Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 16. oktober 2004 15 Skúlaveru- leikin hjá Tjóðveldis- flokkinum Heðin Zachariasen løgtingsmaður Framsøgukvinna tjóð- veldisfloksins Heidi Petersen skrivar í grein síni at teirra metan er at ein tílíkur miðnáms- depil vil í framtíðini gerast tann platformur- in, sum øll tann før- oyska miðnámsút- búgvingin kann fara at mennast útfrá. Her meti eg at Heidi Petersen gevur okkum veruliga svari um hví, fiskuvinnuskúlin í Vestmanna bleiv steðgaður í seinasta valskeiði har tjóð- veldisflokkurin umsat skúlamál seinastu seks árini, grundgevingin fyri ikki at keypa tann bygning sum ætlanin var, endaði sum øllum kunnugt við einum argumenti á centri- metrum. Út frá tí sum Heidi Petersen skrivar, hevur ætlanin helst ongantíð verið at bygt fiskuvinnuskúlan í Vestmanna, men held- ur at fingið fiski- vinnuskúlan í sama depil úti í marknagili. Her kunnu vit í Norð- streymoy bert fegnast um at fólkaflokkurin kom at umsita skúla- mál og har við, longu nú hevur sett 5 mió av á komandi fíggjarlóg at byggja fiskuvinnu- skúla í Vestmanna. Til ætlanina í Marknagili kann eg siga, at tað ljóðar skilagott at samlað hesar skúlar saman, men tað er ikki rætt at samlað allar miðnáms- útbúgvingar í Tórs- havn. Annars er at siga, at vit hava ikki endaliga viðgjørt Skúladepilin í Marknagili VIÐMERKINGAR Tórbjørn Jacobsen Útvarpsmanningin hevur aftur sett Fimmaran, leingi saknaðu tjaksendingina, á vetrarskránna. Ein sjálv- søgd public-service upp- gáva. Skal fólkaræði hava ein tjans og mennast á bráðpannuni, harið ymiskar og tvørgangandi hugsanir verða bræddar, greinaðar og feldar í ávegis niður- støður, sum síðani kunna førka fólkið og samfelagið longur fram á leið. Í sama viðfangi krevst sjálvandi, at fjórða statsmaktin fer út á hvørvisteinin og hvessir sær telgimuddarnar, annars skríða durkdrivnu aktørar- nir bara sum kimiligir orm- ar í vátlendinum og megin- parturin av lurtarafjøldini er meira massfoss enn hon var frammanundan send- ingini. Mikudagin var aktuelli skattalættin á skránni. Treysti landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í seks ár, Karsten Hansen, megnaði óvanliga væl at tosa fyri sínum og floksins sjónarmiðum. Ímeðan fólka- floksins formaður in spe, Jørgen Niclasen, fulltikni papageykurin hjá Óla Breckmann, hespaði upp allar borgarligu flosklarnar, sum føroysku sosialdemo- kratarnir nú eisini eru vorð- nir ein avgerðandi partur av. Skattalætti til teirra, ið hava ovmikið frammanund- an, gjørdist herskni kostur- in hjá Eidesgaard fyri eina løgmanstaburett, sum við hetta lag verður avpolitiser- að, skal landsins evsti leið- ari ikki vera annað í fram- tíðini, enn ein boksibóltur úr gummi, ið fer undan, líkamikið hvørjum horni tú spankar hann úr. Alt verður sopið fyri statusið. Var ov seinur á avtrekkj- aranum, slapp tí ikki framat teimum báðum Karsteni og Jørgeni, tí kemur hendan viðmerkingin eitt sindur seinkað á sjóvarfallinum. Skattalætti er vorðin ein sálarløstur hjá ávísum fólkafloksmonnum. Ein trúðarsøk, sum alt annað má víkja fyri. Tað ber til at gita um, hvørið orsøkin er. Teirra skilmarking av sjálv- berandi búskapi er ein fíggjarlóg sum javnvigar. Eftir at ríkisveitingin er burtur med alla. Hetta sigst vera eitt mál, sum teir virka fyri, men so alvegis kom- plexur, sum flokkurin er, á fullveldiskósini, er tað sjálvandi neyðugt at for- koma hesum argumentin- um við eini ríð av áhald- andi skattalættum og har- við minkandi inntøkum í landsins húsarhaldi. Hetta er háborðskostur hjá sam- bandsmonnum og kanska javnaðarmonnum við, løgið tó, at føroyskir javnaðar- menn skula vera so lítið í slekt við sínar altjóða brøð- ur, at teir nú ætla at fremja í verki heimsins mest ósosi- ala og ósolidariska lætta í skattinum. Tyrlarnir skúma róman upp í troðini hjá teimum ríku, ímeðan tey, ið formáa sær minni fíggjar- liga, framhaldandi skula skorða somu vøddamegina uppundir samfelagsskútuna – undir javnaðarleiðslu. Skattalættar hava verið partur av fíggjarlógarvið- gerðunum øll hesi seinastu árini. Neyðsemjur máttu gerast fyri at politiska sam- starvið kundi halda fram. Tó eydnaðist tað altíð Tjóð- veldisflokkinum at skipa lættarnar soleiðis, at teir vendu sosialt rætt, at byrð- arnar vórðu skeklaðar uppá herðarnar alt eftir sum evn- ini at bera vóru. Rættast hevði tó verið at kveistrað hetta fólkafloksmantra´ið til viks og skorið djúpari í ríkisveitingina, soleiðis at sjálverandi búskapurin og republikkin vóru tað nærri í dag. Men ideologiska yvir- guruin hjá Fólkaflokkinum vildi tað øðrvísi og sam- bært Jørgeni situr andaligi faðirin nú og skrivar eina heila bók um skatt, sum ivaleyst verður líka so sub- jektiv og tendensiøs sum alt annað, ið er komið úr hans- ara hondum. Eitt propa- gandarit, eitt jarnbrot, í áhaldandi strembanini eftir at forkoma landsins lunn- indum. Og harvið øllum tosi og verki um einar sjálvstøðugar Føroyar. Skattalættar eru alneyð- ugir, um so er, at initiativ- ríkidømið framhaldandi og áhaldandi skal blomstra, segði Jørgen Niclasen í Fimmaranum. Síðani vass- aði hann út í eina samber- ing av amerikanska og før- oyska samfelagnum. Reag- an varð hildin fram sum tað stóra oraklið. Í fyrsta lagið er tað ómøguligt og ósam- bæriligt at tosa javnbjóðis um tveir so ólíkar búskapir, annar ein sera framkomin ídnaðarbúskapur og hin ein primitivur monobúskapur, ið lagar seg alt eftir hvussu svangir ið gómarnir eru inni á meginlandinum og í aðru syftu var Ronald Reagan, í berum skilaloysi, væl á veg, at flyta ameri- kanska samfelagið út av búskaparligu tromini, m.a. við sínum vitleysu skatta- lættum. Ongin loftaði Jørgeni í hesum óviðkomandi vavstr- inum. Ætla amerikumenn at vaksa um ferðina á bú- skapinum so skrúva teir sjuntin upp á transport- bondunum. Hetta gerst ikki í føroysku tilfeingis-vinn- uni, sum er vorðin eitt slag av eini fellu í føroyska bú- skapinum. Evnini, at berja seg uppum hetta loftið, eru ikki komin til sjónar enn. Óvist hví. Men til ber, at gita seg fram til eina niður- støðu. Ímeðan skattalættar eru lætnir á hvørjum ári í nógv ár og Fólkaflokkurin hevur umsitið og hevur verið sett- ur til at reka landsins vinnupolitikk, er initiativ- ríkidømið dovnað, almenni parturin av búskapinum vaksin við risafetum og vinnupolitikkurin niður- kókaður til spurningar um pullartar, postkassar, mafia- kendar sølur av mjólkar- kvotum, skravaðar fóðring- ar umborð á Smyrli og um innkoyringina til høvuðs- staðin. Detailsvass. Fjøl- miðlagreði og evnaloysi. Seminaristiskt bakipulvur fyri fákunnugar atkvøður. Eftir eina áralanga ríð av skattalættum er føroyski búskapurin nú í stórari aft- urgongd. Hetta er próvfast. Tí átti fólkafloksins Benja- min ikki at sloppið so snikkaleysur í sínum propa- gandistisku herðindum í út- varpinum mikudagin. Vón- andi fer hann at svara okk- um spurninginum hvarið allur virkisandin bleiv av í øllum skattalættameldri- num tey seks árini vit sótu í stjórn saman. Tað stendur greitt fyri øllum, at tað lekur álvarsliga ímillum teori og praksis hjá yvir- guruini, sum slaviskt verð- ur endurgivin av formann- inum in spe. Her skal sterk- ur lútur til, skal veruleikin afturvísast. Og tað má eftir- hondini vera eitt fólkakrav, at Jørgen ger greiði á, hvus- su hetta nú einaferð hongur saman. Allir flokkar hava sagt seg at virka fyri einum sjálvberandi búskapi. Tað krevur umframt eitt felags- trygdarnet í undirvísing, mentan, heilsu, almanna- verki og umsiting eina upp- drift sum røkkur til sjálv- fíggingina av føroyska sam- felagnum. Soleiðis at eisini vaskikonurnar á Vestur- brúgv kunna avlastast fyri materiella okrið úr Føroy- um. Treytin er eitt greitt mál. Ein greiður vinnupolitikk- ur. Ein greiður fíggjarpoli- tikkur. Og stórsti trupul- leikin hesi árini er, at vit ongan vinnupolitikk hava havt yvirhøvur. Ímeðan Fólkaflokkurin hevur skekl- að gumpin fastan í Vinnu- málaráðið, er almenni part- urin av eginognini, í før- oyskum partafeløgum, vaksin við umleið 20%´um. Og hetta broytist neyvan, nú Kristian Magnussen í tinginum segði okkum, at líkamikið hvussu teir tog- aðu og toygdu Fólkaflokk- in, so fingust teir ikki so- mikið sum at selja ein al- mennan lastvogn, – tíans- heldur nakað annað. Og júst har liggur misér- an í øllum. Fólkaflokkurin heldur rimmarfast um ein norðurkoreanskan vinnu- politikk og harvið ein ditto búskaparpolitikk, sum líka- mikið hvussu víkir og vendir drepur alt initiativ og allar spírar sum standa klárir at spretta úr svørðin- um tann dagin tá ið Fólka- flokkurin yvirgevur seg í sínum elskaða domicili úti á Tinganes helluni. Tann dagin veksur eldur úr eimi og føroyingar kun- na aftur ganga frameftir ímóti einum frælsum sjáv- berandi búskapi og harvið eini sjálvstøðugari tjóð. Fái meg annars illani at trúgva, at taburettlímið er so seigt, at Javnaðarflokk- urin í drúgt tíðarmál ætlar at seyrga sína egnu hugsjón við átøkum, sum eittans ganga yvirstættini og luxus- dýrunum í Føroyum til handa. Pípuroykur kann fjala yvir nógva óhumsku, men ikki yvir eina vaksandi sosiala gjógv ímillum tey ríku og tey fátæku í dagsins Føroyum. So frætt av tæri mátti hóast alt verið eftir í føroyskum javnaðarmonn- um, at teir ikki lata Óla Breckmann og hansara politiska baby, Jørgen Nicla- sen, sleipa seg út av hug- sjónaðarligu eggini. Kamp- urin stendur nú ímillum taburettlímið og hugsjón- ina. Ikki