Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 198 - 16. oktober 2004 Mong undrast á, at amerikanski búskap- urin hevur havt so lítið pláss í valstríð- num upp undir for- setavalið. Men tað er ikki so løgið, sigur tann kendi búskapar- professarin Joseph Stiglitz VALSTRÍÐ Átrni Joensen: fartekst@mail.dk – Var eg Goegre W. Bush, hevði eg heldur ikki tosað ov nógv um búskapin. Orðini eigur tann kendi búskaparprofessarin Joseph Stiglitz. Kortini eru tað mong, sum hyggjandi langtandi eftir amerikanska búskapinum. Hóast alt hev- ur vøksturin i amerikanska búskapinum verið 2,5 pro- sent um árið tey seinastu fýra árini. Tað er væl minni enn í Clinton-árunum, men kortini væl meiri enn í Evropa, her vøksturin hev- ur verið um eitt prosent ár- liga hesi árini. Men hagtølini fjala nakrar týdningarmiklar veruleikar, skrivar Joseph Stiglitz. Eitt amerikanskt meðalhúski hevur færri pengar um hendi nú enn fyri fýra árum síðani. Með- alinntøkan er minkað 1500 dollarar netto. Haraftur- ímóti eru útreiðslurnar í gerandisdegnum øktar nógv, og tí hava nógv húski ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Stutt sagt eru tað tey við teimum góðu inntøkunum, sum hava fingið ágóðan av vøkstrinum, sigur Stiglitz. Hesin bólkurin hevur havt tey bestu korini av øllum amerikanarum tey seinastu 30 árini, og tað var eisini hann, sum fekk mest burtur úr skattalættanum hjá Bush-stjórnini. Eitt nú hava 45 milliónir amerikanarar onga sjúkratrygging, og tað eru 5,2 milliónir fleiri enn fyri fýra árum síðani. Eitt húski, sum er so heppið at hava eina sjúkratrygging, noyðist at gjalda 7500 doll- arar um árið ella næstan tvær ferðir so nógv sum við árslok í 2000. Og so er hetta fyrstu ferð síðani í tríatiárunum, at USA hevur færri arbeiðspláss, tá eitt valskeið endar, enn tá tað byrjaði. Tey, sum styðja Bush, spyrja, um forsetin veruliga hevur skyldina av, at tað er vorðið so. Fór tað ikki at ganga niður á bakka, áðrenn Bush kom í Hvítu Húsini, spyrja tey. Svarið, sum tey fáa, er, at forsetin hevur skyldina. Allir forset- ar arva gongdina hjá und- anmanninum. Búskapurin var viknandi, tá Bush kom til valdið. Men tá Clintion fór frá, hevði USA ovur- stórt avlop á fíggjarlógini, heili tvey prosent av land- sins bruttutjóðarfram- leiðslu. Tað vóru nógvir pengar, sum kundu nýtast til at fíggja framburð, men Bush spilti alt burtur við at geva teimum ríku skatt- alætta, soleiðis at USA nú hevur so hall á fíggjarlóg- ini, at tað svarar til fimm prosent av bruttotjóðar- framleiðsluni, skrivar Jo- seph Stiglirtz. Hóast afturgongdina var vøkstur í framleiðsluni, og tí hevði tað borið til at tryggja amerikanarunum vøkstur í inntøkuni eins og í nítiárunum, um stjórnin hevði rikið tann rætta bú- skaparpolitikkin. Við tí rætta politikkinum hevði tað borið til at útvega fleiri arbeiðspláss. Hetta var ein avbjóðing, men Bush megnaði ikki avbjóðingina, tí hann valdi eina skeiva kós, skrivar búskaparpro- fessarin. Hann ásannar, at skatta- lættin gav búskapinum eitt skump uppeftir, mern hetta verður ikki varandi, heldur hann. Tvørturímóti høvdu tær røttu avgerðirnar givið uppaftur størri vøkstur, og tær høvdu heldur ikki kost- að so nógv. Málið hjá for- setanum var ikki at varð- veita tann sterka búskapin, heldur ein skattapolitikkur, sum lætti byrðuna hjá teim- um, sum best av øllum megnaðu at bera hana. Joseph Stiglitz skrivar, at tann miseydnaði politikk- urin hevur ikki einans kost- að amerikanska