týsdagur 18. juli 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83
DIR
ÁLIÐ
Fútin má meta um svik er framt
Nú er Betri Banki meldaður til løg
regluna av Taks, og orsøkin er, at
Bárður Larsen, bráðfeingisstjóri í
Taks, mælir til hetta í rapport síni
um skattamálið hjá bankanum.
Annar høvuðspartur av arbeiðs
setninginum var at meta um, hvørt
TAKS átti at sent fútanum málið til
tess at meta um, hvørt grundarlag
er fyri at reisa ákæru móti Eik um
skattasvik eftir § 139 í skattalógini.
- Eftir § 139, stk.1, í skattalógini
kann persónur (eisini løgfrøðiligur
persónur), sum við tí í hyggju at
sleppa undan at gjalda skatt til
tað almenna á annan hátt enn at
greiða rangt frá gevur villeiðandi
upplýsingar verða revsaður fyri
skattasvik við sekt, varðhaldi ella
fongsli upp í 2 ár. Tað er kortini
greitt,
at
løgfrøðiligir
persónar
kunnu ikki setast í varðhald ella
fongsul, og tískil er einans bót/sekt
viðkomandi í hesum máli, skrivar
Bárður Larsen í frágreiðingini.
- Eftir rundskrivi nr. 7 frá 10.
november 1998 um fyrisitingarligar
sektarásetanir fyri brot á § 139 í
skattalógini kann TAKS ikki fyri
sitingarliga avgreiða mál grundað
á grovt ósketni , um tann lands
skattur,
sum
skattgjaldarin
er
sloppin sær undan, er meira enn
500.000 krónur, meðan upphæddin
kann ikki vera hægri enn 100.000
kr, um ábyrgdargrundarlagið er vilji
(tilætlan). Skal sekt sostatt yvir
høvur koma uppá tal í máli sum hes
um, so má málið leggjast fyri fútan
at taka støðu til, um ákæra skal reis
ast, skrivar bráðfeingisstjórin.
- Parturin um villeiðandi upplýs
ingar í § 139 í skattalógini er kortini
ein opin orðing – serfrøðingurin í
skattarevsirætti Jan Pedersen kallar
hana ein rættsligan standard – sum
ikki í sær sjálvum kommunikerar
nógv um rættarstøðuna. Tá áset
ingin er veik ella opin, og tá fordømi
ikki eru uppá svikmál, sum lætt
kunnu samanberast við hetta, so
vil niðurstøðan vera nógv tengd at
eini meting av ítøkiliga málinum. Tí
er ikki lætt at siga, um atburðurin
liggur innanfyri ella uttanfyri §
139. Tískil er málið eisini prinsipielt
á tann hátt, at støða má takast til,
hvør praksis skal leggjast í málum
sum hesum. Undirritaði metir ikki,
at prinsipiella støðutakanin til, hvør
praksis skal leggjast, kann takast av
øðrum enn ákæruvaldinum og dóm
stólunum.
- Á tí grundarlagi er mítt tilmæli,
at málið verður latið fútanum til
nærri støðutakan. Hervið verður
sagt, at málið liggur nær við eina
støðu eftir § 139 um villleiðing, men
onki er sagt um, hvørt undirritaði
metir, um málið eigur at føra til, at
ákæra verður reist, ella at málið
seinni vil føra til dóms, einans at
fútin má gera metingina, um svik
er framt, og hvørt møguligar aðrar
fortreytir fyri at reisa ákæru eru
loknar, sigur Bárður Larsen, bráð
feingisstjóri á Taks.
Tað merkir, at í dag hevur Taks
meldað Betri Banka til politiið.
Bárður Larsen:
Tekur undir við at fútin
kannar skattamálið
Nevndin í Betri
Banka vil hava, at
skattamálið verður
latið fútanum til
nærri støðutakan
Í fyrisitingarligu kanningini av
skattamálinum sáar Bárður Larsen,
kanningarstjóri, iva um leiklutin hjá
Betri Banka í hesum máli. Bankin
kann ikki hava hendan ivan sitandi
á sær. Tí ynskir nevndin, at málið
verður latið fútanum, soleiðis at ein
óheft rættarlig meting kann verða
framd.
Betri sigur, at skattamálið er ein
faklig ósemja, sum hevur strekt seg
yvir fleiri ár, og skattamyndugleikin
hevur ongantíð lagt bankan undir
at villleiða. Bankin hevur latið sjálv
uppgávu og annað tilfar inn sam
svarandi vanligum mannagongdum
og samsvarandi tí samskifti, sum
bankin hevði við TAKS, meðan málið
framvegis var í viðgerð.
Tá
kanningarstjórin
í
síni
niðurstøðu í fyrisitingarligu kann
ingini av TAKS nú sáar iva um
atburðin hjá Betri Banka í skatta
málinum, eftir at málið er avgreitt
millum TAKS og bankan, so er nevnd
bankans greitt av teirri fatan, at
skattamálið skjótast gjørligt eigur at
latast fútanum til rættarliga meting,
so ein endi fæst á hesum ivamáli.
- Alt virksemi bankans heldur
fram sum áður og kundaviðurskifti
verða á ongan hátt ávirkað. At málið
verður latið fútanum ljóðar álvars
ligt og skal eisini takast í álvara, men
tað er umráðandi at minnast til, at
kanningin snýr seg um eina einstaka
sak, og ikki um virksemi bankans
annars, sigur Bjørn Mortensen, for
stjóri í Betri Banka.
- Fyri kundar bankans hevur
hetta ongan praktiskan týdning. Tá
endaliga rættarliga metingin fyri
liggur, tekur nevndin aftur støðu til
málið, sigur Torben Nielsen, nevnd
arformaður í Betri Banka.
Betri: