leygardagur 16. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 16. oktober 2004
19
Fólkatingslimirnir,
Naser Khader og
Kamal Qureshi um-
hugsa at leggja polit-
iskt trýst á føroyingar
fyri at broyta før-
oysku fosturtøkulóg-
ina. – Eg vil ikki nýta
orðið tvang, men vit
eiga at nýta tey polit-
isk amboð, vit hava,
sigur Naser Khader
við Politiken
FRÍ FOSTURTØKA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Vit svíkja fullkomiliga
føroysku kvinnurnar í løt-
uni. Eg kann ikki skilja,
hvussu vit innan ríkisfel-
agsskapin hava ein bólk av
kvinnum,
sum
verða
noyddar at vera við barn, tá
tær ikki ynskja tað, sigur
framsøgumaðurin í javn-
støðumálum hjá SF, Kamal
Qureshi.
Átakið hjá fólkatingslim-
inum, Kamal Qureshi, og
felagnum Kvindeligt Sel-
skab hevur veruliga sett
ferð á kjakið aftur um
fosturtøku í Føroyum, og
nú eru danskir politikarar
farnir at gera vart við sína
støðu í málinum.
Danska dagblaðið, Polit-
iken, skrivar í dag, at
danskir
politikarar
eru
ójavnir á máli um Danmark
eigur at leggja trýst á Før-
oyar í spurninginum um
fría fosturtøku ella um
danir skulu halda seg frá at
leggja seg upp í føroysk
viðurskifti.
Fólkatingslimurin
hjá
Radikala Vinstra, Naser
Khader sigur við Politiken,
at hann er samdur við
Kamal Qureshi um at danir
eiga at virka fyri, at fostur-
tøkulógin í Føroyum verður
broytt.
– Eg vil ikki nýta orðið
tvang, men vit eiga at nýta
tey politisk amboð, vit
hava. Men eg havi skilt, at
vit hava ikki eina siðvenju
fyri, at vit ikki blanda okk-
um í føroysk viðurskifti,
sigur Naser Khader við
Politiken.
Framsøgumaðurin
hjá
stjórnarflokkinum Vinstra í
javnstøðumálum,
Troels
Lund Poulsen, heldur, at
Danmark skal bert gera
vart við seg um tað kemur
eitt politiskt trýst úr Før-
oyum.
– Hvar gongur markið
fyri, hvar vit kunnu blanda
okkum, spyr Troels Lund
Poulsen.
Haldið tykkum burtur
Politiken hevur eisini fing-
ið orðið á Annitu á Fríðr-
iksmørk, sum sigur seg
stuðla fríari fosturtøku í
Føroyum. Tjóðveldisting-
kvinnan slær kortini fast, at
hon heldur, at danir ikki
skulu blanda seg í føroysk
viðurskifti.
– Eg haldi ikki, at onnur
skulu gera av, hvussu okk-
ara lóggáva skal vera, sigur
Annita á Fríðriksmørk við
Politiken.
Føroyska lóggávan á
fosturtøkuøkinum er ein
gomul donsku lóg frá 1956,
og Politiken skrivar, at
danski lógmálaráðharrin,
Lene Espersen, hevur tí
heimild í løtuni at broyta
lógini, men hesum sýtti hon
fyri góðum hálvum ári síð-
an, tá Naser Khader reisti
spuringin á Fólkatingi.
Fosturtøkuforboðið á breddan í Danmark:
Qureshi og Khader umhugsa
at leggja trýst á føroyingar
Føroyar, Portugal, Spania, Kypris og Pólland loyva
bert fosturtøku um lívið ella heilsan hjá mammuni
ella banrinum er í vanda ella talan er um eina
neyðtøku ella siðamisbrot
Hetta er eisini galdandi í Luksemburg. Kortini
kunnu læknar í Luksemburg nokta at fremja fostur-
tøku. Av teirri orsøk fara fleiri kvinnur til Belgia ella
Holland fyri at fáa fosturtøku
Írland loyvir bert fosturtøku, um lívið hjá mammuni
er í vanda
Malta loyvir als ikki fosturtøku
Í Danmark varð fosturtøka lóglig í 1973. Hvørt ár
verða millum 15.000 og 20.000 fosturtøkur framdar.
Talið av fosturtøkum hevur verið fallandi seinnu
árini
Kelda: Politiken
FAKTA
Fólkatingslimurin hjá Radikala Vinstra, Naser Khader, umhugsar saman við Kamal Qureshi at leggja trýst á føroyingar fyri at broyta føroysku fosturtøkulógina
19
18
Nr. 198 - 16. oktober 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
16. oktober. Gallus, deyður í 640. Írskur munkur,
sum læt kleystrið St. Gallen við Bodenvatnið
byggja. Doyði 95 ára gamal.
17. oktober. Florentinus, deyður umleið 1525.
Biskupur í orange í Fraklandi; kendur úr søguni av
fleiri kirkjufundum, har hann hevur verið við, men
annars vit teir einki um hann at siga.
Mikkjal á Ryggi varð føddur hendan dagin í
1879.
18. oktober. Lukas. Evangelistur og ápostlasøgu-
skrivari. Halgisøgan sigur, at hann eisini var lista-
málari og málaði eina mynd av Mariu Moy. Eisini
verður sagt, at hann doyði friðarliga 84 ára gamal.
