týsdagur 18. juli 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TAKS SEND
SKATTAMÁ
TIL FÚTAN
Nú skal fútin kanna umstrídda skattamálið hjá
Eik, og umsitingin hjá TAKS skal styrkjast
Landsstýriskvinnan í fíggjarmál
um setti 6. mars 2017 Bárð Larsen,
adjunkt í løgfrøði, at kanna máls
gongdina á TAKS í sambandi við
sonevnda skattamálið hjá EIK.
Arbeiðssetningurin hjá Bárði
Larsen var: “At kanna, hvørt máls
gongdin í málinum var í samsvari
við galdandi fyrisitingarreglur,
herundir um tað var rætt av TAKS
ikki at senda fútanum málið til
revsirættarliga støðutakan.”
Endamálið
við
kanningini
var at kanna, um TAKS viðgjørdi
skattamálið hjá EIK á fullgóðan
hátt. Hetta varð gjørt til tess at
tryggja, at møgulig lýti í fyrisit
ingini komu í ljósmála, at geva
møguleika fyri at rætta møguligar
feilir, og at stig kundu takast til at
styrkja og betra skattafyrisiting
ina framyvir.
30. juni 2017 lat Bárður Larsen
Fíggjarmálaráðnum sína frágreið
ing. Eftir at frágreiðingin er latin
Fíggjarmálaráðnum hevur málið
verið til viðmerkingar hjá TAKS og
Betri banka. Frágreiðingin kundi
verið
almannakunngjørd,
um
Betri banki tók undir við hesum.
Men Betri banki hevur ynskt,
vísandi til §151 í Skattalógini
um tagnarskyldu, at hvørki frá
greiðing ella niðurstøður verða
almannakunngjørdar.
Fíggjar
málaráðið er ikki samt í hesum
og metir, at meginparturin av
høvuðsniðurstøðunum
kunnu
almannakunngerast. Hesar eru
viðlagdar hesum skrivi saman við
viðmerkingum frá TAKS til frá
greiðingina hjá Bárði Larsen.
Høvuðsniðurstøðurnar hjá Bárði
Larsen eru:
•
at talan var um fyrsta og
einasta skattamál av sín
um slagi í Føroyum,
•
at TAKS ikki hevur tikið
avgerðina í juni 2015 í so
nevnda
skattamálinum
hjá EIK á einum nøktandi
grundarlagi, men at máls
viðgerðin í seinna parti
av málinum hevur verið
nøktandi,
•
at TAKS ikki hevur havt
greiðar
mannagongdir
fyri, hvussu stór og trupul
mál skulu viðgerast, her
undir nær uttanhýsis ráð
geving verður fingin til
høldar,
•
at endaliga niðurstøðan
hjá TAKS um, at virðið
av good-will á 0 kr. var
ein niðurstøða, ið rættaði
fyrru avgerðina, uttan at
gera tað neyðugt at aftur
kalla ella ógilda fyrru av
gerðina,
•
at TAKS átti at hava sent
fútanum málið til støðu
takan.
Fíggjarmálaráðið staðfestir, at:
•
TAKS nú hevur avgjørt at
senda málið til fútan til
støðutakan og sostatt hev
ur rættað fyrru avgerðina.
•
TAKS tók ávís stig til
at betra fyrisitingina í
seinnu helvt av viðgerðini
av skattamálinum hjá EIK.
•
TAKS ikki hevur nøktandi
mannagongdir á ávísum
økjum. Til tess at styrkja
skattafyrisitingina hevur
TAKS,
frá
landsstýris
kvinnuni í fíggjarmálum,
fingið skrivlig boð um at
fáa fylgjandi viðurskifti í
rættlag í seinasta lagi hálv
an september:
Greiðar, skrivligar mannagongdir
fyri:
1.
hvørjir málsviðgerar við
gera stór og/ella trupul
mál, og nær heitt verður á
uttanhýsis serkunnleika,
2.
í hvønn mun leiðsla og
stjórn skulu luttaka í
málum og møguliga taka
prinsipiellar avgerðir,
3.
hvørjar upplýsingar skatt
gjaldarar skulu lata fyri at
geva TAKS eina nøktandi
mynd av málinum,
4.
nær TAKS sendir fútanum
mál til støðutakan, og
5.
onnur viðkomandi viður
skifti, ið kunnu styrkja
fyrisitingina hjá TAKS.
Fíggjarmálaráðið staðfestir somu
leiðis, at viðgerðin hevur sett
spurnartekin við, um tíðin ikki
er farin frá herdu tagnarskylduni
í § 151 í Skattalógini, ið varð
ásett, langt áðrenn vit fingu
vanligar innlitsreglur og fyrisit
ingarlóg. Eisini er møguligt, at
neyðugt verður at herða og ná
greina upplýsingarskylduna hjá
vinnurekandi feløgum. Lands
stýriskvinnan
í
fíggjarmálum
hevur tí sett í gongd arbeiði at
gera lógarbroytingar hesum við
víkjandi.
Samanumtikið verða ítøkilig
stig nú tikin fyri at fyribyrgja, at
søgan endurtekur seg. TAKS fer
undir at styrkja fyrisitingina, eitt
nú við greiðari mannagongdum í
mun til stórmál framyvir, skatta
lóggávan verður endurskoðað, og
fútin fær hartil møguleika at taka
støðu til málið.