Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 Hjartaliga takk til øllum, sum á ymiskan hátt sýndu kamsenslu og hjálpsemi tá Astrid Sonja Bertholdsen f 18-07-1924 d 18-03-2017 andaðist og varð jarða. Tøkk til starvstfólki á Suðuoyar Ellis og Røktarheimi fyri góða umsorgan og røkt. Takk til prest og øll tey, sum fylgdu Astrid til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna avvarandi Anna K Joensen TØKK Leo Joensen 17. juli 1935 – 22. desembur 2016 Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, troyst, stuðul og nærveru tá vit so brádliga mistu okkara kæra mann, pápa, verfaðir, abba og langabba. Takk til familju, vinir og kenningar, nær og fjar fyri heilsanir, uggan og troystarrík orð. Takk til tykkum, sum møttu í kapellinum og tykkum, stóru fjøld, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Somuleiðis takk til tykkum, ið veittu eina hjálpanda hond við tí praktiska í samband við jarðarferðina og ervið og takk fyri lán av bussum og ljóðannleggi. Takk fyri blómur og kransar og takk fyri stuðulin til missiónshúsið. Nú hamarsløg ei hoyrast meir, nú stiðin er tær varðin, har hamrar hvíla stillir fleir, nú smiðurin er farin. Nú Leo fór um evsta lið, har fedrar undan gingu, at leita upp hin halga frið, sum eftir lív teir fingu. - pmp (Norðlýsið 29/01-17) Familjunnar vegna Signy, Marner, Ingolf, Eyðbritt og Eirikkur. TØKK Talgildingin setir nýggj krøv til samskifti og arbeiðs- gongdir, at goyma dátur, skipa tær og finna tær skjótt aftur. Fyri at veita almennu stovnunum so munadyggar KT tænastur, sum til ber á hesum økinum, sóknast Gjaldstovan tí eftir fólki at røkja uppgávur í sam bandi við hesar skip an irnar: • SharePoint • Intranet • Journalskipan Felags fyri skipanirnar er, at tær eru kjarnin í virk semi num hjá stovnunum, tá ið hugsað verður um at hand fara dátur og samskifti, innanhýsis eins og við aðrar stovnar, fyritøkur og borgarar. Tað hev ur tí stóran týdning, at hesar skipanirnar virka væl og stuðla arbeiðsgongdunum á stovnunum. Uppgávan Tú skalt standa fyri skipanunum og hjálpa stovnunum at fáa bestu nyttu burtur úr teimum. Talan er um at staðfesta tørv, kravfesta, umsita brúkaraatgongdir, seta skipanirnar í verk, veita brúkara hjálp og tryggja, at skipanirnar fylgja ásettu trygd ar krøvunum. Partur av uppgávuni er eisini áhaldandi at menna skipanirnar, so at tær eisini nøkta tørvin í framtíðini. Førleikar Setanin er grundað á eina sameining av eginleikum, útbúgving og royndum. Ávís útbúgving er ikki kravd, men hóskandi útbúgving kann vera bachelor í KT ella samskifti ella teldu støð ing ur. Tú skalt hava góðar KT førleikar og hava royndir við at umsita SharePoint, sum minsta mark á úrvals - brúkarastigi. Tað er fyrimunur, hevur tú royndir við at umsita Wizdom og 360°. Starvið krevur nógv samskifti og samskipan við bæði stovnar og veitarar. Tí ímynda vit okkum, at tú mást duga at lurta og skilja tørvin hjá stovnunum, vera fyrikomandi, tolin, duga væl at samskifta í talu og skrift og eisini vera gott umboðsfólk fyri Gjaldstovuna. Tú skalt eisini duga at standa fyri smærri verk ætlan um. Tú skalt arbeiða skjótt, vera framfýsin, hava áræði og duga at seta út í kortið. Setanar- og lønarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sátt mála við viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður lønt eftir, hvørjar viðkomandi royndir og útbúgving, tú hevur. Starvið er skipað í deildini KT Landsins. Umsókn Umsókn við prógvum og møguligum tilmælum skal verða send Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Boks 2009, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til birgir@gjaldstovan.fo Umsóknarfreistin er hósdagin 17. august kl. 12.00. Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, sum er at hitta á tel. 792499. Ábyrgdarfólk til SharePoint, intranet og journalskipan GJALDSTOVAN I KVÍGGJARTÚN 1 I FO-160 ARGIR I FØROYAR TEL: +298 35 24 00 I FAX: +298 35 24 01 GJALDSTOVAN@GJALDSTOVAN.FO I WWW.GJALDSTOVAN.FO Gjaldstovan er skipað í trý høvuðsøki: Løn & Bókhald Landsins, KT Landsins og Talgildu Føroyar. Á Gjaldstovuni starvast 60 fólk, 13 teirra á KT Landsins. Uppgávan hjá KT Landsins er at veita almennum stovnum KT tænastur og samskipa KT á yvirskipaðum stigi, so tað almenna fær munadyggar KT loysnir. Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR