Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 16. oktober 2004 13 Leila Solmunde formaður Frítíðarundirvísing sum vanliga hevur verið eitt tilboð til allar borgarar í flest øllum kommunum er nú á breddanum í kjalarvørrinum av at sparingar skulu fremjast í kvøldskúlaskipanini hjá Tórshavnar kvøld og ungdómsskúla. Orðið frítíðarundirvís- ing sigur nakað um nær undirvísingin er skipað, nevniliga í frítíðini, t.v.s. kvøld ella vikuskiftið. Øll fólk ynskja innihald í sín dagligliga dag og í sína frítíð. Tá veturin nærkast streyma fólk til ymisk tilboð, sum kommunan bjóðar sín- um borgarum. Undirvísingin er skipað undir eina lóg, og við ymsum treytum, sum eg ikki skal fara inn á, men bert vísa á, at í § 2 stendur at tann al- menna frítíðarundirvís- ingin skal tryggja í- búgvunum í einari kommunu eitt fjøllbroytt tilboð um undirvísing í teimum evnum sum íbúgvarnir ynskja und- irvísing í, onki stendur um, at íbúgvarir við breki eru undantikin. Somuleiðis verður í § 11 víst til, at tilboð um frítíðarvirksemi skal vera fyri øll børn og ung undir 25 ár, onki stendur um, at børn við breki eru undantikin. Tí vil tað verða heilt nátúrligt, at ein kommuna bjóðar øll- um sínum íbúgvum eitt tilboð, sum er skipað undir frítíðarundirvís- ingini. Eg vil síðan gera nakrar viðmerkingar til ta ábyrgd sum almennir myndugleikar og harvið kommunurnar hava fyri sínum borgarum. Tað er ein farin tíð, at fólk við breki verða bólkaðir fyri seg og merktir sum al- mennir klientar. Í dag eigur almenni myndug- leikin, hvør á sínum øki at taka ábyrgd fyri borg- arunum, eisini teimum við ein hvørjum breki. Í Fyrimyndarreglun- um hjá ST, um at útvega javnlíkar møgulikar fyri fólk við breki stendur, at endamálið við reglunum er at tryggja, at gentur og dreingir, kvinnur og menn, ið eru brekað, sum borgarar í einum samfelagi kunnu njóta somu rættindi og skyld- ur sum onnur. ST reglar- nar eru eisini galdandi fyri Føroyar. At kommunan fær endurrindað 100% fyri undirvísingina sum hev- ur við brek at gera, undr- ar meg tí stórliga. Hevur kommunan ikki somu ábyrgd fyri hesum borg- arum eins og teimum borgarum sum bert 50% verður endurrindað fyri. Tað vísir seg, at tá tað hevur við brek at gera er tað beinanvegin ein landsuppgáva, og tá rennur kommunan møguliga undan síni ábyrgd á økinum. Eg vildi mett at meirút- reiðslur, sum standast av at skipa frítíðarundir- vísing fyri fólk við breki er ein landsuppgáva, meðan tilboðið frá kommunum til borgaran við breki ikki skal standa aftanfyri tilboðið til borgaran uttan brek. Tað er at diskriminera, tá bert nøkur fólk í eini kommunu fáa tilboð meðan onnur eru undir- løgd serligum gjalds- treytum. Kommunurnar hava eisini ábyrgd á øki- num, og landsmyndug- leikin eigur at áleggja kommununi hesa á- byrgd. Mín meting er, at borgarar í kommunum sum ikki hava førleika t luttaka í tí vanliga til- boðnum, fáa eitt tilboð, sum er nøktandi fyri viðkomandi, og at tað tá er ein landsuppgáva at gjalda meirútreiðslurnar av hesi undirvísing, meðan kommunan hev- ur ábyrgdina av at gjalda síni 50% sum vanligt fyri allar sínar borgarar. Til síðst fari eg at heita á landsmyndug- leikarnar at endurskoða Løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frí- tíðarundirvísing v.m. serliga við atliti til at broyta stuðulsbýtið mill- um land og kommunu. Frítíðarundirvísing ein almenn