so lítið spennandi at vera eygleiðari í hesum drápuliga bardaga. Vinnur fáfongdin ella ideologiin. Tað spyrst um livst. Tað verður ikki alt fleytir, – ið tyril kemur í Johan Mortensen Valevni Tjóðveldisflokksins til Býráði Tað er undirhaldandi at meirilutin í undarfarna Bý- ráði sum nú aftur bjóðar seg fram til val hostar upp við øllum ótrúligum marg- lætistilboðum um skygni í Býraðnum, frítíðarskúlum, systkinna-avslátturi, fim- leiki, ítróttarhallum, ellis- heimum, frælsum ítrótti, rennibreytum, vinnulívi og Gud-Í-Himli-Viti-Hvat- Man- Annars-Finnur-Uppá og alt er so gott og promis- ing! Eg sigi bert : hví gjørdu Býráðslimir so lítið við hesi mál tá tey høvdu møguleikan og vald til tess? Tað er ein fúl undirmet- ing av veljaranum og ov bí- ligt og óseriøst aftur at koma við stríputum val- fleski, hovski snovski og lyftum um framhaldandi oysli við almennum skatta- krónum. At sita í Býráðnum krev- ur ábyrgdarkenslu og habil- itet. At avgreiða mál Tórs- havn at frama, ikki at hava eitt fýra ára alment bein at gnaga og gysser í kassan fyri nevndarfundir og hugnaligar ferðir til vinar- býir og døgurðar og borð- fæ og kanningarferðir og skeiðir og hvat man annars kallar allar hesar herligu ágóðarnar sum fylgja við einum sessi í Tórshavnar Býráði, alt goldið av hart plágaða skattagjaldaranum. Stríput Valflesk VAL04 15 14 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Petur Jacobsen í Søldafirði: 13. oktober 2004 Var tað nú rætt at siga sjón- varpsstjóranum Mikkjal Helmsdal upp? Er Jógvan Jespersen tann rætti til at leiga samanlagda stovnin? Ein av grundgevingunum fyri at Jógvan Jespersen er best egnaður til starvið er - sambart landstýrismann- inum Jógvan á Lakjuni - at hann hevur megna at reka ÚF sum ein fíggjarliga sterkan stovn ímóti Mikkjal Helmstal sum ikki megnaði í sama mun at fáa nakað serligt burtur úr SVF. Men samanlíkna vit nú konkret hvat ÚF gevur lurt- aranum fyri 30 milliónir er myndin ikki so langt frá hvat SVF megnaði at fáa burturúr fyri sínar 30 milli- ónir. Skráin hjá ÚF er 105 tímar (100%) um vikuna harav eru umleið 57 tímar tónleikur ella presentatión av tónleiki (54%), av teim- um írestandi 43 tímunum (46%), eru 24 tímar endur- sendingar (22.5 %) 8 tímar eru tíðindi (7,5%) , nú eru bert 16 tímar eftir sum kann kallast egin fram- leiðsla tað vil siga (16%). og vit vita at stórur partur av hesum kemur frá free- lansarum, mest úr Klaks- vík. Taka vit tíðindafólkini, sum framleiða umleið 8 tímar um vikuna frá, eru eini 30 fulltíðarstørv eftir til at framleiða 16 tímar. Heðin Arge situr á einum stórum parti av sending- unum um kvøldi einar 9 tímar har hann spælir fyri ein stóran part umaftur tað sum var í morgun-send- ingini hjá Bjarna Mohr og Øssur Egholm, helst er hann teknikari sjálvur so har ger hann arbeiði fyri tvey, eftir er so Elis Poulsen sum leggur løg á, sum fólk hava ynskt, í umleið 5 tímar um vikuna, Jákup Magnus- sen hevur 1 tíma um dagin í 5 dagar,Armgarð Arge við "Tilvera" í 30 minuttir um vikuna, Ovi Olsen spælir klassiskt, 1 tíma um vik- una. Fleiri onnur nøvn, serliga Mohr, Egholm og Arge ganga aftur við stytri pettum í skránni hjá ÚF. Eg havi við skránni hjá ÚF, í tíðarskeiðnum frá mánadegnum 27.sept. til sunnudagin 03. okt. 2004 sum grundarlag, skriva hesa grein og loyvt mær at samanlíkna við tað sum Mikkjal Helmstal segði at SVF kundi bjóða fyri um- leið somu pengar, havandi í huga at tað er minst 5 ferðir so kostnaðarmikið at fram- leiða sjónvarp má sigast at Jógvan Jespersen og lands- stýrismaðurin í mentamál- um Jógvan á Lakjuni eru teir einastu sum kunnu verða nøgdir við at fáa 16 tímar umframt 8 tímar av tíðindum um vikuna av útvarpstilfarið fyri meira enn 30 milliónir. Sambært Mikkjal Helmstal framleiðir SVF 448 tímar av sjónvarpstilfarið um árið, býtið er sum omanfyri víst fyri somu pengar (30 mill.) Tað vil siga at ein sjónvarpstími kostar kr. 66.964,30. Um vit siga at ÚF fram- leiðir 24 tímar um vikuna í 52 vikur er tað 1248 tímar um árið og við at dividera tað við 30.000,000 (30 mill.) er tímaprísurin kr. 24.038.46. Tað má sigast at verða væl goldið. Tað er ein stór mánaðarløn fyri hvønn effektivan senditíma, skal Jógvan Jespersen brúka sama leist til at framleiða sjónvarp skal hetta tal gangast við í minsta lagið 5, tað vil siga at hvør sendi- tími hjá sjónvarpsdeildini hjá nýggja Kringvarp Før- oya - sum eg gitið at tað fer at eita - fer at kosta minst kr.120.192,50. So fyri 30 mill. fáa við 249,6 tímar av sjónvarpstilfarið - (ímóti 448 tímun sum nú er) - um árið, tað er 0.94 tímar um dagin, also minni enn ein tími um dagin og tað er ein minking uppá 200 tímar, ein afturgongd uppá 45 %. Í Dimmalætting 27. au- gust í ár sigur Uni L. Han- sen frá útvarpsstjóranum. Sitat: Jógvan Jespersen heldur ikki, at føroyingar gjalda ein høgan prís fyri Útvarp- ið. Um tú roknar upp á tað, so gjalda fólk fýra krónur um dagin fyri at fáa før- oyskt útvarp allan dagin, og tað er ikki nógv, um tú hugsar um, hvat ein sigarett kostar, sigur Jógvan Jesper- sen. Um vit ganga út frá, at ein pakki av sigarettum kostar 35 krónur, so kostar ein sigarett 1,75 krónur. Hvat í verðini fær út- varpsstjóran, at koma við slíkari samanlíkning ???. Tað einasta sum eg kann fáa burtur úr hasum er, at pengarnir fara upp í royk í báðum førum. Sigarettir og útvarp! Ja, skilji tann í skilja kann, eg skilji onki. Í Føroyum er útvarps- gjaldið 1375 kr. Í Íslandi 775 kr. Í Danmark 360 kr. Í Noreg 0 kr. Harra Jógvan á Lakjuni landstýrismaður, eg vil staðiliga heita á teg um at koma við einum nýggjum argumentið fyri hví tú heldur at útvarpstjórin, er best egnaður til starvið sum superstjórið tá alt talar fyri tí øvugta, eisini vil eg heita á tykkum løgtingsmenn um at leggja uppskot fyri tingið, at starvið sum stjóri á samanlagda stovninum verður lýst leyst og at hann verður settur við tí treytum sum viðvirka til at ÚF aftur verður óheft av handils og vinnulívinum. Eg ivist onga løtu í at samanlagdi stovnurin kem- ur at verða eitt botnleyst hol hjá tí almenna at spíta pengar í, og við tí makt sum stjórin kemur at hava, fer ongin politikari, ella nakar annar at tora at siga honum ímótið. Hann situr á tí mesta av tíðindaflutning- inum, á meginpartinum av