leygardagur 16. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 198 - 16. oktober 2004
Nr. 198 - 16. oktober 2004
11
Nettotilflytingin til
Føroya í ár er hin
lægsta síðan 1997.
Bert 130 fólk eru
netto flutt til Føroya
fyrstu sjey mánaðir-
nar í ár
KONJEKTUR-
FRÁGREIÐING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eftir stóru burturflytingina
úr Føroyum, sum var undir
kreppuni fyrst í nítiárunum,
hava fólk seinastu árini í
stríðum streymi flutt heim
aftur til Føroya. Henda
gongd tykist at broytast
nakað.
Sambært uppgerðini hjá
Búskaparráðnum eru í ár
130 fólk netto flutt til Før-
oya, sum er munurin mill-
um heimflyting og burtur-
flyting til og úr Føroyar.
Nettoflytingini í ár er
lægsta
tilflyting
síðan
1997. Í 1996 fluttu netto
einans 100 fólk heim fyrstu
sjey mánaðirnar í árinum.
Búskaparráðið sigur, at
henda gongd skal tulkast
við varsemi, tí heimflyting-
in hevur verið rímuliga stór
seinastu árini. Ráðið heldur
kortini tað er eitt rák at
hóma frá 2002, tí seinastu
tvey árini er nettoflytiingin
til Føroya minkað.
– Ein orsøk er helst, at
inntøkuvánirnar eru versn-
aðar seinastu árini eins og
bústaðarviðurskiftini ikki
eru tey bestu, skrivar
Búskaparráðið.
Færri fólk flyta til Føroya
Flyting frá januar til juli
1996-2004
Gágga fiskar meira tosk og
høgguslokkurin meira hýsu
– Endamálið við
royndunum var at
samanbera ymisk sløg
av agni og vita,
hvussu tey fiska, siga
Jack H. Jacobsen og
John Joensen, sum
gjørdu kanningina í
samband við eina BS-
ritgerð í lívfrøði á
Náttúruvísindadeild-
ini
KANNING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tveir næmingar, sum hava
gingið á Náttúruvísinda-
deildini á Fróðskaparsetri
Føroya, Jack H. Jacobsen
og John Joensen, hava gjørt
eina kanning av, hvussu agn
av ymiskum slagi roynist í
fiskiskapi.
Kanningin er ein partur
av eini sonevndari BS-rit-
gerð í lívfrøði, har Bjarti
Thomsen á Fiskirannsókn-
arstovuni hevur verið veg-
leiðari og Eyðfinn Magnus-
sen, sum starvast á Fróð-
skaparsetri Føroya, hevur
verið ábyrgdarvegleiðari.
Royndir
eru
gjørdar
umborð á línubáti, 11. og
25. mai í ár, og somuleiðis
eru snørisroyndir gjørdar í
apríl í ár.
– Endamálið við roynd-
unum var at samanbera ym-
isk sløg av agni og vita,
hvussu tey fiska.
Gágga og toskur
Teir báðir, sum hava gjørt
kanningina, siga, at megin-
parturin av fiskinum, sum
tók á húkin, var hvítingur
og hýsa.
Í samandráttinum stað-
festa teir, at gággan vísti
seg at fiska meira tosk á
línu, og haraftrat fiskaði
gágguagnið
sum
heild
størri fisk.
– Sum snørisagn fiskaði
gággan smærri tosk, og her
royndist hon ikki betur enn
høgguslokkur,
sum
er
veiddur á Føroyabanka.
Jack og John staðfestu, at
eingin stórvegis munur var
í fiskiskapinum, tá ið
nebbasild og tvinni sløg av
høgguslokki
vórðu
á
húkinum.
Høgguslokkur og hýsa
– Sum heild kann sigast, at
gággan fiskar meira tosk,
meðan høgguslokkurin er
betur til hýsu - og á línuni
fiskar gággan sum heild
størri fisk enn annað agn,
siga Jack H. Jacobsen og
John Joensen.
Sosialurin fer at venda
aftur til kanningina hjá
teimum báðum í einum
øðrum blaði.
Í sambandi við ritgerð í
lívfrøði á Náttúruvísinda-
deildini hava Jack H. Jacob-
sen úr Vestmanna (th.) og
John Joensen úr Leirvík
kannað eftir, hvat agn roynist
best á húki
Landsstýrið sovið í tímanum
Landsstýrið fær
toyggið frá Búskapar-
ráðnum í samband
við handfaringina av
trupulleikunum í
alivinnuni. Sambært
Búskaparráðnum
hevur landsstýrið
sovið í tímanum, tí
longu á heysti í 2000
fekk landsstýrið eitt
rimmar varskó um
trupulleikarnar í ali-
vinnum, men kortini
vórðu ávaringarnar
ikki tiknar til
eftirtektar
KONJEKTUR-
FRÁGREIÐING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í nýggjastu konjekturfrá-
greiðingini fyri 2004 legg-
ur
Búskaparráðið
eftir
landsstýrinum fyri ikki at
hava tikið ávaringarnar frá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni á heysti 2000 í størri
álvara. í 2000 varð ein frá-
greiðing latin landsstýrin-
um, og tilmælini vóru
greið.
Í
frágreiðingini
varð
mælt til eina minking í aldu
nøgdunum eins og ná-
greiniligt
tilmæli
um
brakklegging og onnur
umhvørvisverndarlig tiltøk.
– Spurningurin er um
støðan, vit eru komin í, við
stórum arbeiðsloysi og
húsagangi í hesari vinnuni,
ikki partvís var óneyðug,
um stig vórðu tikin sam-
bært serfrøðingaávaringun-
um fyri fleiri árum síðan,
stendur skrivað í konjektur-
frágreiðingini.