og kommunal uppgáva Steinfinnur Mittelstein Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar Býráð Nógv er komi á skaftið, men vit steðga ikki her, málið skal røkkast komandi vælskeið. Sum borgari í Tórshavnar kommunu kann eg gleðast um framburðin, ið komm- unan hevur verið fyri seinnu árini. Nógv er komi á skaftið, kommunan hevur lítla skuld at stríðast við, somuleiðis sum at tilflyt- ingin er stór og arbeiðs- loysið lítið. Hettar setur krøv til býráðslimir, men bjóðar tú teg fram, so skal ein vera klárur til hesa avbjóðing. Kommunan hevur m.a. vunnið á barna ansingar- trupulleikanum, og er hettar at fegnast um. Hettar skapar møguleikar fyri ungar barnafamiljur, eins og trivnaðurin í kommun- uni verður varveittur. Á eldraøkinum er start- skotið fari av. Í hesum døg- um letur Tjarnargarður upp, ið hevur pláss fyri 10 fólkum, umframt at ein lon verður innrætta sum dag- deild fyri dement. Hettar er bert ein brøkpartur av tørv- inum, og tí skal raðfestast høgt, so útvegast kunnu fleiri røktarheimspláss. Í komandi valskeiði, skal ferð setast á bygging av røktarheimum til tey eldru í kommununi. Sambands- flokkurin vil leggja stóra orku í at fáa tørvin nøktað- an, so tey eldru kunna fáa møguleikan til pláss á røktarheimi. Eitt komandi býráð skal seta sær sum mál: "At øll ið ynskja røktarheimspláss, kunna fáa pláss beinanvegin". Hetta vil eg arbeiða fyri. Bjørg Joensen Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Millum míni fremstu áhugamál eru betran av bústaðarviðurskiftum til øll lívsskeið, effektiv komm- unuumsiting, planlegging og bygging, sum tekur støði í trivnaðinum hjá øllum borgaranum, og serliga børnunum og teimum ungu, sum í mong ár hava verið fyri vanbýti. Í Sydney hava tey grøn økir og raðfesta eisini ung og eldri Tá tú gongur í miðbýnum í Sydney, sær tú mong grøn økir. Ein stór park liggur t.d. við operahúsið, har blómur blóma forskotið gjøgnum alt árið. Har eru stór gomul trøð og stórar grønar fløtur. Ein varnast næstan ikki, at hetta er miðdepilin í einum stórbýi - sjálvt ferðslan hoyrist ikki. Á grønum økjum, sum eru javnt spjadd um allan býin, fara familjur útferð. Børnini læra at súkkla, standa á rulluskoytum og spæla, og tey vaksnu kobla úr og njóta tilveruna. Her leggja tey gerandisdagin afturum. Tað er ikki av tilvild, at Sydney er ein hugnaligur býur. Tey hava valt at skipa hann soleiðis. Tey hava hugsað øðrvísi. Hóast vit eru fáment, er okkara tørvur á fríøkjum hin sami og vit kunnu eisini hugsa øðrvísi. Í Tórshavnar Kommunu kundu vit t.d. varðveitt tey fáu grønu økini, sum eru í miðbýnum og økt um hesi við so hvørt at tikið gamlar bygningar niður, sum ikki eru friðaðir og ikki prýða býin. Vit kundu eisini gjørt fríøkir í teimum nýggju býarpørtunum har serliga barnafamiljur húsast. Kann tænastan frá Tórshavnar Kommunu betrast? Vit gera øll stórar íløgu í Tórshavnar Kommununu. Eru vit nøgd við tænastuna, vit fáa afturfyri? Barnaans- ingin er ein byrjan, men tað er ikki nog mikið at byggja hús - børn og starvsfólk skulu eisini trívast. Og onn- ur økir eiga at vera raðfest, so vit ikki velja ella noyðast at flyta okkara íløgur aðra- staðni. Tað skal verða saman- hangur í og vit skulu øll trívast. Vit fara ikki á val til stuttleikar. Tey, ið verða vald, umseta okkara íløgur í kommununi, ið er ein fimt- ingur av øllum, sum vit for- vinna