spølunum, tætt knýttur at handils og vinnulívinum. Stuðlar kann almenna kringvarpið eisini fáa sær, so í framtíðini kann nógv sigast - ella ikki sigast - um virkir og stovnar sum latað pengar til tað almenna kringvarpið. Nei, ongin kann tá koma aftur og siga at, pressan er korrupt, tá er ov seint, polittikarar hava sjálvir við lóg skapt karmarnar. Hyggja vit eitt sindur aftureftir er næstan hvørja fer SVF hevur víst á penga- mangul til eitt hvørt, - serliga minnist eg banda- savnið - so kemur útvarps- stjórin fram í miðlunum og manglar eisini pengar, hann gramdi seg bæði um eitt og annað fyrr í ár um ikki meira pengar fingust til ÚF. Og ímóti allari fornuft fekk hann játtað frá Mentamála- ráðnum 100 krónur meira frá hvørjum húski, sam- stundis sum ÚF hevur 10- 15 milliónir á bankabók. Hvussu frekur kann ein almennur leiðari tilláta sær at verða?. Ferðslutrygd er skert við kr. 90.000,- Musikkskúlin manglar eina hálva millión og ein rúgva av almennum stovnum siga fólki upp vegna sparingar. ÚF er fult í pengum og fær hvørja ferð biði verður um meira. Hvat siga landsgrannskoð- arnir um at játta verður ein- um almennum stovni peng- ar sum eigur umleið 30% av umsetninginum á banka- bók? Er tá ikki nóg nógv kravt, ella eru tit eisini bangnir fyri at siga tað sum sigast skal? Tað hevði verði gott um tykkara viðmerk- ingar komu fram. Hevur tað almenna endi- liga brúk fyri at spæla um pengar so eiga tit heldur at seta á stovn eitt alment V4 ella Gekk sum saktans kann sendast í almennu miðlun- um, men onnur skulu taka sær av tí, óheft av kring- varpsleiðsluni og tað al- menna skal ráða fyri hvar pengarnir skulu játtast, - helst til at bøta um korini hjá teimum veikaru í sam- felagnum -, tá hevði tann parturin av ávirkanini á tíðindaflutningin uttanífrá verði komin uppá pláss. Mítt uppskot er at vit venda aftur til tíðina tá Niels Juel Arge sáli var út- varpsstjórið. Ongar hand- ilslýsingar, júst fyri at ÚF kundi verða so óheft frá handils og vinnulívinum sum ein slíkur stovnur hev- ur fyri neyðini at verða um álitið á tíðindaflutningin skal verða gott. ÚF hevur gott ráð at verða teir peng- arnar fyri uttan, klárar ver- andi stjóri tað ikki er bert at fáa ein annan sum klárar tað. So góðu politikarar tit hava átikið tykkum eina ábyrgd sum ongin annar í nýggjari tíð hevur sæð makan til, ansa væl eftir at tit ikki skjóta tykkum sjálvi í beinini, eitt vælskeið er stutt, men vit skulu øll - eisini tit - frameftir liva í einum góðum, demukrat- iskum landið við so óheft- ari pressu sum gjørligt, tað hava tit møguleika at við- virka til nú. VIÐMERKINGAR Útvarpsgjald og hvat so??? Ein viðmerking frá einum útvarpsgjaldara Egin framlei¶sla 15,24% Endursendingar 22,86% T nleik ur 54,29% T ¶indi 7,62% tvarp F¿roya (sendit ¶ umlei¶ 1 05 t m ar um vikuna) Kelda: Skráin av heimasíðuni hjá Útvarp Føroya frá 27/09-04 til 03/10-04 Undirhald 12,95% Œtr ttur 11,16% T ¶indi/aktuelt 37,28% Barnasendingar 7,14% Anna¶ 6,03% M enta/T nleikur 8,48% Tung/dokum entar 2,68% Andaligt 14,29% Sj nvarp F¿roya Kelda: SvF Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. C M Y K 14