Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 198 - 16. oktober 2004 23 Dystir um vikuskiftið 1. deild kvinnur Dagf. Kl. Dystur Dómarapar 17.10 14.30 Neistin-Kyndil Kristian Joensen & Karstin Joensen 17.10 14.30 StÍF-Tjaldur Hannis Wardum & Uni Wardum 17.10 15.00 Søljan-VÍF Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen 17.10 15.00 VB-Stjørnan Kári Hansen & Dánjal Hansen 1. deild menn 17.10 16.00 Neistin-Kyndil Kristian Joensen & Karstin Joensen 17.10 16.00 KÍF-H71 Hartvig Joensen & Pole Hansen 17.10 16.00 StÍF-VÍF Hannis Wardum & Uni Wardum Írland er væl fyri Írski landsliðsvenjar- in var framúr væl nøgdur við sínar menn eftir dystin mikukvøldið VENJARIN Jákup Mørk Tað var ein fegin Brian Kerr, sum eftir landsdystin mikukvøldið kom á tíð- indafund. Við einum stór- um smíli, legði hann fyri við skemtisøgum av yms- um slag, og tað var ikki ein tann einasti spurningurin frá írsku blaðmonnunum, sum var av kritiska slagn- um. – Vit spældu dystin júst soleiðis, sum vit ætlaðu. Kanska kundi ferðin verið hægri í seinna hálvleiki, men vit skaptu framvegis hópin av møguleikum, og tað tænir føroyska málverj- anum til stórt rós, at sigurin hjá okkum ikki var størri, segði írski venjarin, sum skýrdi avrikið hjá Jákupi Mikkelsen fyri »brilliant«. Um føroyska spælið ann- ars helt venjarin, at tað var júst soleiðis, sum hann hevði roknað við. – Fyrra hálvleik gjørdu teir ikki stórvegis um seg, men eftir steðgin eiga teir rós, tí teir royndu alla tíðina at spæla upp á sín møgu- leika. Ikki minst við at royna at fáa bóltin aftur um bakkarnar hjá okkum, so- leiðis at innlegg ella deyð- bóltsstøður kundu spyrjast burturúr. Har vistu vit, at teir eru vandamiklir, men tíbetur fingu vit so ruddað bóltin burtur hvørja ferð, so talan ongan tíð gjørdist um nakran veruligan vanda, segði Kerr. Um møguleikarnar hjá Írlandi at koma víðari, helt venjarin, at teir síggja hampuliga góðir út, tó at tað enn eru nógvir dystir eftir at leika. – Men tað, sum eg havi sæð frá liðnum í seinastuni, boðar frá góðum. Sjálvur haldi eg, at vit hava spælt sera væl, og tá tosi eg ikki bara um ein ella tveir, men kanska um einar fimm til sjey landsdystir á rað. Tað haldi eg eisini, at fólkið svarar okkum aftur, tí í dag hava vit ein fullsettan leik- vøll sum bakgrund, og tað er væl tí, at tey vilja stuðla liðnum, segði venjarin, sum annars ikki helt, at tað átti at veri so trupult at fylt ein slíkan leikvøll í Írlandi. Men at fótbóltsfepurin av álvara er farin at gera um seg, er neyvan nakar ivi um. Móti Føroyum var sum sagt útselt, og eitt nú vóru omanfyri 30.000 írar á leikvøllinum, tá landið leikti útidyst móti Frak- landi leygardagin. So er spurningurin, hvussu nógv- ar teirra fara at koma til Føroya í komandi ári, men tað tykist í øllum førum, sum kunnu café-eigararar her á landi longu nú fara at fylla sær goymslurnar. Svøríki besta grannatjóðin Tað var nakað mis- javnt, hvussu tað gekst hjá granna- tjóðum okkara mikukvøldið HM-UNDAN- KAPPINGIN Jákup Mørk Tað mundi serliga vera í Danmark, at lagið var ringt eftir javnleikin móti Turkalandi. Danmark hevur avgjørt framvegis ein møguleika at spæla seg til endaspælið, men javnleikir á heimavølli móti tveimum av liðun- um, sum eisini vilja stríð- ast um oddasessin er ikki júst tað, sum vekjur størstu optimismuna. Svøríki hinvegin tykist vera væl fyri. Hesaferð leiktu teir grannauppgerð móti Íslandi, og serliga fyri steðgin var bara eitt lið á vøllinum. Ísland fekk pyntað um úrslitið eftir