hvønn einasta dag. Hesi fólkini avgera raðfest- ingarnar. Vit borgarar kunnu velja eina komm- unu, sum raðfestir og til- lagar seg eftir okkara tørv, ikki øvugt. VIÐMERKINGAR Jógvan Arge Valevni tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Trivnaður og vinnulív eru tvær síður av somu søk. Fyritreytin hjá einari kommunu at byggja upp góðar trivnaðarumstøður er, at hon hevur eitt virkið og framsøkið vinnulív, sum kastar av sær. Tí er tað eisini natúrligur leiklutur hjá landsins størstu kommunu at vera virkin at skapa vinnumøgu- leikar í kommununi. Í hesi ásannan seta vit í tjóðveldisflokkinum vinnu- frama á breddan til hetta býráðsvalið. Tað er ikki nóg mikið hjá kommununi at sita upp aft- ur á og játta útreiðslur burtur av skattapengunum. Hon má eisini gera sítt til at nøra um inntøkurnar. Vit meina, at kommunan skal skipa seg soleiðis, at hon altíð hevur eitt vakið eygað við vinnumøgu-leik- um, sum stinga seg upp. Kommunan og vinnulív- ið eiga regluliga at hittast at viðgera framtíðarmøgu- leikar. Kommunan eigur at leggja seg eftir at eggja monnum og feløgum til at fara undir nýtt virksemi og nýggjar vinnur. Umráðandi er, at Tórs- havnar Kommuna er við til at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnum gjøgnum t.d. gransking, vitanar- menning og útvegan av arbeiðsumstøðum. Komandi býráð má á- sanna, at kommunan má leggja seg eftir at hava virknan lut í menningini av vinnulívinum - uttan tó at leggja seg út í vinnulívs- rakstur. Í dag er tað ein stórur saknur, at landsins størsta kommuna ikki hevur eina stevnu og ei heldur fólk í starvi til tess at birta upp undir framstig, sum bæði gagna vinnuni og komm- ununi. Hetta er ein nattúrligur partur hjá kommunum í okkara grannalondum og er ikki minni átroðkandi hjá okkum, sum vinnuliga standa á einum álvarsom- um vegamóti. Góðar trivnaðarumstøður draga vinnulív til sín, og jú betur vinnulívið hevur tað, tess betur trívist fólkið. Hetta eiga vit eisini at hava í huga tann 9. no- vember. X við E. Vit skulu tillaga kommununa eftir okkum VAL04 Trivnaður og vinnulív VAL04 Ein heilsa til tey eldru VAL04 13 12 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Búskaparráðið er ikki bjartskygt í sín konjunkturfrá- greiðing um búskapin. Ráðið vísir á nøkur viður- skifti í búskaparpolitkkinum, sum ráðið metir ikki hanga saman ella, sum eru í andsøgn við endmálið við búskaparpolitikkinum. Víst verður á, at lagt verður ikki nóg væl upp fyri broyttum búskaparlig- um fortreytum. Talan er um, at inntøkur hins al- menna eru minkandi. Hetta kemst av fleiri faktor- um, eitt nú niðurskurðurin í blokkinum, trupulleik- arnir hjá ávísum vinnugreinum og so tann komandi skattalættin. Hartil kemur, at meira skal rindast til SAMEG ella Samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftir- lønargrunnin, soleiðis, at tikið verður við aðrari hondini, meðan latið verður við hinari. Búskaparráðið metir ikki, at hesi viðurskifti tala fyri tí politikki, ið ætlanin er at reka. Víst verður á, at skattalættin ikki fær tann ætlaða virkningin á nýtsl- una, um fólk skulu rinda meira til SAMEG. Eisini kann lesast millum reglurnar, at hvørki undanfarna landsstýrið ella verandi landsstýrið hevur stillað tær almennu útreiðslurnar eftir teimum minkandi al- mennu inntøkunum. Nú segði formaðurin í búskaparráðnum, at ráðið ikki beinleiðis var