Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Nr. 198 - 16. oktober 2004 17 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 14. oktober fingu Rói, 6 ár, og Anna, 5 ár, hendan lítla- beiggjan. Hann var 56 cm langur og vigaði 4000 gr. Foreldur teirra eru Jona og Jógvan Eli Dam, Tórshavn. 25. september fingu Tórhild Eyðsteinsdóttir Dalsgaard og Jonhard Haraldsen, Ålborg, ein son. Hann vigaði 4160 gr og var 55 cm langur. 29. september fingu Súsanna og Michael Nolsøe Bjæverskov eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3600 gr. Hon eitur Isabella. 5. oktober fingu Astrid og Lau Jensen, Vági, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3440 gr. 5. oktober fingu Beinta Joensen og Mikkjal M. Johannesen, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3150 gr. 6. oktober fingu Sigri Gaini Tórshavn og Bjarni Mohr Keypmannahavn eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3520 gr. 6. oktober fingu Anni Debess og Johan V. Bech, Porkeri, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4700 gr. 6. oktober fingu Bergljót Bertholdsen, Hov, og Sonne Ludvig, Fámjin, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3450 gr. 6. oktober fingu Birgit og Gunnar Breckmann, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4000 gr. 7. oktober fingu Elsebeth Haraldsen og Jógvan P. Egholm, Leynum, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3675 gr. 8. oktober fingu Eydna Hermannsdóttir og Ronnie Samuelsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3130 gr. 8. oktober fingu Maiken Zachariasen og Erik Jensen, Trongisvági, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4160 gr. 8. oktober fingu Hildur og Andras Gregersen, Strond- um, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3750 gr. 8. oktober fingu Ingibjørg Johannesen og Arne Debess Madsen, Argjum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3950 gr. 9. oktober fingu Joan og Christian Müller, Hvalba, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3720 gr. 10. oktober fingu Joen Magnus Danielsen og Helen Jacobsen, Argjum, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4050 gr. So fýra ára gamli Fríði er blivin stóri- beiggi. 11. oktober fingu Annbritt og Finn Johannesen, Todnes, Kollafirði, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4545 gr. 12. oktober fingu Gitte W. og Dávid Fjallsbak, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr. 13. oktober fingu Sunniva og Hans Jákup Kollslíð, Hvalvík, eina dóttur. 14. oktober fingu Bjørg Poulsen og Brandur Nólsoy, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3900 gr. Tann 26. mai fingu Hanna og Jákup sonin Oddur Tadeos Heinesen. Oddur Tadeos er føddur 24. desember 2003 í Addis Ababa í Etiopia. 28. september fingu Gudny Langgaard og Ved Nagurset, Bournemouth, Stora Bretland, eina dóttur. Hon vigaði 2800 gr og var 49,5 cm long. 29. september fingu Teresa Fjallsbak og Suni Juul Pedersen, Tórshavn. eina dóttur. Hon vigaði 3800 gr og var 54 cm long. Fríggjadagin 15. oktober kl. 16.00 læt Arngerð Joensen í Hoyvík upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Framsýningin byrjaði við at Theresa Petersen spældi violin. Á framsýningini er 27 olju- og akrylmálningar, og myndaevnini eru úr før- oysku náttúruni. Framsýningi er opin til og við sunnudagin 17. ok- tober. Opið er fríggjadag og leygardag frá kl. 16.00- 19.00, og sunnudagin frá kl. 14.00-19.00. Arngerð framsýning í Smiðjuni Arngerð Joensen í Hoyvík hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í vikuskiftinum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andlát 6. oktober Jóan Petur Mylná, ættaður av Eiði, 86 ár. 7. oktober Alexsandrina Gregersen, fødd Djurhuus, vanliga nevnd Ala hjá Alexander á Durtifløtti, ættað úr Porkeri, 72 ár. Mia Johannesen, fødd Nygaard í Klaksvík, 86 ár Charles Beck, Tvøroyri, 87 ár. 8. oktober Árni Petersen, Havn, 76 ár. 9. oktober Elsebeth