innrættað, at vit sjálvi hava møgu- leikan at velja út- búgving og lívsstarv. Hetta var høvuðsb- oðskapurin hjá Leilu Solmunde, forkvinnu í MBF, á evnisdegnum um rættindini hjá teimum brekaðu, sum var í Norðurlanda- húsinum herfyri EVNISDAGUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo – Tá ið vit viðgera viður- skiftini hjá teimum, ið bera brek, er tað eftir mínum tykki eitt orð, sum rættiliga væl fevnir um allar liðirnar í hesum torskilda spurn- ingi, og tað er orðið "at- koma". Hetta í orðsins víð- astu merking, segði Hans Pauli Strøm, landsstýris- maður í setanarrøðu síni á evnisdegnum um rættindini hjá teimum, ið bera brek. Og tað var júst hetta evn- ið "atkoma og møguleikar", sum var høvuðsboð- skapurin hjá Leilu Sol- munde henda dagin. Boðskapurin hjá henni var sera greiður: Hon bað politikararnar beina burtur forðingar, soleiðis at tey, ið bera brek, ótarnaði kunnu koma sær fram í samfel- agnum og soleiðis verða før fyri at at útbúgva seg og arbeiða sum øll onnur. Marjun Bæk, prestur, tosaði um, hvussu fólk við breki verða lýst í heilagu skriftunum. Hon tók støði í søguni um mannin við Betesdahyl, sum ongan hevði at hjálpa sær. Hon vísti eitt nú á ta oyðimarkargongd, tað oftast er hjá teimum, ið hava brúk fyri hjálp frá samfelagnum, tá á stendur. Hon endaði røðu sína við at siga, at kristindómurin definerar menniskju sum skuldarar - sum eitt samfel- ag av skuldarum, ið skylda hvørjum øðrum og Guði alt. – Tað áliggur øllum, sum hava makt og ávirkan, at brúka sína makt og ávirkan í tænastuni fyri tey, sum so ella so hava skerda makt og ávirkan. Halgir Winther Poulsen røddi um rættindini hjá teimum brekaðu í mun til mannarættindini, og eins og hinir røðararnir kom hann eisini við eini sterkari áheitan á politikararnar um at bøta um umstøðurnar hjá teimum brekaðu. Burtur við samkensluni Um 200 fólk vóru til evn- isdagin, og Leila Solmunde fegnast um, at so nógv fólk høvdu sett tíð av til tiltakið. – Tað var gleðiligt at síggja so nógvar lands-og kommunalpolitikarar og onnur, sum skulu taka av- gerðir teimum brekaðu viðvíkjandi, sigur hon. – Vit, sum bera brek av ymiskum slagi, hava ikki brúk fyri, at tað verður tikið synd í okkum. Tað, vit hava brúk fyri, er møguleikar - møguleikar at útbúgva okk- um, arbeiða og vera til, sum øll onnur! – Og í veruleikanum er tað so ógvuliga lítið, sum skal til fyri at uppfylla hetta, tí ofta eru tað fysisk- ar forðingar í umhvørvin- um sum gera, at vit ikki fáa tikið lut í tí, sum sam- felagið hevur at bjóða. – Tað ræður um at síggja, hvørjar møguleikar hvør einstakur hevur, sjálvt um hann ber brek. Tað er ikki neyðugt at gera fólk veik- ari, enn tey eru, hóast tey eru skerd á ymiskar mátar. – Hvørki politikarar ella tey, ið arbeiða við áhuga- málunum hjá teimum sum bera brek, skulu hugsa um tey brekaðu sum almanna- klientar. Heldur skulu vit skapa møguleikar, so tey, ið bera brek, eisini kunnu sleppa at gera samfelags- nyttu, sigur forkvinnan í MBF. – Vit, sum bera brek av ymiskum slagi, hava ikki brúk fyri, at tað verður tikið synd í okkum. Tað, vit hava brúk fyri, er møguleikar - møguleikar at útbúgva okkum, arbeiða og vera til sum øll onnur, sigur Leila Solmunde, forkvinna í MBF C M Y K 9 8