ráðgevi hjá landsstýrinum, men at ráðið fyrst og fremst var ráðgevi hjá øllum føroyska samfelagnum. Sjálvandi er nakað um hetta sjónar- mið. Og fyri almenningin og ikki minst almenna orðaskiftið er hetta ráð av alstóran týdningi. Hinveg- in er tað torført hjá einum landsstýri beinleiðis at ignorera eitt búskaparráð, sum meldar út við so sterkum og klárum signalum. Landsstýrið eigur tí at endurskoða sín búskaparpolitikk. Her eigur lands- stýrið at hava øll fyrilit í huga, tá farið verður undir hesa endurskoðan. Tað, sum í hesum føri eigur at vera fremst i huga, er støðan á arbeiðsmarknaðinum. Samstundis, sum Búskaparráðið meldar út við sínum sjónarmiðum og døpru metingum, hevur ALS kunngjørt seinastu ar- beiðsloysistølini. Hesi eru alt annað enn hugalig. Ein meginfortreyt fyri, at vend kann fáast í skeivu gongdina, er at fólk koma aftur í arbeiði. Vit mugu framleiða okkum burturúr hesi óhepnu støðu. Landsstýrið noyðist tí at venda eygunum móti teim- um stóru trupulleikunum í fiskivinnuni og í alivinn- uni. Hetta verður eingin løtt uppgáva, men jú longri tað verður bíðað, jú verri og truplari verður tað at venda gongdini. Her má hvør steinur vendast – tað veri seg feskfiskaspurningurin, logistikkurin, ali- vinnan, rækjuvinnan og fiskaframleiðslan á landi. Alt hongur saman og eiga trupulleikarnir tí at verða loystir sum partar av eini heild. Seinasta frágreið- ingin hjá Búskaparráðnum er eitt gott høvi at taka allar trupulleikarnar upp undir einum. DAGSINS MEINING Sosialurin Búskapurin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Erna Háberg Valevni hjá Fólkaflokkinum til Tórshavnar Býráð Soleiðis segði ein eldri maður við meg herfyri. Og eg hugsaði, hví gera vit tað verri og meira mannmink- andi enn tað í veruleikan- um er? Eg havi starvast innan eldraøkið í meira enn tjúgu ár og kenni tí per- sónliga nógv eldri fólk. Eg eri fødd og uppvaksin í Havn og minnist henda mann og onnur eldri, tá tey vóru í bestu mandómsár- um. Er tað veruliga so, at vit, sum búgva í Havnar kommunu, raðfesta hesar eldru borgarar so lágt? Havnar kommuna hevur hetta valskeiðið megnað at loyst barnaansingartørvin og hevur sostatt prógvað, at hon er før fyri at gera eitt munagott arbeiði. Hóast hetta verk er kommunan væl fyri fíggjarliga. Hetta skal býráðssamgongan hava rós fyri. At býráðið valdi at rað- festa barnaansingina hægst, er í lagi, men tað er ikki í lagi, at okkara eldru borg- arar verða sleptir upp á fjall. Tað er ikki á nøkrum øðrum arbeiðsplássi í lagi at gera tílíka raðfesting. T.d. hevði verið rama- skríggj hevði leiðslan í ein- um skúla sagt, at vit kom- andi fýra árini bara taka okkum av framhaldsdeild- ini og sleppa grunddeildini og miðdeildini. Ella leiðsl- an á Landssjúkrahúsinum valdi onga medicinska við- ger at geva í 4 ár, og bara tók sær av skurðviðgerðini í hesi fýra árini. Men vit hava eldri fólk í okkara kommunu, sum ikki eru før fyri at gera ramaskríggj. Tey hava gjørt sínar borgar- ligu skyldur, og virðingin fyri teimum er so lág, at tey ikki so mikið sum verða raðfest. Og fleiri teirra, sum vóru offur fyri hesi vána raðfesting, eru ikki á lívi í dag. Nevnast skal, at 167 fólk standa á bíðilista til røktar- heimspláss á Lágargarði, og at umleið 140 fólk við demens búgva í Suður- streymoy. Heimarøktin í hesum økinum megnar heilt einfalt ikki at røkta og nøkta