Samuelsen, vanliga nevnd Elspa, ættað av Viðareiði, búsitandi í Havn, 99 ár. 9. oktober Bethuel Zachariassen , Klaksvík, 85 ár. Jens Pauli á Lofti, Sandavágur, 69 ár. Petur Thomsen, Skopun, 78 ár. 10. oktober Eva Petronella Næs, vanliga nevnd Nella úr Havn, 90 ár. 11. oktober Margith Holm Øster, fødd Carlsen. Kaja Arge úr Havn, 92 ár. Jákup Dahl Olsen, úr Tórshavn, 71 ár. Leivur Joensen í Sandavági, av bygdar- fólki vanliga nevndur Leivur í Skúlanum, fyllir 80 á sunnudagin 17. oktober FØÐINGARDAGUR Sunnudagin 17. oktober fyllir Leivur Joensen, Leiv- ur í Skúlanum, í Sandavági 80 ár. Leivur er føddur í Sanda- vági, og har hevur hann búða alla sína tíð. Hann er sonur Margrethu á Rógvu úr Vestmanna og Poul Joen- sen, lærara úr Bø. Pápin var lærari í Sanda- vági og Leivur er føddur í Skúlahúsunum, sum tey verða nevnd. Haðani hevur navnið fylgt honum til hendan dag. Tey vóru fýra systkin í Skúlanum, og Leivur var yngstur. Leivur giftist í 1955 við Astu Petersen úr Sørvági. Tey búsettust í Sandavági og fingu døturnar Marjun og Andreu, sum eisini báðar búgva í Sandavági. Leivur fór til skips í 1945, men tað gjørdist ikki hansara lívsstarv kortini. Hann arbeiddi eitt manna- minni sum formaður í grót- brotinum hjá Landsverk- frøðinginum. Leivur er bygdarmaur við tí, sum har til hoyrir. Sjógv og land hevur hann røkt. Í bátinum var tað fiskur, fuglur, grind og eisini kópur viðhvørt. Hann var ein tann seinasti, sum søkti látrini undir Sandavágs- bjørgunum norðantil. Á landi eru tað nú mest seyður og gæs, sum hann fæst við. Men áður hava harurnar eisini staðið frammarlaga, tá tann tíðin var. Og seyðin hevur hann røkt í bjørgunum eisini á yngri árum. Bæði í Vágum og á Streymoynni hevur hann havt skoraseyð gang- andi í síni tíð. Leivur er fittur í hondun- um og hevur gjørt nógv handaligt arbeiði av ymsum slagi. Nú hann hevur nátt kempualdri, er hann reglu- ligur gestur í Undirhúsin- um, har kortini smella í borðið mánakvøld og mikukvøld, tá teir spæla stýrivolt. Praktiskur er hann. So praktiskur, at hann valdi sær konu, sum fyllir mest- sum samstundis sum hann sjálvur. Asta hevur føðing- ardag 19. oktober, so sakt- ans kunnu dagarnar leggj- ast saman. ej Leivur í Skúlanum 80 ár Annsy Høghamar 50 ár Týsdagin 12. oktober fylti Annsy Høghamar í Havn 50 ár. Annsy er ættað av Eiði. Hon kom til Havnar sum 15 ára gomul og arbeiddi í nøkur ár í Ítróttarhandlin- um hjá Viggo í Stórustovu við Hoydalsvegin. Eftir tað fekk hon starv á Føroya Gjaldsstovu. Hon hevur arbeitt í mong ár á stovninum, og tað er nú nakað síðan, hon helt sín 25 ára starvsdag á Toll-Skatt- stovu Føroya, sum stovn- urin nú eitur. Annsy er annars mest kend sum ein ítróttarkvinna innan hondbóltsfelagið Kyndil, har hon hevur verið ein av føstu leikarunum í mong ár. Hon er enn virkin í felagnum og situr í nevndini. Eisini er hon av íðnastu HB-viðhaldsfólk- um. Annsy er dóttir Hildigarð og Hans Edvard Høghamar á Eiði. Hon er gift við Hákun Mikkelsen í Havn, og tey eiga børnini Bárður og Hildur og ommu- og abbadóttrina Sáru. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýndu samkenslu í stóru sorg og stóra sakni okkara, tá ið góða mostir og ommusystir okkara Milja Joensen Hattarvík andaðist og varð jarðað.Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Hattarvíkar kirkju. Vit takka øllum tykkum innan heilsuverkið, ið hjálptu og vóru um mostur, meðan hon var sjúk, eins og tykkum, ið vitjaðu hana. Vit takka prestunum, Elsu Funding og Niels Paula Danielsen, kirkjutænarum, organisti, gravara, berarum og sangarum, Vit takka tykkum, ið hjálptu við ervinum. Vit takka øllum tykkum, ið fylgdu mostir til hennara seinasta hvíldarstað. Marna, Jóhann Pól og børnini Sólfríð, Magnus og Uni Julian og Sigbjørg Kæra omma og langomma okkara Nella Næss fødd Tórsheim fer til gravar úr Vesturkirkjuni í leygardagin 16. okt. kl. 13.30. Familjunnar vegna Edna og Johnny við familju C M Y K 17 16