búskapin- um nógv, tí hann hevur eisini gjørt ta næstu tíðina trupla. Bush hevði lovað at skerja hallið á fíggjarlógini eina helvt og kanskt heilt burtur, men fíggjarnevndin hjá Kongressini hevur sagt, at tað fer ikki at lata seg gera fyribils, heldur ikki um allur útreiðsluvøkstur verður steðgaður og skatta- lættarnir settir til viks. Vøksturin í útreiðslunum og skattalættarnir kosta fleiri túsund milliardir doll- arar, perngar, sum heldur áttu at verðið settir í land- sins framtíð við betri sam- ferðslukervi, betri skúla- verki, betri heilsuverki og øktum íløgum innan tøkni, skrivar Joseph Stiglitz. Samstundis er skuldin hjá amerikonsku tjóðini vaksin nógv. Tað ovurstóra hallið á handilsjavnanum ger, at heimsins ríkasta land noyðist at læna tvær milli- ardir dollarar út øðrum londum um dagin. Tað virkar við til at halda doll- aravirðinum niðri og elvir til ótrygd aðrastaðni í heiminum. Amerikanarar kunnu hava eina vón um framtíð- ina, um Bush játtar síni mistøk og broytir sín poli- tikk. Men forsetin vil ikki átaka sær skyldina av gongdini í búskapinum, júst sum stjórn hansara sýtir fyri at átaka sær skyld- ina av tí, sum hendir í Irak. Í fjør átti hann at sæð, at skattalættarnir stimbraðu ikki búskapin so nógv, sum hann hevði lovað, men stjórnin sýtti fyri at leggja á annan bógv. Ístaðin fyri komu fleiri skattalættar aft- urat, og í seinastuni hevur forsetin lovað, at lættarnir verða verandi í gildi - eitt lyfti, sum hann ikki kann halda, skrivar Stiglitz. Fyri hálvum øðrum mán- að síðani skrivaðu Joseph Stiglitz og níggju aðrir, sum eins og hann hava fingið Nobelheiðursløn í búskapi, amerikanska fólk- inum eitt opið bræv. Har stóð millum annað: – Bush, forseti, og stjórn hansara eru farin undir ein ábyrgdarleysan politikk, sum hóttir búskaparligu megina hjá landi okkara nógv ár fram í tíðina. Mun- urin á búskaparpolitikkin- um hjá Bush og John Kerry er størri, enn vit hava sæð til nakað annað forsetaval. Bush heldur, at skattalætti til teir ríku amerikanararnar loysir næstan allar búskap- arligar trupulleikar. Hetta er bert eitt av mistøkunum hjá forsetanum, men hann vil ikki ásanna tað." UTTAN ÚR HEIMI Tí vil Bush ikki tosa um búskap Mynd: Reuters Nr. 198 • vikuskiftið 16.–17. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Síða 4 Klokkan verið í familjuni í 117 ár SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Eyðfinn og Sólvá Hansen búgva tveyeini í eini lítlari íbúð í einum hugnaligum grannlagi á Kráar- brekku í Klaksvík. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Eyðfinn og Sólvá búðu á Grønabóli í 25 ár. Grøna- bólur liggur nakað uttan fyri býin, og tískil hava tey ikki havt tað stóra grannalagið fyrr. Men har vóru tó eini grannahús nakað frá, og sambandið teirra millum hevur altíð verið gott, siga tey bæði. Tey siga eisini, at tey ongantíð hava hugsað um, at tey ikki hava havt eitt grannalag, tí tey kenna ikki til tað. Men nú tey eru flutt inn í býin at búgva, duga tey væl at síggja nógvar fyrimunir við tí. – Tó er tað ikki soleiðis, at vit angra, at vit búsettu okkum á Grønabóli. Vit síggja tað sum ein lidnan kapittul í okkara lívi, og nú eru vit júst byrjað upp á ein nýggjan, siga tey. Á Grønabóli høvdu tey eini hús uppá 210 fermetrar og eina trøð at passa. Eyðfinn hevði seyð til stuttleika, og honum dámdi altíð væl at passa seyðin og trøðna. Hann greiðir frá, at tá hann byrjaði ikki at orka tað sama meira, og dalaði hugurin eisini. – Mær