tørvin, sum er. Tí mugu nógv avvarðandi knúgva undir eini tungari ansingarbyrðu, og sam- stundis líða undir nívandi samvitskubiti, tí tey í mongum førum mugu lata hesi gomlu hjálparleysi menniskju sita innilæst, meðan tey eru til arbeiðis. Hetta má sigast vera eitt óvirðiligt lívskvøld fyri okkara eldru borgarar.. "Ringast er at gerast gamal í Havn." Minnist meg rætt, orðaði ein búskaparfrøðingur seg soleiðis í eini grein í bløð- unum einaferð í fjør. Henda grein hjá honum kom ikki óvart á nakran, men var ein staðfesting av tí veruleika, at tað er ringt at vera gamal og hava hjálp fyri neyðini, og at tað er verri at gerast gamal í Havn enn aðrastaðni í landinum. Greinin fekk meg at fáa hug til at gera nakað ítøki- ligt við vánaligu støðuna hjá teimum gomlu í komm- ununi, og tí valdi eg at stilla upp til býráðsvalið í Havn. Sum nevndarlimur í Alzheimerfelagnum og við kunnleikanum, eg havi til eldraøkinum, øtist eg yvir, at eitt vælferðarsamfelag sum okkara er so afturúr siglt í samband við at taka okkum av okkara gomlu. Landspolitikkarnir hava svikið Havnina á eldraøk- inum og Býráðið hevur svikið hetta øki.. Eldraøkið er vorðið ein kastibløka millum land og kommunu. Um eg fái møguleikan, fari eg at leggja alla orku í at broyta støðuna so- leiðis: - At komandi býráð skal virka fyri at eldraøkið kem- ur út til Havnar kommunu at vera umsitið. - At tann upphædd, sum er sett av til eldraøkið á fíggjarætlanini 2005 fyri Tórshavnar kommunu skal í minsta lagi tvífaldast. »Tað er ongantíð gott at gerast gamal …« VAL04 Klæmint Olsen Sjálvstýrisflokkurin Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu er snøgg og upp- lýsandi. Eitt stórt lýti hevur hon tó: Lítið og einki verð- ur sagt um politiska virk- semið í býráðnum. Frá- sagnir frá býráðsfundum finnur tú, men ikki frá nevndarfundum. Tær eru loyniligar. Einki forðar annars fyri, at slíkar frá- sagnir eisini eru almennar. Tað er vanligt í øðrum londum. Hetta ger, at illa ber til at fylgja politisku tilgongdini. Eingin møguleiki verður fyri ávirkan hjá vanliga borgaranum. Gav tað at bíta, tá ið Rás Tórshavn varð sløkt. Høvdu fólk havt frænir av tí, ið var á vási, so hevði neyvan endað soleið- is. Men málið varð avgreitt uttan býráðsfund. Sig so tað! Fjølmiðlarnir tykjast hava lítlan áhuga fyri tí, ið fyriferst í Tórshavnar kommunu. Útvarpið sendir regluliga úr Klaksvík og Suðuroy, men tað er so eiðasørt, at nakað hoyrist úr Havn. Býráðið átti sjálv- sagt at kent tað sum sína skyldu at kunnað um størri mál og fingið eitt orðaskifti í lag, t.d. við at skipa fyri almennari hoyring. Tíverri bendir mangt á, at býráðið ikki er áhugað í slíkum. Og hóast Jógvan og Leivur kanska gera okkurt glepsið, so er tað Jan, ið hevur buktina og báðar endar. Meirlutin ræður. Kanska er ein serlig grund at hava hesa duldu dagsskrá. Avgerðirnar, ið tiknar verða, eru nevniliga í nógvum førum tilvildarlig- ar og lítið undirbygdar. Tórshavnar kommunan veit snøgt sagt ov lítið um seg sjálva. Hagtølini eru ov fá - m.a. eru ongar veruligar forsagnir um fólkavøkstur- in – og heildarætlanir vanta á øllum økjum. Eitt komandi býráð má miðvíst byggja upp eina vitan á viðkomandi økjum og gera hóskandi heildar- ætlanir. Slíkar ætlanir eiga sjálvsagt at verða lagdar fyri borgararnar til umrøðu, áðrenn endalig avgerð verður tikin. Ávirkan á avgerðir VAL04 C M Y K 12