Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 16 Sosialurin Pætur Albinus Effodeildin er væl á veg at pettast í odda-, mið- og botn­ stríð, og tað er við at vera seinasta útkall hjá fleiri av liðunum, sum ynskja at klintra longri upp eftir stiga­ talvuni. Longu um viku­skift­ ið eru tað fleiri av­ger­andi dyst­ir, har lið ikki hava ráð til at tapa dystin. Nøkur lið hava havt longri summarsteðg enn onn­ur, og nøkur hava styrkt seg meira enn onnur. Tað er nú, at maskurnar fara at detta av, og at liðini skulu vísa sína veruliga styrki – vit fara at finna út av hvørji lið eru nóg stinn at vera við í oddastríðnum, og serliga hvørji lið ikki eru nóg stinn. Víkingur – ÍF - fríggjakvøldið í Sarpugerði Víkingur er einasta liðið, sum ikki hevur havt nakran summarsteðg. Tað hevur verið lønin ella revsingin fyri at liðið hevur staðið seg so­mikið væl í Champions League. Á tann hátt er Víkingur helst best samanspælda lið­ ið og liðið við best dystar­ venj­ing í løtuni, men tað kann eisini koppast hinegin og tulkast sum at troyttleiki møguliga fer at spæla inn. Venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, stúrir ikki beinleiðis fyri, at hansara menn verða ov troytt­ir til seinnu hálvu. - So leingi tað gongur væl, so er tað ikki nakar trupul­ leiki, men fer tað ikki at ganga væl, so kann tað blíva stræv­ið, sigur hann. Víkingur kann ikki klaga higartil. Teir eru verandi meistar­ar, eru oddalið í Effo­ deildini og hava stað­ið seg væl í evropeisku kapp­ingini. Fyrsti dystur teirra í seinnu hálvu verður ímóti grannunum úr ÍF, sum hava havt eina út av lagi vánaliga fyrru hálvu av Effodeildini. ÍF er greitt aftast og hevur einans skavað sær seks stig sam­an í fyrstu 14 dystunum. Fuglfirðingar hava tó brynjað seg til seinnu hálvu við at fáa nakrar nýggjar leikar­ar í hópin. Frederik Selch Poulsen er navnið á danska áleyparanum, sum skal vísa teimum vegin til mál­ið, og so er spanski Pedro Taran­con Anton fingin inn til verjupartin. Harumframt er vongleikarin Magnus Jarn­skor leigaður í Víkingi. Mál fær ÍF brúk fyri at skjóta, um teir skulu vinna seg fram á leið av aftasta plássi, har teir eru átta stig frá bjargingini. Teir hava skotið fægst mál í Effo­ deildini, nevniliga 11. Alt kann tó henda í hesum fyrsta dystinum eftir steðgin, nú ÍF er væl hvílt og nýsamansett, meðan Vík­ ingur hevur brúkt nógva orku. Tað er eisini vert at nevna, at seinast ÍF fekk stig, var ímóti júst Víkingi. Tað var tann 14. mei, tá ið tað í Fuglafirði endaði við 1-1-javn­leiki. 07 Vestur – NSÍ - í Sørvági leygardagin 07 Vestur varð undan hesum kappingarárinum spátt at vera eitt lið, sum kundi fara at arga favorittarnar. Eftir eina trilvandi byrjan kom 07 Vestur upp í snúningar og var ávegis at skava sær fitt av stigum saman, men ser­ liga mei-mánaður var teim­ um trupul, har tað bleiv til trý stórtap og einans eitt stig í fýra dystum. Ofta koppaði tað skeivan veg hjá vágamonnunum, og tap í tveimum teimum sein­astu dystunum undan summarsteðginum sendu teir á niðurflytingarpláss, nevniliga næstniðasta pláss í Effodeildini, haðani teir nú skulu arbeiða útfrá. Styrkur er fingin til vega í steðginum. Pål Fjelde er norskur verjuleikari, sum er uppvaksin í Viking Stavang­ er, men seinast hevur spælt við St. Mirren í Skottlandi, og so er eisini føroyingurin upp­vaksin í Danmark, tann risa stóri John Frederiksen, kom­in til. Hann