Navnið er grikst og merkir maður úr Suður-
italiu.
Tað vardi meg ikki, tá vit
frættu at Gunleyg var
farin, at tað skuldi ganga
so skjótt, frá tí at hon
bleiv sjúk, til hon slókn-
aði.
Vit komu at kennast á
ungum árum, tá ið vit
báðar komu at arbeiða í
sama handli í Havn.
Skjótt sást, at tú var eitt
gávuríkt og álítandi fólk.
Tá ið vit so seinni giftust
og fóru hvør sína leið, tá
var tað bara av og á at vit
hittust í býnum, so fingu
vit prátað saman um
mangt og hvat.
Fyri fáum árum síðan
kom tú í Pensionistafe-
lagið í Havn, og ikki gekk
long tíð, til tú bleiv vald í
nevnd. Hetta arbeiði sum
nevndarlimur gekk tú
høgt upp í og gjørdi títt
arbeiði til lítar. Tú var
altíð fús at taka hond í,
hvat tað so skuldi verið.
Góða
Gunleyg,
vit
sakna teg nógv og títt
altíð blíða smíl. Vit
gloyma ikki túrin, sum tú
skipaði fyri til Nólsoyar.
Tú hevði lagt alt so væl til
rættis.
Vit ótu døgurða í
"Royndarhúsinum", og
best sum vit sita og eta,
brestur ódnarveður á, so
"Ternan" ikki kundi koma
eftir okkum. Men tú
hevði í tínum stilla sinni
gingið og syrgt fyri, at øll
fingu innivist. Og takk
skal tú hava og allir nóls-
oyingar, sum tóku so væl
ímóti okkum øllum.
Vit vilja við hesum
minnast teg í takksemi
fyri tíðina vit vóru saman
í Pensionistafelagnum.
P.A.
Vága Dansifelag
hevur fingið ein kekk
frá Lions Club Vágar,
sum fer til at gjalda
fyri alt hitaverkið í
Beitishúsunum
PENGAGÁVA
Lions Club Vágar hevur
latið Vága Dansifelg ein
kekk áljóðandi kr. 32.000,-
at brúka til sentralhitan í
Beitishúsinum, sum eru fe-
lagshúsini hjá Dansifelag-
num.
Arbeitt hevur verið í nøk-
ur ár við at seta i stand hús-
ini í Beitinum í Miðvági,
sum Vága Dansifelag eigur.
Húsini
eru
barnaheim
Mikkjals á Ryggi.
Sunnudagin eru liðin 125
ár, síðan Mikkjal á Ryggi
varð borin í heim í Beitin-
um, fer Vága Dansifelag at
hava fyrsta tiltakið í Beitis-
húsinum.
Tiltakið verður eitt há-
tíðarhald við verkum hjá
Mikkjali á Ryggi. Byrjað
verður í Miðvágs Kirkju
sunnudagin 17. oktober
klokkan 16.00 seinnapart-
in, og hildið verður fram í
Beitishúsunum, tá kirkju-
ligi parturin av skránni er
liðugur.
Vága Dansifelag hevur
eina serstaka Beitisnevnd,
sum hevur til uppgávu at
standa fyri tí arbeiði, sum
gjørt verður við húsini.
Tíggju ár eru síðan, Dansi-
felagið fekk húsini, og ar-
beitt hevur verið í smáum. Í
ár hevur meira ferð verið á
arbeiðinum, og felagið hev-
ur fingið so mikið góðan
stuðul til arbeiðið, at fyrsta
tiltakið nú kann haldast í
húsinum, hóast tey ikki eru
liðug.
ej
Fløvandi gáva til Beitishúsini
Gullbrúdleyp
Leygardagin 16. oktober hava hjúnini Arnljót og
Leif Pedersen í Syðrugøtu verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin á Muntra í Fuglafirði fyri innboðin.
Silvurbrúdleyp
17. oktober kunnu hjúnini Lina Frawley av Reyni
og Jens av Reyni Tórshavn halda silvurbrúdleyp.
Tey eru burturstødd.
Brúdleyp
Í dag, 16. oktober, kl. 16.00 giftast í Fríðrikskirkjuni
Randi Gleðisheygg, Nes, og Fabian Franco,
Gibraltar. Brúdleypsadr.: Svangaskarð.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á
ymiskan hátt gjørdu jarnbrúdleypsdag
okkara 7.10. sera hugnaligan.
Ein serstøk tøkk til leiðaran og
starvsfólkið á Røktar- og ellisheiminum í
Runavík fyri tað stóra arbeiði, tit gjørdu
fyri at heiðra okkum henda dag.
Alfrida og Andreas Hammer
Runavík
Tøkk
Hjartans tøkk til øll sum mintust meg á
áttatiára degnum við gávum, blómum,
fjarritum og telefonuppringingum og
tykkum sum komu inn á gólvið.
Blíðar heilsanir
Bjarni Dal-Christiansen
Arnjohn Hvítklett, forseti i Lions Club Vágar, handar Hervør Jørgensen, umboðandi
Beitisnevndina hjá Vága Dansifelg, kekkin, sum fíggjar hitaverkið í felagshúsinum hjá
Dansifelagnum
Minningarorð um
Gunleyg Joensen
úr Nólsoy
deyð 16. januar 2004
C
M
Y
K
18