steðgin, men tá var ov seint til at skapa nakran spenning, og eftir tvær heilt góðar undankapping- ar tykist Ísland nú av álv- ara at vera í einum aldu- dali. Noreg vann á heima- vølli tryggan 3-0 sigur á Slovenia, og tó at Italia er stórfavorittur at vinna bólkin, so sær tað hampu- liga gott út hjá normonn- unum. Seinasta norðanlandi í dysti var Finnland, sum á útivølli tapti 3-1 fyri Hol- landi, men sum framvegis tykist hava møguleikan at spæla seg til sítt fyrsta endaspæl nakrantíð. Aðra staðni var tað merkisvert, at Portugal reistist eftir eyðmýking- ina leygardagin. 7-1 sig- urin á Russlandi gav í øllum greiðar ábendingar um, at javnleikurin móti Liktenstein var ein svips- ari av teimum heilt stóru. Og so er Liktenstein kanska ikki heilt so vána- ligt, sum tað ofta verður gjørt til. Í øllum førum imponeraðu teir við ein- um tryggum 4-0 sigri á Luksemburg, har Allan Simonsen framvegis hev- ur fyrsta stigið sum lands- liðsvenjari til góðar. Í okkara bólki fekk Cypros nett tað sama úr- slitið, sum vit gjørdu, tá Frakland vitjaði, og tykist okkara bólkur nú vera býttur soleiðis, at Írland, Frakland, Sveis og Ísrael fara at stríðast um fremstu sessirnar, meðan vit og Cypros skulu stríðast um at sleppa undan niðasta plássinum. Úrslitini mikukvøldið Andorra-Makedonia 1-0 (0-0) Kasahkstan-Albania 0-1 (0-0) Bulgaria-Malta 4-1 (1-1) Letland-Estland 2-2 (0-0) Armenia-Kekkia 0-3 (0-2) Ukraina-Georgia 2-0 (1-0) Aserbadjan-Ongland 0-1 (0-1) Noreg-Slovenia 3-0 (1-0) Danmark-Turkaland 1-1 (1-0) Luksemburg-Liktenstein 0-4 (0-2) Moldava-Skotland 1-1 (1-1) Serbia-Montenegro-San Marino 5-0 (2-0) Ísland-Svøríki 1-4 (0-4) Litava-Spania 0-0 Írland-Føroyar 2-0 (2-0) Holland-Finnland 3-1 (2-1) Cypros-Frakland 0-2 (0-1) Norðurírland-Eysturríki 3-3 (1-1) Italia-Hvítarussland 4-3 (2-0) Wales-Póland 2-3 (0-0) Portugal-Russland 7-1 (3-0) HM-undankappingin Støður Bólkur 1 Dystir v j t + mál - mál Stig Rumenia 4 3 0 1 9 4 9 Finnland 5 3 0 2 10 6 9 Holland 3 2 1 0 7 3 7 Kekkia 3 2 0 1 4 2 6 Makedonia 4 1 1 2 6 5 4 Andorra 3 1 0 2 2 8 3 Armenia 4 0 0 4 1 11 0 Bólkur 2 Ukraina 4 2 2 0 6 3 8 Turkaland 4 1 3 0 6 2 6 Albania 4 2 0 2 3 5 6 Danmark 3 1 2 0 4 2 5 Georgia 3 1 1 1 3 3 4 Grikkaland 3 0 2 1 2 3 2 Kasahkstan 3 0 0 3 1 7 0 Bólkur 3 Portugal 4 3 1 0 15 3 10 Slovakia 4 3 1 0 15 3 10 Etland 4 2 1 1 8 7 7 Russland 3 1 1 1 6 8 4 Letland 4 1 1 2 7 11 4 Liktenstein 4 1 1 2 7 11 4 Luksemburg 5 0 0 5 4 19 0 Bólkur 4 Írland 4 2 2 0 6 1 8 Frakland 4 2 2 0 4 0 8 Sveis 3 1 2 0 9 3 5 Ísrael 3 1 2 0 4 3 5 Cypros 4 0 1 3 3 9 1 Føroyar 4 0 1 3 2 12 1 Bólkur 5 Italia 4 3 0 1 7 5 9 Noreg 4 2 1 1 6 3 7 Slovenia 4 2 1 1 4 3 7 Hvítarussland 3 1 1 1 8 5 4 Skotland 3 0 2 1 1 2 2 Moldava 4 0 1 3 1 9 1 Bólkur 6 Ongland 4 3 1 0 7 3 10 Póland 4 3 0 1 10 5 9 Eysturríki 4 1 2 1 8 8 5 Norðurírland 4 0 3 1 5 8 3 Wales 4 0 2 2 5 8 2 Aserbadjan 4 0 2 2 1 4 2 Bólkur 7 Serbia Mont. 3 2 1 0 8 0 7 Litava 3 1 2 0 5 1 5 Spania 3 1 2 0 3 1 5 Bosnia-Hers. 2 0 2 0 1 1 2 Belgia 2 0 1 1 1 3 1 San Marino 3 0 0 3 0 12 0 Bólkur 8 Svøríki 4 3 0 1 14 2 9 Bulgaria 3 2 1 0 9 4 7 Kroatia 3 2 1 0 6 2 7 Ungarn 3 1 0 2 3 8 3 Ísland 4 0 1 3 4 10 1 Malta 3 0 1 2 1 11 1 Julian leik- bannaður Julian Johnsson var ein av trimum føroyskum leikarum, sum fekk gult kort í dystinum móti Írlandi. Gula kortið er tað næsta hjá Julian í hesi kappingini, og tí verður hann ikki millum leikararnar, tá næsti dysturin hjá Føroyum er á skránni. Hesin verður 4. juni á heimavølli ímóti Sveis. -jm 23 Nr. 198 • leygardagur • 16. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Brakið er í Vági Tað verður ivaleyst talan um styrkis- roynd, tá VB sunnu- dagin tekur ímóti Stjørnuni í bestu kvinnudeildini í hondbólti HONDBÓLTUR Jákup Mørk Júst hesi bæði liðini hava seinastu árini verið tey, sum hava vunnið gullmerkini, og tó at eisini VÍF hevur ligið væl framvið seinnu ár- ini, so tykjast tær ikki long- ur at hava somu styrki, sum eitt skifti gjørdi tær púrasta einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti. Seinasta vikuskifti hevði VB eina kanska bleyta byrjan, tá tær løgdu fyri við at vinda burtur úr Kyndli, sasmtundis sum Stjørnan vann stórsigur á VÍF. Tí er eitt sindur ilt at meta um, hvussu hesi bæði liðini eru fyri til kappingina, men á pappírinum er talan helst um sterkastu liðini hetta kappingarárið, og einki er at ivast í, at talan verður um eina mest sum fullsetta høll, sum fer at fylgja við, hvat tey skulu rokna av sínum liði í ár. Hvat er Søljan Hini bæði liðini, sum hava fult stigatal eftir fyrsta umfarið, eru Neistin og Søljan. Neistin skal eigur heivøll, tá grannauppgerð er á skránni, og einki er at ivast í, at tær bláu eru stór- favorittar til hendan dystin. Søljan skal á Giljanesi taka ímóti VÍF, og so fæst at vita, hvørt liðið nú er um at lyfta seg av botnstríðnum, sum tær annars hava verið fastur partur av seinnu ár- ini, ella um stórsigurin móti Tjaldri seinast bara var eitt upplop. Seinasti dysturin verður millum StÍF og Tjaldur. Grundað á úrslitini seinast, so er hetta helst ein dystur, sum StÍF ætlar sær at vinna, men Tjaldurs-kvinn- urnar hava áður sýnt, at tær altíð vilja stríðast fyri sak- ini, so nakran ókeypis sigur verður talan so neyvan um hjá StÍF. Grannauppgerðir verða í Havn og í Hoyvík um vikuskift- ið, og á Skála er ný- klassiska uppgerðin millum StÍF og VÍF á skránni HONDBÓLTUR Jákup Mørk Talan verður nakrar klass- iskar dystir, tá menninir fara undir næsta umfarið av hondbóltslandskappingini sunnudagin. Í Havn fara grannarnir báðir, Neistin og Kyndil at dystast. Í fjør var tað Kyndil, sum dróg longra stráðið, tá teir í næst-sein- asta umfarinum settu Neist- an til viks í FM-stríðnum, og einki er at ivast í, at hetta er nakað, sum teir bláu nú vilja broyta. Fyrsta umfarið av kappingini bar eisini tap við sær til báðar partar, og tí er einki at ivast í, at tvey stig eru nærum krav hjá báðum pørtunum hesaferð. Kollfirðingar gjørdu ein ordans vørr, tá teir løgdu fyri við at vinda burtur úr Kyndli, og tí seta teir helst eisini nøsina eftir trimum stigum, tá teir vitja H71. Hoyvíkingarnir vóru akkur- át ov stuttir seinasta viku- skifti, tá teir royndu seg móti VÍF, og so er spurn- ingurin, hvørt tað fer at skerast betri hesaferð, ella um teir enn einaferð mugu taka til takkar við tapi. Seinasti dysturin hjá monnunum verður á Skála, har nýklassikarin millum StÍF og VÍF verður á skránni. Meira enn nakað annað, so hava júst hesi lið myndað føroyska hond- bóltsoddin seinnu árini, og mest sum hvørja ferð hava dystirnir teirra millum verið spennandi fram til seinastu sekundini, og so er spurningurin, um tað sama eisini verður galdandi hesa- ferð. Í fjør vóru tað VB og Stjørnan, sum kappaðust um gullið, og tí er einki at ivast í, at spenningurin í Vági verður stórur sunnudagin, tá júst hesi liðini fara at takast Krút-dystir Dystirnir millum strandingar og vestmenningar plaga nærum altíð at vera borgan fyri góðum undirhaldi, har spenningurin verður varðveittur fram til seinasta bríksl C M Y K 22