hevur áður verið partur av føroysku U17- og U19-landsliðunum. Tað er ikki nøkur løtt byrj­ an upp á seinnu hálvu, sum 07 Vestur fær. Heima á spild­ ur­nýggja gras­líki­num í Sør­ vági fáa teir vitjan av NSÍ, sum hevur víst sera gott spæl í fyrru hálvu, men sum dragn­ aði eitt sind­ur í odda­stríðnum eftir eitt púra óvænt­að tap ímóti Skála í síðs­ta dysti­num undan steðgi­num. Tvær ferðir hava 07 Vest­ ur og NSÍ hitst í ár, og báðu ferð hevur NSÍ vunnið 4-0. Tann fyrri dysturin var í Sør­vági í steypakappingini, með­an hin var í Effodeildini og spældur í Runavík. Tað ger ikki útlitini betri hjá vágamonnum, at um­ráðandi leikarar sum Mart­in Tausen og Gunleif Magnusarson ikki eru tøkir til dystin, meðan NSÍ sær út til at hava alt fólkið tøkt. KÍ – TB/FCS/Royn - í Klaksvík sunnudagin Í Klaksvík hevur summar­ steðg­urin heldur ikki verið ser­liga langur. KÍ stóð seg væl í fyrra dystinum í Eu­ ropa League ímóti svenska AIK, men eftir 0-0 í Gunda­ dali bleiv tað til eina ord­ans fleingju í Stokkhólmi, har svensku heimamenninir vun­nu 5-0-stórsigur. Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, tosaði undan kapp­ingar­ári­num um, at allir spæl­arar hansara ikki skuldu toppa í senn, og at hann ætlaði sær at 'dosera' tað so­leiðis, at nakrir leikarar skuldu toppa seinni. Nú er møguleikin har. Argasti kappingarneytin í Víkingi hevur onga summar­ feriu havt, og møguliga kann KÍ gagnnýta hetta til at standa seg drúgvari í FM- stríð­num hesaferð. Tað hava tó verið rætti­ liga nógvir skaðar at drigist við í Klaksvík í summar­ steðginum. Jonas Flindt Ras­ mus­sen, Semir Hadzibulic, Atli Danielsen og Dion Splidt hava allir verið smá­ skadd­ir og einans verið við í avmarkaðan mun. Av teim­um er Atli Danielsen tann mest ivasami í hesum KÍ-hópi­num, sum annars er óbroytt­ur í mun til fyrru hálvu. Øðrvísi er tað við saman­ lagda liðnum í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, sum eftir eina dreymabyrjan upp á samanleggingina og kapp­ ingarárið er komið niður aftur á jørðina og er nummar fimm á stigatalvuni. Kom­ andi vikurnar verða ógvuliga avgerandi fyri um TB/FCS/ Royn skal klára at vera við í stríðnum um evropeiskt pláss, so hvør einasti dystur hevur ótrúliga nógv at siga fyri teir. Teir hava eisini styrkt seg. Heili fýra ungir leikarar eru komnir úr Danmark, har­ av tveir teirra hava verið í felag­num áður. Teir báðir eru Teitur Justinussen og Absalon Eliasen. Har­um­ framt er miðvallarin David Müller komin til eins og verjuleikarin Anton Holse, ið hevur fingið sín uppvøkstur í ungdómsdeildini hjá FCK. Tá ið KÍ og TB/FCS/Royn hittust í mei, gjørdist tað til ein tepran 2-1-sigur til KÍ. EB/Streymur – HB - í Streymnesi sunnudagin HB man hava tann hópin, ið er broyttur mest í mun til hvussu hann sá út við kapp­ ingarbyrjan. Hvørki Daniel 'Elly' Pedersen ella Mart­in Bergvold gjørdu tær stóru skreytirnar av sær, sum ein kundi vænta av slíkum stórum nøvnum og helst eisini sambært lønar­seðli­ num, og sum helst skilabest var fyri HB, so hevur felagið nú avskipað teir heimaftur til Danmarkar. Toppskjúttin, Aleksandar Stan­kov, heldur fram í felagnum restina av kapp­ ingar­árinum, og so er mál­ FÓTBÓLTUR Summarsteðgurin í føroyskum fótbólti er um at vera av, og nú fáa dystirnir alsamt størri týdning. Longu nú um vikuskiftið eru tað lið, ið ikki hava ráð at tapa Effodeildin: NÚ SKULU SEGLINI SETAST