Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKIPANARÁBYRGDARI GRUNDARDÁTUR Førleikar og útbúgving o Týdningarmikið er, at tú kennir til rakstur, menning og trygd av KT-skipanum og til sáttmálar og avtalur sum fylgja við hesum. o Tú skalt duga væl at samskifta og samstarva í einum umhvørvi við følbroyttum og siðbundnum fak-umhvørvum. o Tú skalt vera opin, lurta og samstundis hava greiðu stevnumiðini fyri tær. Samskipan, organisatión og kunning eru lyklaorð. o Tú skalt hava kunnleika um og helst royndir í at brúka amboð og háttaløg í verkætlanarleiðslu. o Tú skalt hava viðkomandi útbúgving á í minsta lagi bachelor-stigi í t.d. kunningartøkni, samskifti, organisatión e.l. Setanar- og lønarviðurskifti Starvið er tíðaravmarkað fulltíðarstarv til 31.12.2020, og kann verða longt. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag og verður lønt eftir teimum royndum og teirri útbúgving, umsøkjarin hevur. Starvssetanin og arbeiðsstaðið verður á Umhvørvisstovuni, og tú vísir formliga til stjóran. Í sambandi við tær uppgávur, tú hevur í grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum, vísir tú tó til verkætlanarleiðaran fyri grundardátur. Umsókn Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv, viðmælum o.ø. skal verða send Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, Boks 2048, 165 Argir ella við teldubrævi til us@us.fo. Umsóknin skal hava frámerkið “Skipanarábyrgdari”. Umsóknarfreistin er 15.08.2017. Meiri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna, Petur Nielsen, stjóra, á peturn@us.fo/tlf. 234310 ella Jóanis Erik Køtlum, verkætlanaleiðara fyri grundardátur, á joanis@talgildu.fo/tlf. 251350. Umhvørvisstovan er stovnur undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvis- vernd, umhvørvisgransking, orkumál og el-veitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, adressur, kort og geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan varðar av korttænastuni kortal.fo. Umhvørvisstovan er grundardátustovnurin í verkætlanini Talgildu Føroyar Les um Talgildu Føroyar á www.talgildu.fo Umhvørvisstovan søkir eftir skipanarábyrgdara til grundardátuøkið. Grundardátur er ein av fýra høvuðstáttum í verkætlanini Talgildu Føroyar, og Umhvørvisstovan hevur fakligu og rakstrarligu ábyrgdina av hesum parti av verkætlanini. Skipanarábyrgdarin skal í tøttum samstarvi við Talgildu Føroyar samskipa arbeiðið at menna og reka grundardátuskráirnar á Umhvørvisstovuni. Talan er um nýtt starv, og tann, ið settur verður fær møguleika at mynda starvið. Starvið Grundardátuøkið fevnir um landsfólkayvirlit, eina komandi virkisskrá, ognarskráirnar - tinglýsing og matrikul - , adressur, kort og aðrar staðsettar dátur. Hesi myndugleikaøki skulu mennast, so dáturnar beinanvegin vera tøkar hjá øllum samfelagnum at gagnnýta. Eisini skal samskiftið við borgarar, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og vinnulív verða talgilt og sum mest sjálvvirkið. Ábyrgdarøki og høvuðsuppgávur o Í samstarvi við leiðslu og starvsfólk á einstøku fakøkjunum at samskipa menningar- og rakstrarátøk. o Vera samskiftislið við verkætlanarleiðaran fyri grundardátuverkætlanini í Talgildu Føroyum. o Skipa og menna tøkniliga rakstrarumhvørvið. o Samskifta við veitarar og m.a. gera og røkja rakstraravtalur og SLA. o Verkætlanarleiðsla. o Eggja almennum stovnum og privatum virkjum at gagnnýta grundardátur. av arbeiðinum at skifta flísar o.a. uttan um tinghúsini Løgtingshúsini skulu hava nýtt tún í heyst, og í hesum sambandi verður arbeiðið boðið út alment. Arbeiðið fevnir um at taka verandi flísar burtur, og at gera túnið av nýggjum við flísum úr føroyskum gróti. Øll, sum hava áhuga í at bjóða upp á hetta arbeiðið, kunnu venda sær til Løgtingið, Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294, ella Dánial Tauser, húsavørð, á tlf. 282450, fyri at fáa neyvari upplýsingar og fyri at fáa útbjóðingartilfar útflýggjað. Møgulig tilboð upp á arbeiðið skulu vera Løgtinginum, Tinghúsvegur 1-3, Postrúm 208, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. august 2017. ÚTBJÓÐING Hjartaliga takka vit øllum sum syndu samkenslu og hjálptu til jarðaferina tá kæra mamma vermamma omma og langomma okkara. Ida Hansen ( Ida á Deild ) Fødd 8-11 1921- Deyð 30-3 2017 andaist og var jarða. Ein serlig tøkk til heimi á grønanesi. Familjuna vegna Jógvan, Mariann,Herbjørg og Hanna TØKK DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á