dámdi hatta væl, tá eg var ungur, og tá hevði eg eisini kreftirnar til tað. Men tað er so broytt munandi í dag, sigur Eyðfinnur smílandi. Sólvá sigur, at tá man ikki maktar alt tað, sum er rundan um ein, so verður man stressaður. – Onki er so strævið, sum at gera meira enn ein orkar, heldur hon fyri. Rætta valið Eyðfinn sigur, at hóast tey bert hava búð í nýggju íbúðini í einar tríggjar mánaðir, so er hann ikki í iva um, at tey hava valt rætt. Sólvá heldur fram, at hetta var ein avgerð, sum tey tóku í felag, og bæði vóru heilt innstillað upp á hetta. – Tað ger, at ein slettis ikki gongur og hugsar um tað nú var tað rætta ella ikki í dag. Men eg skal viðganga, at tað vóru løtur, áðrenn vit fluttu, at eg hugsaði um tað, sigur hon. Hjúnini bæði avtalaðu eisini, at um ikki bæði tvey vóru full- komuliga avklárað við flytingina, so bleiv hon ikki veruleiki. Men tey viðgingu bæði tvey yvir fyri sær sjálvum, at stóru húsini á Grønabóli og trøðin vóru meira enn tey maktaðu, og tískil seldu tey og fluttu. – Tað er so ongin orsøk at bíða, til ein verður borin út. Tá er hetta so nógv betur. Og hetta er sjálvandi eisini fyri at spara okkum í gamalsaldrinum, sigur Eyðfinn. So hyggur hann uppá Sólvá, meðan hann spyr, um tey nú høvdu búð tíggju ár afturat á Grønabóli, um tey so nakrantíð høvdu flutt av sínum eintingum. Tað tykist sum tey ivast í tí sjálvi. – Nei, hetta vísti seg at vera tann rætta løtan at gera tað, og vit eru fegin um tað - enn, siga hjúnini bæði. Koyrdi framvið At flyta frá so stórum húsum í eina lítla íbúð krevur nakað, tá ein skal flyta. Tað máttu Eyðfinn og Sólvá ásanna. Nógv av tí, sum tey áttu í hinum húsinum, kundu tey ikki taka við. Har mátti sorterast frá og tað við lít. – Tað kann eg gott siga tær, at tað var ikki bara sum at siga tað. Heilt nógv fór burtur, men sumt góvu vit eisini til familju, greiðir Sólvá frá. Tað kennist heimligt hjá teimum í íbúðini, tí tað eru allir møblarnir, málningarnir og ann- að, sum var í hinum húsinum, sum tey hava tikið við sær. Eyðfinn sigur, at tá hann kemur heim úr arbeiði, tá kennir hann tað, sum hann er komin heim, og tískil ivast hann ikki í, at hann fer at trívast í nýggja heiminum. Flennandi greiðir Sólvá frá, at tað tók eitt sindur av tíð at venja seg við, at man varð fluttur. Og ein dagin, tá Eyðfinn koyrdi heim úr arbeiði, koyrdi hann ov langt. – Ja, eg koyrdi norður eftir við kós ímóti Grønabóli. Tá eg var komin nakað eftir Stangaveg- num, tá kom eg í tankar um, at eg skuldi havt vent niðan gjøg- num eina brekku, sigur hann og ristir við høvdinum. Tað tók teimum annars eitt sindur av tíð, áðrenn tey megn- aðu at koyra fram við húsunum á Grønabóli aftur. – Sjálvandi var tað við sorg- blídni, at vit seldu. 25 ár hava vit lagt í húsini, og tað er ikki bara sum at siga tað. Men báðar døtrarnar eru vaksnar nú, vit eru við at gerast gomul, so hvat skulu vit brúka eini so stór hús til, siga Sólvá og Eyðfinn Hansen, sum lata væl at nýggja bústaðnum og teirra fyrsta grannalagi í 25 ár. Vit eru ikki stressað nú Fyri trimum mánaðum síðani gjørdu Sólvá og Eyðfinn Hansen í Klaksvík av at selja teirra 210 fermetra hús og flyta inn í eina eldraíbúð upp á 70 fermetrar. Ein stór avgerð við stórari broyting, men Eyðfinn er sannførdur um, at tey valdu tað rætta Sólvá og Eyðfinn Hansen í Klaksvík fluttu úr 210 fermetrum í eina íbúð upp á 70. Tey strála í teirra nýggja heimi og siga, at hetta var tað rætta fyri tey C M Y K 25 24