Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. juli 2017 · Nr. 83 Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29.06-2017 hevur samtykt broyt- ingar í Býarplaninum og Almennu byggi sam- tyktini fyri Runavíkar kommunu. Broytingin í byggisamtyktini umfatar: • At býráðið kann geva loyvi til at innrætta frítíðarbústað omaná neystum við ávísum treytum. Broytingin í Býarplaninum umfatar: • At C8-økið við Grannatún og Líknargøtu verður broytt til B-øki Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Bý ráðs skrivstovuni/Kunningarstovuni í Salt- angará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 17. juli 2017 til 7. august 2017. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 28. august 2017. Runavíkar býráð BRYGGJUDANSURIN HJÁ TÓRSHAVNAR BÁTAFELAG Tann vælumtókti bryggjudansurin hjá Tórshavnar Bátafelag verður í Vágsbotni tann 22. juli kl. 21.00. Í ár spælur sera væl umtóktað orkestrið CHILL. Atgongumerki à kr. 200,- fáast við inngongdina. Tórshavnar Bátafelag Um SALT SALT er ein tónlistarligur, leiklistarligur og myndlistarligur pallur; eitt stórsligið og innbjóðandi hús, ein framtíðar ráðstevnuskáli, ein komandi ferðafólkaattraktión, eitt hús, har vælvera og blíðskapur eyðkenna gerandisdagin og har fólk eisini viðhvørt hvøkkast við. SALT er skipað sum privatur grunnur – Saltsilogrunnurin – við egnum viðtøkum og sjálvstøðugari nevnd við 3 limum sum ovastu leiðslu. Saltsilogrunnurin hevur til endamáls at eiga og reka Saltsiloina sum mentanarhús. Raksturin av grunninum verður fíggjaður við árligum stuðulsveitingum á løgtingsins fíggjarlóg og frá Tvøroyrar kommunu. Um starvið og førleikakrøv Vit vænta, at tú ert ein gávaður generalistur við leiðsluroyndum, og at tú hevur eina akademiska útbúgving. Tú ert ein persónur, sum dugir at síggja sterku eginleikarnar hjá tínum medmenniskjum, tú ert ikki bangin fyri at lurta og at taka avgerðir. SALT hevur longu eina serstaka søgu. Vit vænta, at umsøkjarin hevur fíggjarligt innlit. Tú hevur drúgvar royndir og gott handalag at samskifta við politiskar myndugleikar, bæði kommunalar og landspolitiskar, eins og tú hevur drúgvar royndir við stuðulsgrunnum og fundraising. Tú skalt duga at bróta upp úr nýggjum, og tú ert førur fyri at taka við stórum avbjóðingum til tess at skapa eitt livandi og spennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við nevndina fyri Saltsilogrunnin. Tú skalt kunna arbeiða á føroyskum, donskum og enskum máli. Tú skilir, og virðismetir, týdningin av sterkum relatiónum, og tú megnar at inspirera og fáa starvsfólkini við tær í eini støðugari menning av SALT. Vit vænta, at tú hevur livandi áhuga fyri mentanini, at tú hevur ans fyri umskaringini av altjóða rákum og føroyskum mentanarlívi, og at tú dugir at virðismeta slíkt, sum rørist í lokalsamfelagnum til tess at styrkja um baklandið hjá mentanarhúsinum. Setanar- og lønartreytir Starvið sum stjóri í SALT verður lønt sambært 36. lønarflokki í sáttmálanum millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. Afturat lønini verða goldin 15% í eftirløn. Nærri treytir um starvsásetingar og løn verða eftir avtalu millum Saltsilogrunnin og stjóran. Miðað verður eftir, at starvið verður sett 1. oktober ella eftir nærri avtalu. Umsókn Eru spurningar um starvið kann umsøkjari venda sær til umboð fyri setanarbólkin, Bárð Larsen á telefon 22 90 89 ella á bardurl@kallnet.fo. Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast til Bárð Larsen, Dýrindalsgøta 51, 188 Hoyvík. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin, 17. august 2017, kl. 12.00. Stjóri til SALT Starvið sum stjóri í SALT er leyst at søkja. Minnist til haldaragjaldið Boks 76, FO-110 Tórshavn DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á