Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 198 - 16. oktober 2004 The Loft í Eclipse Í kvøld fer The Loft á pall í Eclipse. Hetta er eitt hitt heitasta navnið í Danmark í løtuni, har teirra útgáva av Midt om Natten hjá Kim Larsen hevur verið at hoyra í hvørjum horni seinnu tíðina TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Klassikarin Midt om Natten hjá Kim Larsen fekk nýtt lív, tá The Loft inn- spældu hann og góvu hon- um nýtt snið. Ùtgávan hev- ur ljóðað í Danmark sein- astu 4 mánaðirnar og er The Loft millum heitastu nøvn- ini í Danmark í løtuni. Í kvøld, leygarkvøld, fara teir á pallin í Eclipse í Havn. The Loft er 5 ára gamal bólkur. Hóast ungir, eru teir báðir Martin og Jakob royndir innan tón- leikin. Teir vóru í New York í 2003 í kenda upptøku- hølinum The Hit factory. Teir upplivdu stóru myrka- leggingina av býnum, har ongin visti, um talan kanska var um yvirgang. Gamla hugsan teirra at sampla temaið hjá Kim Larsen til Midt om natten kom aftur. Sera stoltir eru teir av at vera teir fyrstu og einastu, ið hava fingið loyvi til at sampla frá Larsen. Og so er Midt om Natten eisini mest selda útgáva í Dan- mark. Tey, ið vilja uppliva The Loft live, kunnu leita sær í Eclipse í kvøld. Tað er eyðsýnt, at tað ger ongan mun á fíggjarlógini, men nívandi mun hjá feløgunum sigur Javni í skrivi til politikararnar FRÁ JAVNA Javni heuvr sent soljóðandi skriv til fíggjarnevndina og allar løgtingslimirnar: Í uppskoti til fíggjar- løgtingslóg fyri 2005, sum nú er til viðgerar, er lagt upp til, at eitt hall verður á fíggjarlógini komandi ár. Sagt hevur verið, at tað er ikki ráðiligt at skerja ov harðliga, hóast stígur er í búskapinum í ár, og samfel- agið tolir at hava eitt ávíst undirskot eitt ár ella bæði tvey. Kortini er talan um spar- ingar á flestu økjum. M.a. sæst í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg, at fel- øgini, ið umboða fólk við breki, eitt nú MBF, Javni og Sinnisbati, verða skerd 10%. Tað kann kanska í fyrstu atløgu tykast rímiligt, at eisini hesi feløg merkja sparingina. Vit í Javna hava hoyrt fyrr, at vit mugu vísa samhuga, tá sparast skal, og at vit skulu fáa peningin aftur, tá tíðirnar batna. Men at vinna nakað av tí mista inn aftur, tykist ofta tyngri. Royndirnar fáa okkum tí at spyrja: er tað rímiligt at spara á hesum øki? Hvar man tað muna? Samlaða játtanin til økið, ið eitur Stuðul til feløg hjá brekaðum (8.21.5.01) er skerd úr 7.550.000 kr. niður í 7.070.000 kr., ella í alt ein skerjing við 480 túsund krónum. Av hesi játtan fær ALV størra helmingin og feløgini restina. Hetta er sjálvsagt ikki stór upphædd í mun til samlaðu fíggjar- ætlanina, sum javnvigar við umleið trimum og eini hálvari miljard. Men fyri hesi feløg, sum í stóran mun dúva uppá sjálvboðið arbeiði, merkist slík afturgongd væl. Upp- gávurnar eru jú stórar, og tørvurin er framhaldandi stórur, tí langt er enn á mál, til fólk við menningartarni ella øðrum breki hava fing- ið sømilig kor. Sparingar- nar á kvøldskúlaøkinum, har serliga tey menningar- tarnaðu verða rakt av spari- knívinum, eru bara eitt dømi um, hvørjar trupul- leikar eitt nú Javni hevur at stríðast við. Havast skal í huga, at peningur til sjálvboðið arbeiði røkkur langt, tí hvør króna setur fleiri fólk í gongd, enn tá talan er um annað lønt arbeiði. Og tá havt verður í huga, at hesar 480 túsund krónurnar, fel- øgini fyri brekað sambært uppskotinum skulu skerj- ast, eru minni enn 0,14 pro- millu av samlaðu útreiðsl- unum á fíggjarlógini, er tað, at spurningurin um hetta er rímiligt, fær nýggj