Hóast eitt rimmar varskó
frá Heilsufrøðiligu Starv-
stovuni longu í 2000, fekk
Vinnumálaráðið ikki sett í
gildi nýggjar og herdar
reglur fyri aling og sjúku-
tiltøk fyrr enn um nýggjar-
ársleitið 2003.
– Avleiðingarnar hava
verið sera álvarsligar og tað
verða tær eisini fleiri ár
fram av sjúkuhandfaringini
og restandi umhvørvisat-
litum í samband við aling á
føroyskum firðum, stendur
í nýggjastu frágreiðingini
hjá Búskaparráðnum
Atlit fyri fyritøkum
– Almenna fyrisitingin av
alivirkseminum tykist at
hava havt meiri altlit fyri
einstøkum loyvishavandi
fyritøkum enn fyri alivirk-
semi sum heild.
Búskaparráðið
leggur
ikki fingrarnar ímillum, tá
ráðið umrøður spurningin,
hvør tað er, sum stýrir ali-
vinnuni. Í frágreiðingini
verður sagt, at politiski
myndugleikin tekur meira
atlit fyri teimum fyritøkum,
sum reka vinnu, enn fyri
vinnurakstrinum sum heild.
Búskaparráðið metir, at
almenna
stýringin
av
alingini eigur í størri mun
at endurspegla, at alitil-
feingi er landsins ogn.
– Almenna reguleringin
av alingini eigur í verki at
vera meira opin fyri al-
menninginum,
eftirlitið
eigur at vera nógv dyggari
og reglurnar eiga at end-
urspegla, at alitilfeingi eg
landsins ogn, stendur í kon-
jekturfrágreiðingini.
Seinastu tvey árini
hevur prísurin á set-
húsum bæði í Havn
og kring landið verið
rættiliga støðugur
KONJEKTUR-
FRÁGREIÐING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin. fo
Sambært nýggjastu frá-
greiðingini hjá Búskapar-
ráðnum eru sethúsaprísirnir
í Havn og landinum sum
heild komnir í eina fasta
legu. Eftir hagtølunum vaks
sethúsaprísurin javnt fram
til á vári 2002, men sein-
astu tvey árini hevur hann
verið rættiliga støðugur.
Búskaparráðið
metir
fleiri orsøkir verða til, at
sethúsaprísirnir ikki eru
farnir upp hesi seinastu
tvey árini. Ein orsøk er, at
útlitini at sleppa framat til
at byggja síni egnu hús eru
betraði, og tað hevur við
sær, at eftirspurningurin
eftir gomlum sethúsum ikki
økist so nógv longur.
Ein onnur orsøk kann
vera, at búskaparligu út-
litini ikki eru eins bjørt og
tey hava verið, og at húsk-
ini ikki eru eins djørv at
seta seg í stóra skuld
longur.
Størri bygging
Búskaparráðið
sigur
í
konjekturfrágreiðingini, at
síðan í 2000 er miðal talið
av nýbygdum sethúsum
verið 160 hús um árið, sum
er munandi minni enn tey
fimtan árini frá 1975 til
1989, tá omanfyri 300
sethús vórðu bygd um árið.
Búskaparráðið væntar, at
sethúsabyggingin
kring
landið fer at taka dyk á seg
komandi árini, millum ann-
að tí kommunurnar seinnu
árini eru farnar undir at
veita fleiri grundtykki til
sethúsabygging.
Sethúsaprísurin er støðugur
Í nýggjastu frágreiðingini
finst Búskaparráðið at
landsstýrinum fyri ikki at
hava tikið ávaringarnar frá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
á heysti í 2000 í størri álvara.
Mynd: Savnsmynd
Búskaparráðið væntar, at
sethúsabyggingin fer at taka
dyk á seg komandi árini
Mynd: Álvur Haraldsen
Myndin vísir fýra
ársfjórðings miðal av prísin-
um á seldum sethúsum í
landinum sum heild og í
Tórshavn
Tænastu-
vinnan
støðuga
fram-
gongd
Hóast støðuga aft-
urgongd í inntøk-
unum í útflutning-
vinnunum, hava
privatu tænastu-
vinnurnar á
heimamarknaðin-
um støðuga fram-
gongd
KONJEKTUR-
FRÁGREIÐING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Seinastu tvey árini hev-
ur nógv verið at hoyrt og
lisið um, at fallandi
fiskaprísirnir á serliga
toski og hýsu hava verið
atvoldin til minkandi
úrtøku í fiskiskapinum
undir Føroyum. Meðan
tað ikki gongur eftir vild
í útflutningsvinnunum í
løtuni, kann heima-
marknaðurin
breggja
sær av eini støðugari
framgongd.
Sambært konjekturfrá-
greiðingini hjá Búskap-
arráðnum eru lønarút-
gjaldingarnar eini 3 %
størri í tænastuvinnun-
unum fyrstu 9 mánaðir-
nar í ár, enn sama tíðar-
skeið í fjør.
– Javnur vøkstur er í
fleiri tænastuvinnu, men
serstakliga í byggivinn-
uni,
handilsvinnuni,
flutningsvinnuni og í
vinnuligum tænastum
hevur rímuligur vøkstur
verið, stendur skrivað í
frágreiðingini.
Búskaparráðið leggur
kortini dent á, at talan er
um ein vøkstur í krónu-
virði
– Lønarvøksturin í ár
hevur í ár verið um leið
4 prosent, og tí er meg-
inpartuirn av tí vøkstri,
vit síggja, kostnaðarøk-
ing heldur enn í tímatali,
sigur Búskaparráðið.
Í frágreiðingini verður
kortini víst á, at vøkst-
urin í byggivinnuni er tó
so stórur, at har er talan
um veruligan framleiðs-
vøkstur-og ikki bert ein
vøkstur í krónuvirði.
C
M
Y
K
11
10