týsdagur 18. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rengerðarfólk
Søkt verður eftir 1 fólki at gera reint í
Tofta skúla at byrja 01.09.2017.
Vaskað verður teir dagar skúlagongd
er:
Skúlin 23 tímar um vikuna
Fimleikahøllin 6 dagtímar og 5
kvøldtímar 3. hvørja viku
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Arbeiðarafelag og FKA.
Skrivligar umsóknir verða at senda til
Nes kommunu, Toftavegur 3, 650 Toftir,
ella við telduposti nes@nes.fo í seinasta
lagi 11.08.2017.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær
til umsjónarmannin í Tofta skúla tlf.
565003.
Nes kommuna
N E S K O M M U N A
650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo
Tøkk
Vit takka øllum hjartaliga fyri sýnda
samkenslu, tá góði maður mín, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara
Pauli Vang, Tórshavn
f. 11. september 1933 d. 13. juni 2017
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólk á B6 á Landssjúkrahúsinum
fyri umsorgan hansara seinastu tíð.
Tøkk fyri øll tit, sum bakaðu og hjálptu til
í sambandi við jarðarferðina og ervíð.
Tøkk til prest fyri vakra talu, til Anniku fyri vakra
sangin í Kirkjugarðskapellinum og til sangarar.
Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk øll tit, sum
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Eileen, Schandorff, Gunnvá og Marianna
Hjartaliga takka vit øllum í sýndu samkenslu
tá okkara elskaði maður, pápi og verpápi
Absalon A. Jacobsen
vanliga nevndur Absalon hjá Doriusi
Vágur
f. 08.12.1926 og d. 09.05.2017
andaðist og varð jarðaður.
Ein hjartans tøkk til tykkum á Suðuroyar
sjúkrahúsi, sum vóru um hann ta tíð hann var
har.
Tøkk til prestarnar Ólavur Rasmussen og
Patrick C. de Neergaard, sangarnar, berarar,
degn, organist og klokkarin.
Tøkk til tykkum sum bakaðu og tykkum ið
hjálpti til við ervinum í Meinigheitshúsinum.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Takk til tykkum øll sum fylgdi honum til
hansara seinast hvíldarstað.
Familjurnar vegna
Sigrid, Jónfríð og Tummas.
TØKK
Nú er eitt ár gingið síðan vanlukkuna í
Gøtudali, har sonur og beiggi okkara
Chris Jacobsen
búsitandi í New Zealandi
føddur 9. juli 1985 doyði 16. juli 2016.
Ì hesum sambandið vilja vit, veita stóra tøkk
til tykkum, ið hjálptu undir bjargingini.
Somuleiðis takk fyri alla hjálp og umsorgan,
vit fingu í hesum døgum og aftaná.
Tað troystaði okkum øll, at so nógv komu við
til minningarløtuna í kapellinum.
Serliga takka vit komununum runt
Skálafjørðin fyri stórfingna stuðulin.
Hjartaliga takk fyri allar peningagávur til
avvarandi.
fyri øll avvarandi
Tróndur Jacobsen
TØKK
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum gyri sýnda samkenslu, tá
kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara.
Herluf J. E. Andreasen, Tórshavn
f. 17.06.30 - d. 21.03.2017
Andaðist og varð jarðaður
Tøkk til tykkum á Boðanesheiminum, sum
á ymiskan hátt hjálptu okkum síðstu tíðina.
Tøkk til prest fyri góð orð, til
kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Eisini takka vit tykkum, sum hjálptu, komu við
køkum, fyri blómur og kransar og øllum tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað her á fold.
Andreas, Sanna, Oddmar og Tórhalla v/familju
Hósdag 20. juli:
Stoktur medistari · Knettir · Nakkafilét
Fríggjadag 21. juli:
Rivjasteik · Pylsurættur v/eplamorli · Lasanja
Leygardag 22. juli:
FK búffur
Mánadag 24. juli:
Fiskafrikadellur · Hamburgarryggur
Týsdag 25. juli:
Kókað neytakjøt · Hakkibúffur
Mikudag 26. juli:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00
Dreymastarvið finnur tú á in.fo