perspektiv. Tað er eyðsýnt, at tað ger ongan mun á fíggjarlógini, men nívandi mun hjá feløgunum. Samfelagsins samvitska Vit í Javna meta, at tað er sera óheppið og darvandi fyri arbeiðið at stimbra og stuðla fólki við menningar- tarni, at játtanin til felags- arbeiðið verður skerd. Tað er jú ongin loyna, at upp- lýsing kostar, hóast ein stórur partur av arbeiðinum verður gjørt ókeypis. Politikarar hava mangan sagt, at feløg sum Javni eru samvitskan hjá samfelagn- um - og politikarum. Tað er rætt, og tað ynskja vit í Javna at vera. Vónandi er henda sparingin ikki ein roynd at fáa samvitskuna at tagna. Vit í Javna heita tí staði- liga á fíggjarnevndina og allar løgtingslimir, um at veita Javna og feløgum teirra brekaðu minst somu upphædd sum í verandi ári. Vit halda, at tað er hvørki rímiligt ella ráðiligt at doyva samvitskuna fyri 0,14 promillu av fíggjar- løgtingslógini. Við vón um vælvild. Feløgini fyri brekað skerd á fíggjarlógini Týr trívist á toppinum í Finnlandi Sjónbandalagið Reg- in Smiður hjá før- oyska rockbólkinum Týr er aðru vikuna á rað ovast á finskum hitlista TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Týr er ikki til at taka á finska hitlistanum Nord- iska Videolistan. Hóast kappingin er hørð frá fleiri kendum norðurlendskum bólkum, so er ein sangur hjá Týr best umtóktur. Tá ið Týr herfyri var í Finnlandi og spældi á tveimum konsertum, kom bólkurin í prát við eitt um- boð fyri Nordiska Video- listan. Hann vildi fegin hava sjónbandalagið Reg- in Smið, og tað fekk hann. Fyri tveimum vikum síðani var Regin Smiður millum eykaløgini á list- anum og streyk beinleiðis inn sum nummar 1. Hósdagin var listin dag- førdur, og Týr er aftur hesaferð ovast. Javni vil hava minst somu játtan Felagið Javni heitir nú á allar løgtingslimir um at veita felagnum og øðrum feløgum, sum arbeiða fyri korunum hjá teimum brekaðu, minst somu játtan, sum feløgini fingu í fjør STUÐUL Eyðun Klakstein Samlaða játtanin til økið, ið eitur Stuðul til feløg hjá brekaðum er skerd úr 7.550.000 kr. niður í 7.070.000 kr., ella í alt ein skerjing við 480 túsund krónum. – Hetta er sjálvsagt ikki stór upphædd í mun til samlaðu fíggjarætlanina, sum javnvigar við umleið trimum og eini hálvari miljard. Tað er eyðsýnt, at tað ger ongan mun á fíggjarlógini, men nívandi mun hjá feløgunum, sigur Javni í skrivinum til løg- tingslimirnar. Tí heitir Javni staðiliga á fíggjarnevndina og allar løgtingslimir, um at veita Javna og feløgum teirra brekaðu minst somu upp- hædd sum í verandi ári. Fólkatings- limir spyrja ov nógv Fólkatingslimir brúka Fólkatingið til at markera seg lokalpol- itiskt,og tað skaðar tað meira prinsipiella kjakið,heldur um- hvørvismálaráðharrin Connie Hedegaard POLITIKKUR Eyðun Klakstein Connie Hedegaard stúrir fyri gongdini í teimum so- nevndu paragraf-20 spurn- ingunum, har fólkatings- limir spyrja ráðharrar um eitthvørt. – Ofta eru hesir spurn- ingar so einfaldir, at tað ber til at finna svarið við at ringja til onkran, og mín meting er, at fólkatings- limirnir spyrja fyri at markera seg lokalpolitiskt, sigur Connie Hedegaard við Kristeligt Dagblad. Í farnu tingsetu skuldu ráðharrar millum annað svara spurningum um súkkluparkering við Nørre Aaby tokstøðina, um afturlatingina av apotek- inum í Brønshøj og tok- tíðirnar í Vipperød. Í fólkatingsárinum 1952- 1953 vóru sett 50 paragraf- 20 spurningar til donsku ráðharrarnar, men í sein- asta fólkatingsárið var talið 5635 spurningar. Tað verð- ur mett, at tað kosert 3000 krónur í miðal at svara hvørjum spurningi. C M Y K 21 20