Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 revurin Øssur Dalbúð eisini komin aftur til felagið. Tríggir teir seinastu dyst­ irnir hjá HB undan summar­ steðgi­num endaðu uttan sigur. Tveir javnleikir og eitt vón­brot av einum tapi ímóti Skála førdu við sær, at HB so hvørt sum summarferian nærkaðist fyribils spældi sær av við evropeiska plássið. Tað er serliga á útivølli, at tað hevur trilvað hjá høvuðs­staðarfelagnum. Bara einaferð í átta royndum hevur tað eydnast HB at vunn­ið á útivølli, og tey hag­ tølini fær HB fyri neyðini at broyta upp á, nú teir sunnu­ dagin fara á vitjan hjá EB/ Streymi. EB/Streymur hevur tikið seg fram sum árið líður, og trígg­ir av ársins fýra sigrum eru komnir innan seinastu sjey dystirnar. Teir hava tað tó trupult við at skjóta mál á heimavølli, har teir gamaní hava vunnið helvtina av teim­um fýra sigrunum higar­ til, men hinvegin einans hava skotið fýra mál á heimavølli í ár. HB hevur einans latið seks mál inn á útivølli í ár og somuleiðis skotið seks á úti­vølli, so tað eru avgjørt ikki nógv mál í luftini, tá ið EB/Streymur og HB bresta saman við Margáir sunnu­ dagin. B36 – Skála - í Gundadali sunnudagin Gundadalur plagar at vera ein háborg hjá B36, men so­ leiðis hevur ikki verið higar­ til í ár. Teir hava avgjørt verið til at tosa við í Gundadali, har teir einans hava vunnið tveir út av átta heimadystum. Ser­ liga eru tað javnleikirnir (3), ið eru ov nógvir í tali. B36 hevur sloppið sær av við skaðadarvaða Philip Lund, og í hansara stað er Mein­hard E. Olsen komin úr Vend­syssel FF. Eisini avbjóðarin í Gunda­ dali sunnudagin, Skála, hev­ ur ein nýggjan vong­leikara við á fyrsta sinni. Tað er Jann Martin Mortensen, sum er fing­in til vega av av­lops­ goymslu­ni hjá NSÍ. Skála hevur einaferð fyrr í ár argað B36, nevniliga tá ið Skála og B36 spældu 2-2-javnleik á Skála í mai. Fýra stig skilja B36 og Skála í løtuni, og skuldi Skála megn­að at fingið øll stigini, so eru teir einans eitt stig aftan­fyri B36 og so avgjørt við í prátinum um evropeiskt pláss. Tískil er hesin fyrsti dyst­urin eftir steðgin sera um­ráðandi fyri Skála, sum hev­ur alt at vinna, meðan trýst sanniliga eisini er á B36, sum nærum ikki hevur ráð at traðka við síðurnar av, skal tað eydnast teimum at fáa samband aftur við odda­liðini. FÓTBÓLTUR LIÐTÍÐINDI Víkingur Ivasamur: Gert Hansen (lærkrikin) KÍ Ikki við: Sørmundur Kalsø (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Dávid Langgaard (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Meinhardt Joensen (knæskaði, 8-10 vikur) Ivasamur: Atli Danielsen (lærkrikin) NSÍ Allir mans tøkir. B36 Allir mans tøkir. TB/FCS/Royn Ivasamir: Búi Egilsson (lærskaði) Rógvi Joensen (lærskaði) Poul Ingason (fipur) HB Allir mans tøkir. Skála Ikki við: André Olsen (burturstaddur) Ivasamir: Michal Przybylski (vøddaskaði) Edvin Jakobsen (vøddaskaði) EB/Streymur Ikki við: Árni G. Olsen (leikbann) 07 Vestur Ikki við: Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Martin Tausen (leikbann), Asbjørn Heðinsson (leikbann) Við aftur: Ivan Stojkovic (eftir fótskaða) ÍF Ikki við: Fritleif í Lambanum (leikbann) Ivasamur: Ari Ó. Ellingsgaard (liðband)